Tíðindi

Læraralesandi brúka meiri tíð til lesnaðin enn tey halda

- Námsvísindadeildin hevur roknað út, at tey lesandi arbeiða 40 tímar um vikuna við lesnaðinum, serliga við atliti til, at tey í próvtøkutíðarskeiðum arbeiða munandi meira, sigur Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini

1. november 2018

Í gjár høvdu vit á heimasíðuni grein, sum snúði seg um, hvussu nógva tíð lesandi á Námsvísindadeildini í roynd og veru brúka til lesnaðin. Orsøkin til, at spurningurin verður settur, er tí, at donsk kanning avdúkar, at læraralesandi í Danmark í miðal brúka 25 tímar um vikuna til virksemi, sum hevur við lesnaðin at gera, og tá er undirvísing, fyrireiking og annað virksemi, sum hevur samband við útbúgvingina, íroknað. Tað er langt frá teimum 43 tímunum um vikuna, sum Útbúgvingar- og granskingarmálaráðið roknar fyri at vera fulltíðarlesnaður.  

Ein spurnarunda á Námsvísindadeildini í farnu viku vísir, at tølini fyri, hvussu nógva tíð føroysk læraralesandi brúka til lesturin samsvara teimum hjá donskum lesandi. Erla Olsen, dekanur á Námsvísindadeildini, heldur tó ikki, at tað ber til at gera beinleiðis samanberingar.

- Tíverri havi eg ikki sæð, hvørjir spurningar eru settir teimum lesandi, men eru tað teir somu, sum brúktir eru í donsku kanningini, so haldi eg ikki, at til ber at gera beinleiðis samanberingar, tí í Føroyum verður "studieaktivitetsmodellen" ikki nýtt, sigur Erla Olsen.

Erla Olsen vísir á, at føroyska útbúgvingin er bygd upp við undirvísingartímum, heimalestri, uppgávuskriving og próvtøku. Hetta kann geva eitt rættiliga ójavnt býti av tímunum, sum nýttir verða til lesnaðin, tí próvtøkutíðin er sera krevjandi, meðan tað summar vikur ikki er so nógv av heimalesnaði.

- Skeiðini verða regluliga eftirmett, og ein av spurningunum, vit plaga at seta, er, hvussu stóran part av bókmentunum, tey hava lisið. Her siga tey flestu seg at hava lisið 75% ella meira. Eftirmetingarnar eru navnleysar, og tí hava tey lesandi onga orsøk at dylja, um tey ikki hava lisið tekstirnar. Við støði í, at tey lesandi lesa í minsta lagi 75% av uppgivnu tekstunum, at tey møta til undirvísing 12-15 tímar um vikuna, at tey lata inn áløgdu uppgávurnar, hava vit á Námsvísindadeildini roknað út, at tey arbeiða 40 tímar um vikuna við lesnaðinum, serliga við atliti til, at tey í próvtøkutíðarskeiðum arbeiða munandi meira.
- Námsvísindadeildin eigur sjálvandi støðugt at tryggja, at útbúgvingin heldur seg til setningin um at vera fulltíðarlestur. Hetta er partur av regluligu eftirmetingunum, sum vit hava av skeiðunum. Higartil hava okkara eftirmetingar ikki bent á, at læraralesandi sum heild ikki brúka fulla tíð til lesturin.

Les eisini: http://www.skulabladid.fo/l%C3%A6raralesturin-%C3%AD-f%C3%B8royum-er-h%C3%A1lvt%C3%AD%C3%B0arstarv

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.