Leys størv

Lærara- og stuðulsstørv í Skúlanum við Streymin skúlaárið 2022/2023

Skúlin við Streymin søkir eftir fakliga dugnaligum og samstarvssinnaðum lærarum og stuðlum skúlaárið 2022/2023.. Skúlin hevur serliga tørv á lærarum, sum kunnu undirvísa í tónleiki, alis/evnafrøði og í sertilboðnum

Hesi lærarastørv og verða lýst leys at seta skúlaárið 2022/2023:

* 3 tíðaravmarkaði lærara størv (hádeild/miðdeild)

* 2 tíðaravmarkaði lærara størv (serflokk)

* 1 tíðaravmarkað lærara starv, har endaliga tímatalið verður ásett 01. oktober

* 1 tíðaravmarkað lærarastarv vegna barnsburð Hesi stuðulsstørv eru leys at seta frá 18. august 2022 til Skúlan við Streymin:

* 2 tíðaravmarkaði námsfrøðilig størv á brøkin 0,65 (miðdeild)

* 1 tíðaravmarkaði námsfrøðilig størv á brøkin 0,75 (serflokk)

Søkt verður eftir lærarum og stuðlum, sum:

* vilja undirvísa í miðdeild, hádeild og serflokki

* duga at samstarva og vilja at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini

* eru fyrikomandi, sýna jaligan hugburð og hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:

Lærarastørv verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tey, ið sett verða, eru tænastumannasettir lærarar frammanundan. Lærarastørvini verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjamálaráðið. Námsfrøðilig størv eru lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pedagogfelagið. Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í tíðaravmarkað starv, sum hjálparfólk skúlaárið 22/23. Barnaváttan verður kravd frá 1. juni 2022

Umsóknir:

Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu sendast í telduposti til: jens.pauli.g.nolsoe@skulin.fo merkt “Starv 22/23” í seinasta lagi hósdagin 26. mai 2022 kl. 13.00

Nærri fæst at vita um størvini hjá Jens Paula G. Nolsøe, skúlastjóra, á tlf.. 223260, ella við at senda ein teldupost til: jens.pauli.g.nolsoe@skulin.fo

Komandi skúlaár ganga 205 næmingar í 1. – 10. flokki í Skúlanum við Streymin – meiri kunning á www.svs.fo


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.