Tíðindi

Læraraútbúgvingin eigur at hava betri kjølfesti í fólkaskúlanum

Fyrireikandi arbeiðið, ið varð gjørt, tá ið læraraútbúgvingin fyri gott og væl 10 árum síðan var umskipað og løgd undir Fróðskaparsetrið, var ikki umhugsað nóg væl; hon varð latin í ein ham, sum aðrar útbúgvingar undir Setrinum hava, og avleiðingin er, at hon í ov stóran mun hevur mist sambandið við sjálvt lærararyrkið. Tað heldur formaður Føroya Lærarafelags

25. november 2019

Læraraútbúgvingin verður nú eftirmett. Tað stendur í samgonguskjalinum, og sum skilst í samrøðu við landsstýrismannin fyrr í heyst, eru fyrstu stigini tikin í hesum arbeiðinum. Formaður Føroyar Lærarafelags, Jacob Eli S. Olsen, fegnast um, at læraraútbúgvingin nú verður eftirmett.

- Tá ið læraraútbúgvingin varð løgd undir Fróðskaparsetrið í 2008, høvdu myndugleikarnir eina ætlan, og so var útbúgvingin umskipað uttan at myndugleikarnir í nóg stóran mun høvdu fyrireikað ætlanina nóg væl. Nú henda skipanin verður eftirmett, er sera umráðandi, at hon verður gjørd væl og virðiliga í samstarvi við allar áhugapartar, tí nýggja skipanin, sum verður sett í verk, skal halda leingi. Tað má ikki enda, sum við hesari skipanini, at vit aftur um 10 ár spyrja, hvussu skipanin skal vera. Tá ið man 10 ár eftir, at ein nýggj skipan er sett í verk, framvegis setir spurnatekin við hana, merkir tað, at byrjanarleisturin hevur verið ov vánaligur.

Hvørja leið eiga vit at fara, og hvat eiga vit at leggja dent á, nú eftirmett verður, spyrja við formannin í Lærarafelagnum.

- Útbúgvingin má í nógv størri mun hava tilknýti til fólkaskúlan; tey læraralesandi eru í starvslæru, og tey skriva uppgávur við støði í fólkaskúlanum, men hetta er ikki nóg mikið. Uttanlands hava læraralærustovnarnir samstarvsskúlar við útbúnum starvslærulærarum, har tey lesandi fara út í ymsar skúlar at samrøða við lærarar á skúlanum um undirvísing, læring og menning hjá næminginum, og har tey kunnu eygleiða ymiskar undirvísingarhættir, førleikar hjá næmingum at læra og so framvegis. Hetta er ikki tað sama sum starvslæra, men ein inngrógvin partur av læraraútbúgvingini. Verður hetta sett í verk hjá okkum, verður tilknýtið hjá útbúgvingini til fólkaskúlan og lærarayrkið nógv betri. Og eg ivist ikki í, at skúlarnir vilja taka hetta arbeiði á seg, tí vit hava stóran áhuga í, at læraralesandi hava bestu umstøður at menna sínar førleikar at vera lærari.

Ein viðkomandi spurningur at seta er, um útbúgvingin livir upp til endamálið við henni og til ta vitan, sum er um skúla og gransking í dag.

- Fremsta málið hjá læraraútbúgvingini er at útbúgva lærarar til føroyska fólkaskúlan; spurningurin um útbúgvingin livir upp til hetta mál, er ikki so einfaldur at svara, sum hann kundi verið; tí spyrja vit, hvat føroyski fólkaskúlin í dag er, so er trupult at geva eitt greitt svar, tí at námsætlaninar eru afturúrsilgdar, tær eru ikki dagførdar til samfelagið, samtíðina og vitanina, granskingin hevur um undirvísing og skúlanum. Men spyrt tú meg, um læraraútbúgvingin livir upp til tað, hon er ætlað at gera sambært endamálsorðingini fyri fólkaskúlan, er svarið í alt ov lítlan mun, tí at útbúgvingin er ov nógv í staklutum, og tey lesandi uppliva ov lítið tað høpi og ta heild í útbúgvingini, sum endamálsorðingn ásetur fyri fólkaskúlan. Nú útbúgvingin verður eftirmett, eigur at verða hugt at bæði innihaldinum og bygnaðinum. Útbúgvingin skal geva lærarum gott innlit í menningina hjá næmingunum, og hon skal fyrireika lærarar at undirvísa í ymsum lærugreinum. Námsfrøðin fyllir eisini nógv og sjálvandi eisini tað alment didaktiska og tað fakdidaktiska. Men fyri at næmingar skulu hava høpi og heild samsvarandi fólkaskúlalógini, so er bygnaðurin eisini týdningarmikil. Tí eiga vit at viðgera, hvørt tað er skilagott, at læraralesandi hava eina linjulærugrein og eitt skeið í senn, ella um tað er betri at hava fleiri samstundis. Vansin við at hava eitt skeið í senn er, at tað í ov lítlan mun verður lagt upp fyri tvørgreinaligari undirvísing, og hvørt skeiðstíðarskeið er so stutt. Í fólkaskúlanum hevur stóran týdning at fáa ymsu lærugreinirnar at hanga saman, so næmingar kunnu læra um eitt evni úr nógvum sjónarhornum og gjøgnum fleiri lærugreinir. Læraralesandi hava venja ov lítið henda førleikan í útbúgvingini, sum hon er nú.

Í Noregi hava tey verið ígjøgnum eina drúgva tilgongd, har tey hava skipað dagstovnaøkið, fólkaskúlan og miðnám av nýggjum við nýggjum námsætlanum og nýggjari læraraútbúgving, sum er samsvarandi námsætlanunum.

- Allir partar eru hoyrdir í arbeiðinum, og alt er hugsað í eini heild, og partarnir hanga saman; eg havi ikki sæð slíkar tankar her hjá okkum, og tað er spell, haldi eg.

Ein spurningur, sum altíð kemur upp, tá ið læraraútbúgvingin verður viðgjørd, er, hvørt tað var rætt at leggja hana undir Fróðskaparsetrið og skipa hana sum bachelor-útbúgving. Jacob Eli S. Olsen heldur, at sama um hon verður verandi undir Setrinum, ella um hon verður skipað, sum hon var fyrr, so er umráðandi, at allar lærugreinirnar fáa ábyrgdarfólk. Tað er ikki galdandi í dag, og tað er ikki gott.

- Í løtuni eru fleiri lærugreinir, sum ongin so at siga hevur ábyrgdina av. Ber tað ikki til at fáa ábyrgdarfólk á allar lærugreinirnar, so má sambandið millum útbúgvingina, fólkaskúlan, Lærarafelagið og Nám verða tættari, soleiðis at øll, sum so ella so varða av útbúgvingini ella hava áhuga í henni, vita, hvat arbeitt verður fram ímóti. Tað ber eisini til at hava útbúgvingina verandi undir Setrinum, men meiri sum ein sjálvstøðugur partur við egnari játtan. Fyrimunurin við at leggja hana undir Setrið og geva henni akademiskan bygnað hevur eitt nú verið, at læraralesandi í størri mun fáa fatur á gransking í skúlaviðurskiftum og undirvísing frá granskarum, men skal undirvísingin verða tættari knýtt at gerandisdegnum í skúlanum, sum hann er, so megna lærarar hesa uppgávu betur enn granskarar, tí lærararnir hava royndir úr skúlanum. Tí eigur at verða pláss fyri, at lærarar við royndum í skúlanum og serútbúgving kunnu hava fast starv ella fast tilknýti til Námsvísindadeildina. Fyri mær tykist tað sum, at nógv av skeiðunum, sum læraralesandi hava, gerast sum annar akademiskur lesnaður við eini uppgávu, sum verður skrivað eftir akademiskum leisti, og tað er ikki altíð besta fyrireiking til lærarayrkið.

Mentamálaráðið eigur at hava evstu ábyrgdina av eftirmetingini, heldur Jacob Eli S. Olsen, og fólk eigur burturav at standa fyri arbeiðinum, tí tað er rúgvismikið og umfatandi.

- Tað er gott, um Námsvísindadeildin sjálv eftirmetir innanhýsis, tí tað eigur at verða ein liður í samlaðu eftirmetingini, men tað er á ongan hátt nóg mikið. Allir partur eiga at verða hoyrdir, til dømis Føroya Lærarafelag, sum hevur tætt samband við leiðslur og lærarar; tey, sum undirvísa á Námsvísindadeildini; skúlaleiðslurnar, tí tær eru tey fyrstu, sum møta nýggju lærarunum. Eitt breitt úrval av teimum, sum eru úbúgvin eftir skipanini, sum er galdandi, umframt núverandi læraralesandi, eiga eisini at verða hoyrd. So er mín vón, at politikarar, Undirvísingarstýrið og Mentamálaráðið virkið fara inn í eftirmetingina og gera sær nakrar tankar um, hvørja útbúgving, vit ynskja. Eftirmetingararbeiðið kostar, og tað fer at krevja tíð, men eg haldi, at tað er umráðandi, at vit geva hesum tíð og umstøður, so at úrslitið verður gott. Tí føroyska læraraútbúgvingin, sum skjótt hevur 150 ár á baki, er týdningarmesta útbúgving fyri føroyingar og Føroyar.

Námsætlanirnar verða eisini eftirmettar nú, og tað er sera umráðandi, heldur Jacob Eli S. Olsen, at eftirmetingin av læraraútbúgvingini verður gjørt í samsvari við nýggju námsætlaninar.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.