Tíðindi

Læra næmingarnir eins væl, meðan teir hoppa og renna?

Í barnaskúlunum í Horten í Noregi hava næmingarnir ástøði, meðan teir eru likamliga virknir. 2300 børn í barnaskúlanum eru partur av eini stórari granskingarverkætlan, sum hevur til endamáls at kanna, hvørja ávirkan økt likamligt virksemi hevur á heilsu, læring og lívsdygd.

22. juli 2020

Børn í barnaskúlanum í Noregi eru kanska ikki blivin so nógv tyngri síðstu árini, men víddin um miðjuna á nógvum børnum er størri nú enn fyri nøkrum árum síðan. Eisini kolesteroltalið hjá rættiliga nógvum skúlabørnum er so mikið høgt, at myndugleikarnir rópa varskó. Um somu tíð hava børnini hægri lívsdygd enn foreldrini halda, at tey hava. Hetta eru fyribils úrslit í eini stórari granskingarverkætlan, sum verður gjørd í Noregi; henda verkætlanin hevur til endamáls at hyggja at sambandinum millum økt likamligt virksemi í skúlanum og lívsdygdina hjá børnum, umframt at læring og likamligu og sálarligu heilsuni.

2300 næmingar í barnaskúlunum úr 1.-7 flokki í Høyskolen Kristiania eru partur av verkætlanini.

Hoppa støddfrøði og renna enskt

Granskararnir savna inn dátur frá øllum barnaskúlunum í Horten kommunu. Her er skúladagurin nevniliga eitt sindur øðrvísi enn í restina av landinum.

Næmingarnir hoppa roknistykkini og renna glosustafett bæði á enskum og norskum. Teir læra munin millum sagnorð og navnorð, meðan tey kasta við blinki.

– Vit fóru undir henda undirvísingarháttin í 2014, tí tað at so nógv børn eru farin upp í vekt, og at so nógv børn viga ov nógv, gjørdi okkum stúrin, sigur Linda Jakobsen.

Linda Jakobsen er stjóri á Barna- og familjudeildini í Horten kommunu og stigtakari til HOPP, sum stendur fyri Helsefremmende oppvekst i Horten kommune, eitt átak, sum eitt nú hevur til endamáls at økja um likamliga virksemið í skúlatíðini. Í barnaskúlunum er ein tími við vanligari undirvísing skift út við læring, meðan tey eru likamliga virkin.

– Lærarar í kommununi hava sjálvir ment eina rúgva av venjingum, sum taka støði í ástøðiligari læring, meðan næmingarnir eru likamliga virknir. Teir eru byrjaðir við teimum stóru lærugreinunum, norskum, støddfrøði, náttúru og tøkni og enskum, men so við og við gera teir venjingar til allar lærugreinirnar, sigur stjórin.

Fyri at fáa álítandi svar uppá, hvussu likamligt virksemi ávirkar læringina hjá børnunum, lívsdygdina og likamligu og sálarligu heilsuna, setti kommunan seg í samband við Høyskolen Kristiania.

Næmingarnir verða vigaðir og kannaðir, feittprosentið og blóðtrýstið verða kannað, eins og kondisjónin og styrkin í ørmum og beinum. Hvat næmingarnir fáa burtur úr sjálvari undirvísingini, verður kannað við royndum og spurnabløðum; eitt umboðandi tal av næmingum verða eisini kannað á annan hátt, eitt nú við rennitestum og so framvegis. Alt hetta verður gjørt við somu næmingum hvørt ár frá 1.-7. flokk fram til 2025 – hóast koronavirusið hevur órógvað eitt sindur.

Kelda: forskning.no


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.