Tíðindi

Kvotuskipan um mannliga umboðan innan skúlagátt

Í fólkaskúlanum eru – í hvussu er lutfalsliga – ov fá mannfólk. Og kvinnuligu lærararnir – tað eitur ikki lærarinna longur – gerast alsamt fleiri. Heldur gongdin fram, so er so at siga eingin mannligur lærari eftir um nøkur ár.

18.10.2019

Lærarastarvið er eitt kall, sigst. Men í dag eru fáir kallar innan skúlagátt.

Samfelagshjólini mala skjótt. Kanska skjótari enn nakrantíð. Hetta merkir, at tað gongur væl í samfelagnum, siga tey, ið halda seg hava skil á slíkum.

Hetta merkir tó ikki, at vit liva í eini tíð, har eingir trupulleikar eru. Summi klaga um ov høgar húsaprísir. Onnur um, at tað er ógjørligt at fáa íbúð, og uppaftur onnur hava ilt við at megna gerandisdagin, fíggjarliga ella á annan hátt. Almennu byggigølurnar hava so stór tøl í kjalarvørrinum, at vit eru vorðin heldur líkasæl og eru vorðin mótstøðufør, og einki rínur við longur.

Í øllum hesum meldrinum hava vit havt løgtingsval. At kvinnurnar eru ov illa umboðaðar, tykist semja valda um, eisini yvir um floksmørk.

Í meldrinum eru vit eisini farin inn í eitt nýtt skúlaár. Eitt skúlaár, har vit aftur skulu læra næmingar ymiskt, millum annað at gerast góðir borgarar í einum demokratiskum samfelag, ella hvussu skrivað stóð á sinni.

Eitt av amboðunum er heilt víst næmingaráðini, og at næmingar velja síni umboð í hesi ráð. Sum í veruliga lívinum, so gera næmingarnir sær óivað tær lívsroyndir, at tað er munur á, hvat uppstillað umboð ætla sær og harvið geva lyfti um at arbeiða fyri, og hvat tey í veruleikanum megna ella hava møguleika fyri í drúgvu,  demokratisku tilgongdini, har alt jú er ein samráðingarspurningur.

Men aftur til býtið millum kynini.

At kvinnurnar eru ov fáar innan tinggátt, er óivað ein trupulleiki. Hetta er eisini ein trupulleiki, ið fær rásarúm í miðlum, og sum enntá fær fólk at koma við hugskotum um, hvussu trupulleikin skal loysast. Eitt nú við lóggeving og kvotuskipanum.

Hetta er áhugavert!

Tí í føroyska fólkaskúlanum hava vit sama trupulleika, bert við øvutum fortekni.

Í fólkaskúlanum eru – í hvussu er lutfalsliga – ov fá mannfólk. Og kvinnuligu lærararnir – tað eitur ikki lærarinna longur – gerast alsamt fleiri. Heldur gongdin fram, so er so at siga eingin mannligur lærari eftir um nøkur ár.

Men dapra framskrivingin fær ikki beinleiðis fólk at standa í røð við loysnum. Einki hoyrist um lóggeving ella kvotuskipanir, ið skulu tryggja okkum, at menn teljast í starvsfólkahópinum innan skúlagátt.

Er tað so, at lærarastarvið er vorðið eitt sonevnt kvinnustarv? Og um so er, hvat er so orsøkin?

Tað eru tey, ið siga, at lønin er ein orsøk. Tað merkir helst, at hon er ov lág. Og í hesum tíðum, tá tað gongur væl, so er helst lætt at finna onnur størv, ið geva meir í lumman.

Er kjak manna millum eftirfarandi, so eru fólk at kalla á einum máli um, at tað er neyðugt, at menn og kvinnur eru um børnini. Tí skuldi ein hildið, at hetta er funnin fressur hjá komandi ráðharra, ella frú, í skúlamálum at finna loysn á.

Lærarastarvið er eitt kall, sigst. Men í dag er langt millum kallarnar innan skúlagátt.

Men kanska nýggj samgonga hevur vantandi mannligu lærararnar í huga. Livst, so spyrst.

Klumma í Skúlablað nr 5, 2019 eftir Dagfinn Olsen, lærara í Vágs skúla


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.