Tíðindi

Kumpassin má rættast, og vit mugu seta orð á kósina

Er tað tann inkluderandi kósin, ella eru vit í ferð við at fara í annan ella aðrar vegir? Tað hevur alstóran týdning, at vit seta orð á kósina, sigur Frida Poulsen, ph.d.-lesandi á Fróðskaparsetrinum

03-01-2022

At fólkaskúlin í dag í so stóran mun verður stýrdur sambært øktum málum, ger, at tvístøðurnar, lærarar koma í í gerandisdegnum, gerast sjónligari, ikki minst tá ið vit hava í huga, at nærum allir næmingar eru í vanliga skúlanum, og skúlin skal rúma øllum. Tað sigur Frida Poulsen, sum í løtuni er í gongd við ph.d.-verkætlan um inklusjón í føroyska fólkaskúlanum. Hon kannar um og hvussu tann politiska visjónin um ein inkluderandi skúla sæst aftur í fólkaskúlanum. Fokusið er á tvístøður ella spennið millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði. Granskað verður út frá skrivligum tilfari, eygleiðingum og samrøðum við ymiskar aktørar í og kring fólkaskúlan.

Á evnisdegi í august legði Frida Poulsen fyribilsniðurstøður frá gransking síni fram á evnisdegi. Tá segði hon, at tað er ikki nýtt, at skúlin bæði yvirskipað og í vanliga gerandisdegnum hevur nógv fyrilit at hugsa um. Síðan 2000, tá ið PISA-kanningarnar komu inn í skúlan, og fakligu førleikarnir hjá næmingum skuldu vigast triðja hvørt ár og verða samanbornir millum lond, er skúlin vorðin nógv meiri málstýrdur. Føroyar vóru við í PISA á fyrsta sinni í 2006, og síðan tá er nógv sett í verk í okkara skúla við tí fyri eyga at kunna stýra og seta inn sambært tí, ið kannað verður. Eitt nú hava vit fingið námsætlanir, landsroyndir, lesiroyndir og so framvegis, og endamálið er at máta, hvat ein næmingur dugir og helst skal duga á teimum ymisku floksstigunum.

- PISA-royndirnar komu beint eftir salamancayvirlýsingina í 1994 um tann inkluderandi skúlan, sum miðar eftir, at allir næmingar skulu hava atgongd til vanligan skúla, har øll skulu verða vird og góðtikin og hava møguleika at vera virknir, mennast og læra. Hetta elvir sjálvsagt til avbjóðingar og tvístøður, serliga um vit ikki eru tilvitað um hesar avbjóðingar og seta inn við átøkum ella stuðulsskipanum, sum kunnu lofta hesum avbjóðingum, soleiðis at skúlin veruliga kann rúma øllum og samstundis megna at hava fyrilit fyri tí serliga. Tað er so ógvuliga skjótt, at vit kunnu koma at útihýsa og harvið seta javnrættindi og virðing til viks.

Tað er rættiliga umráðandi, at vit hugsa okkum væl og virðiliga um, og tá kemur spurningurin um, hvørja kós vit ætla at seta fyri okkara skúlaverk, heldur Frida Poulsen.

- Er tað tann inkluderandi kósin, ella eru vit í ferð við at fara í annan ella aðrar vegir? Tað hevur alstóran týdning, at vit seta orð á kósina, at vit hava orðaskifti um, hvat vit ætla, og at vit fáa kumpassina rættaða, so hon er so eintýðug og týðilig, sum gjørligt og ikki peikar í allar møguligar ættir. Vit síggja til dømis, at talið á børnum, sum ikki ganga í vanliga skúlanum ella vanliga flokkinum, veksur, og at fleiri og fleiri sertilboð og serflokkar verða sett á stovn. Kanska er tað gott, men eg haldi eisini, at vit skulu vera ógvuliga varin og eftirhugsin, serliga um hesi ikki eru undir ábyrgd og partur av tí vanligu skúlaskipanini. Vit mugu eisini spyrja okkum sjálv, um tað eru børnini, sum hava tørv á hesum serskipanum, ella um tað er soleiðis, at undirvísingar- og læruhugtakið ella mátin, vit skipa felagsskapin í skúlanum er orsøkin til henda økta tørvin á sertilboðum. Tað er eisini nógv frammi at arbeiða við eini moderatari inklusjón samstundis við, at vit skulu arbeiða fyri og menna tann inkluderandi skúlan og ikki bara ein skúla fyri øll, men veruliga geva dygdargóð tilboð fyri øll í einum felags skúla.

Les alla samrøðuna við Fridu Poulsen í Skúlablað nr 6, 2021

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.