Tíðindi

Kreativ endurnýtsla í fólkaskúlanum

Nógv verður tosað um, at tað er týdningarmikið, at børn í fólkaskúlanum hava møguleika at vera kreativ og at menna kreativitet.

08.04.2021

Hugla er eitt áhugafelag, sum hevur endurskapanarmiðstøð í Hoyvík. Tað gevur børnum og vaksnum møguleikan at skapa úr endurnýtslu, sum er savnað inn frá vinnuni og øðrum. Tað er nógv ymiskt endurnýtslutilfar at skapa úr; hetta er ein góður møguleiki, tá hugsað verður um at menna kreativitet og innovatión. Endurnýtslutilfar er við til at skapa mentanina, sum vit eru partur av; tað, sum vit gera í samband við tað, sum vit skapa, hevur týdning fyri, hvat vit læra. Tað er týdningarmikið í sambandi við at menna tey kreativu evnini, at hugsað verður sjálvstøðugt, og at hugsað verður øðrvísi enn vanligt. Endurnýtslutilfarið bjóðar av og hevur ikki lidnar loysnir fyri, hvussu tað skal nýtast; tú verður noyddur til at uppfinna okkurt nýtt. At endurnýta í tí skapandi arbeiðnum er við til at skapa mentanina um at endurnýta og uppfinna nýtt úr tilfari, sum annars fór í skrell.

Tað ber til í samráð við starvsfólk á miðstøðini at samstarva um, hvussu tað kreativa arbeiðið verður best skipað, og um verkætlanir av ymiskum slag. Eisini er møguligt at brúka miðstøðina sum ein part av undirvísingini ella læringini á stovni ella skúla.

Arbeiðið á miðstøðini gevur góðar møguleikar til skúlar at arbeiða við ávísum evnum, har tað verður skift ímillum undirvísing í skúlanum og arbeiði við sama evni á miðstøðini.  Útbúgvin fólk eru á miðstøðini  at hjálpa, vegleiða og stuðla undir arbeiðinum.

Tað er møguligt at vitja og fáa kunning um miðstøðina, um ynski er um tað.

Hugla arbeiðir út frá hugsanini um, at tað skal kennast gott og trygt at skapa, og at tað skal vera nógv ymiskt til at skapa úr, har tað ber til at granska og gera sær royndir og uppfinna nýggjar loysnir.  

Miðstøðin skipar eisini fyri undirvísing fyri lærarum og námfrøðingum, og somuleiðis fyri tiltøkum og verkætlanum.

Í juni er ætlanin at skipa fyri søguverkstovu fyri børnum og ungum; hetta er ein góður møguleiki at menna føroyska málið, hugflog og kreativitet, tí upplestur av søgum verður, og síðan verða nýggjar søgur skaptar úr endurnýtslu. Tilmelding og meira kunning fæst á huglaendurskapan@gmail.com ella tlf. 218845

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.