Tíðindi

Koronakreppan lærdi okkum ymiskt, sum vit kunnu arbeiða víðari við

Tá ið koronakreppan brádliga setti samfelagið niður í ferð, og skúlar stongdu frá degi til dags, so var ymiskt, hvussu skúlar vóry fyrireikaðir til nýkomnu støðuna. Í Vági var skúlin væl brynjaður, og í eftirmeting verður hildið, at skúlagongdin á netinum gav royndir, sum verdar eru at byggja víðari á

27.05.2020

Eina tíð innan koronasmittan brádliga legði heimin lamnan, hevði kommunan og skúlaleiðslan í Vági arbeitt við at dagføra skúla, lærarar og næmingar á telduøkinum.

- Allir lærarar fingu á heysti í 2018 hvør sína teldu, og á heysti í 2019 fingu allir næmingar frá 4. til 9. flokk hvør sína teldu. Eisini næmingar í 10. flokki hava atgongd til teldu. Vit vóru von at arbeiða við teldu, og fleiri vóru eisini byrjað at arbeiða við teams, men kanska ikki øll. Har lá tí okkara avbjóðing, men vit høvdu on-line skeið í teams, so tey, sum enn ikki høvdu roynt hetta, vórðu dagførd, sigur leiðslan í Vágs Skúla.

John Henrik Holm, skúlastjóri, og Anita R. Nysted, varaskúlastjóri, siga, at hendan tilgongdin var liður í at inndraga teldu meira í undirvísingina, og tí var stigið ikki so stórt ella torført, tá ið koronakreppan gjørdi, at undirvíst bleiv on-line.

- Ein kann siga, at vit høvdu amboðini, men avbjóðingin lá í førleikapartinum, men tað vísti seg, at stórur partur av lærarum og næmingum høvdu gjørt sær ávísar royndir við teams, sigur tey bæði.

- Tá farið varð undir tilgongdina við at lata lærarum og næmingum teldur, so bakkaði kommunan upp. Tað var eitt samt býráð, sum stóð aftanfyri. At vit so valdu at keypa Chrombook, ið ikki hevur harðdisk, hevur gjørt, at lítið og onki viðlíkahald er, og harumframt er teldan brúkaravinalig. Alt hetta varð gjørt í ásannan av, at meira og meira verður flutt á talgilda pallin, t.d. landsroyndir og aðrar roynd, siga John Henrik og Anita.

- Vit hava eisini í eina tíð havt atgongd til ibøkur, og eru von við tað, eins og vit hava atgongd til Office-pakkan, so vit høvdu neyðugu amboðini, tá ið óvæntaða støðan kom, siga tey bæði.

Undri koronakreppuni, har næmingar og starvsfólk hildu seg heima, høvdu leiðsla og lærarar við Vágs Skúla eisini hvørja viku námsfrøðiligan fund á netinum, og leiðslan sigur, at hetta riggaði sera væl.

Byggja á royndirnar

- Nakað av  tí, vit hava lært av royndum okkara á netinum, var so mikið gott, at vit eiga at byggja víðari á tað, men kanska ikki alt. Nakrir næmingar hava verið meira sjónligir, enn teir vanliga hava verið í skúlanum, hóast tað hevur verið ført fram, at tað er lætt at fjala seg, tá ið talan er um fjarundirvísing á netinum. Kanska tann smædni partrin av næmingunum er tryggari á netinum, meðan vandin er, at veikir næmingar detta niður ímillum, siga John Henrik Holm og Anita R. Nysted.

Tey fegnast um, at til undirvísingina á netinum hesa tíðina, koronakreppan hevur verið, hevur talan verið um nærum 100% uppmøting til undirvíngina, og eisini teir næmingar, sum ikki altíð hava møtt so væl upp í skúlaum, hava luttikið á jøvnum føti við hini.

Tekstur: Dagfinn Olsen

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.