Tíðindi

Korona hevur noytt lærararnar til teldurnar

- Tað er til okkara fyrimun, at vit í Skúlanum á Fløtum seinastu 10-15 árini hava satsað upp á tøkina, nú vit mugu dúva upp á tøknina fyri at kunna undirvísa. Koronakreppan hevur fingið teir mest afturhaldssinnaðu lærararnar – sum hava noktað at fingist við teldur - at taka seg saman, og bara fara í gongd, sigur Oddfríður Marni Rasmussen, lærari í Skúlanum á Fløtum

14. mai 2020

Skúlablaðið hevur sett nøkrum lærarum stevnu og spurt teir ymiskt í samband við fjarundirvísingina, ið hevur eyðkent undirvísingina í fólkaskúlanum síðan grækarismessu.

Hvussu hevur tú skipað fjarundirvísingina?

Vit hava gjørt av, at vit skulu undirvísa frá 8.00 til 10.00 og aftur frá 11.00 til 13.00. Vit hava eina tímatalvu, sum gongur yvir 14 dagar. So er undirvísingin skipað við uppgávum, og at eg gjøgnumgangi tað, sum tey hava fingið fyri í vikuætlanini. Hetta fer alt fram á Teams, har tey loysa uppgávurnar, eg rætti tær og gevi næmingunum karakter og viðmerkingar. Slíkt tekur drúgva tíð, og tí verður tú noyddur at geva teimum fyri, soleiðis, at tey hava tað, sum svarar til ein flokstíma við undirvísing. Hetta geri eg við at upprætta eitt tíðspunkt, har vit hava netundirvísing, og so havi eg vanliga undirvísing. Til tað brúki eg floksnotatbókina, sum næmingarnir skulu skriva í, meðan eg undirvísi. Bólkaarbeiði hevur sínar avbjóðingar, men eg havi gjørt uppgávur, sum tey gera í bólkum, og síðani leggja fram fyri mær. Eg havi eisini brúkt Sway, har tey skulu lata inn eina eina skrivliga innlating, sum tey gera í Sway. Sway er ein samanrenning av Power Point og heimasíðu. Tað er stuttligt hjá teimum at fáast við.

Hvussu ber til at røkka einstaka næminginum, tá persónliga sambandið ikki er til staðar á sama hátt?

Tað er sjálvandi ógvuliga ringt at røkka hvørjum einstøkum næmingi, tá ið tú ikki sært teir. Tað er nú einaferð soleiðis, at tað gongur báðar vegir, hetta við at røkka hvør øðrum. Næmingurin skal eisini kýta seg fyri at náa mær og eg skal kýta meg fyri at náa honum. Um hann ikki er við, so hjálpir onki. Eg royni at spyrja ein og ein um tað, sum vit viðgera. Royni at koma runt, tá ið eg spyrji. So skulu tey eisini skriva í floksnotatbókina, tá ið eg undirvísi. Eg hyggi floksnotatbókina ígjøgnum, tá ið vit hava havt tíma, og er onkur, sum ikki hevur skrivað, so skrivi eg á tíðarrenslið, at hesi hava ikki noterað.

Hvussu hevur næmingaluttøkan verið?

Næmingaluttøkan hevur verið heilt góð, tá ið man hugsar um, at eg havi 8. og 9. flokk, tannáringar, sum heldur høvdu viljað ligið undir fjaðrunum og sovið. Tað er full undirtøka. Eg vil siga, at tey møta betur her, enn í skúlanum. Tíanverri.

Heldur tú, at næmingarnir hava fingið nakað burturúr síðstu vikurnar?

Tað besta er at hava næmingarnar framman fyri seg. Ein so stórur partur av tí at vera lærari er at eygleiða næmingarnar og støður og lagið á teimum. Tað kanst tú ikki, tá ið tú undirvísir gjøgnum Teams. Men, tá ið tað er sagt, so haldi eg, at tey læra okkurt. Tað eri í vísur í. Tað síggi á tí, sum tey lata inn.

Er nakað, tú hevur hug at leggja afturat?

Eg kann leggja afturat, at eg arbeiði í Skúlanum á Fløtum, og vit hava tey seinastu 10-15 árini satsað upp á tøkni. Tað er til okkara fyrimunar, nú vit mugu dúva uppá tøknina fyri at kunna undirvísa. Tað er gott. Eisini haldi eg, at henda koronakreppan hevur fingið teir mest afturhaldssinnaðu lærararnar – sum hava noktað at fingist við teldur - at taka seg saman, og bara far í gongd.

Tekstur: Ragnhild Olsen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.