Tíðindi

Kom við inn í sansalabyrintina BÝURIN OG ALT ANNAÐ

Býurin og alt annað er ein ferðaframførsla fyri børn, ung, hálvvaksin, vaksin og trøllvaksin; fyri øll, sum hava sansir, dreymar og forvitni. Øll eru vælkomin inn í hesa tølandi og sansandi skýmingarlabyrintina.

15.05.2018

Sansalabyrintin er fyri øll úr 7 árum og uppeftir, yngri fylgjast við einum vaksnum. Áskoðarar fara inn í labyrintina í smáum bólkum og ferðin inn í sansalabyrintina tekur í alt uml. 45 min.

Í samstarvi við belgiska/katalanska bólkin Planeta 15 framleiða TVAZZ og Tjóðpallur Føroya sansalabyrintina “Býurin og alt annað”.

Býurin og alt annað

”Summi siga, eg eri skaptur av tíð. Onnur siga, at eg eri skaptur av minnum, ynskjum, gerandisævintýrum og lagaligum løtum. Hina siga, at eg eri skaptur av traðkaðum slóðum, duldum loyndarmálum og spunnum træðrum úr farnari tíð.

Og eg, óvikandi og broytiligur, ríkur og livandi, síggi, hvussu lívið fer framvið og vit fagna tí saman.”

Býurin og alt annað er ein uppliving og eitt spæl, har tey ferðandi verða drigin inn í eina tølandi verð, har tey hitta íbúgvarnar í labyrintini og møta sær sjálvum og øðrum og øllum teirra sansum. Tey fara ígjøgnum ljós og myrkur, ljóð og kvirru og finna staðið, har dreymar verða floygdir. Ein livandi sansalig ferð inn í bý okkara, heimstaðin, hvar enn hann er og um óteljandi møguleikarnar í løtuni.

“Ein tølandi ferð, ein sansandi dreymur inn í býarinnar hjarta”.

Luttakarar (íbúgvar):

Gabriel Hernandez og Marga Socias, leikstjórar

Hans Tórgarð, Katarina Nolsøe, Dan Helgi í Gong, Johan Holm Simonsen, Rakel Helmsdal, Bjørk Tórgarð, Felisia Helmsdal og Gunnvá Zachariasen, fyriskipari og íbúgvi.

Byggjarar: Thomas Roper, Bárður Jónsson, Bjørn Ulvdal Simonsen.

Tjóðpallur Føroya: Jenny C. Petersen, stjóri, Katrin Bonde, búnar, Fríða Midjord, fyrisiting.

Almennar sýningar: 

Sunnudagin 20. mai frumframførsla frá kl. 14.00 til 16.00

Mánadagin 21. mai frá kl. 14.00 til 16.00 

Fríggjakvøldið 25. mai frá kl. 21.00 til 23.00 

Leygardagin 26. mai frá kl. 14.00 til 16.00.

Sunnudagin 27. mai frá kl. 14.00 til 16.00.

Skúlasýningar frá 3. flokki og uppeftir: 

23. og 24. og 25. Mai kl. 9.00 til 11.00

Atgongurmerki á 

www.tjodpallur.fo

info@tjodpallur.fo

tlf. 31 86 17

Meira kunning:

TVAZZ v/Gunnvá Zachariasen

tvazz2012@gmail.com

tlf. 58 58 28

Viðmæli frá sansalabyrintini 2017 – Eitt ynski á ferð

Áskoðari: “Hetta er ein uppliving, ið er ring at ummæla, tí ikki ber til at siga ov nógv, hetta skal upplivast og ikki greiðast frá. Men við heilt fáum orðum kann eg siga, at hetta er ein hjartanemandi og innilig uppliving. Ein ferð inn í hugaheimin, alheimin og teg sjálva/n. Tað er ikki bara ein sansavilliniborg, men ein ferð inn í villiniborgirnar í huga tínum, um tú letur teg fara við løtuni, sum ein pappírsbátur letur seg fara við ánni – at bara vera til eitt bil, ikki gera teg til nakað, ikki látast ella verða til reiðar.”

Áskoðari: ”Vit blivu við at teska, eina løtu aftaná vit vóru komin út ‪:) Vit treingja til meira av slíkun upplivingum. Nú var hetta fyrstu ferð á henda hátt, men vónandi ikki seinastu ferð. Eg fari at finna mina ynskistjørnu í kvøld”.

Áskoðari: ”Takk fyri eina fantastiska ferð tit! dreingirnir elskaðu tað, og tað gjørdu vit vaksnu eisini! Og tann danska vinkonan sum eg hevði við og sum eisini er dramaturgur segði: "det var bare så gennemført og dejligt at være i". Og hóast hetta er nakað nýtt í Føroyum, so havi eg verið í nógvum tílíkum, men hendan er tann besta eg havi verið í higartil! flott, flott!”

Áskoðari:” ….Og tit, sum enn ikki hava nýtt høvdið at fara, geri tað! Vaksin, takið børnini við! Børn, takið tey vaksnu við. Vinir, takið hvønn annan við! Ella far bara sjálv/ur uttan at taka nakran við, um tú so er 7, 17, 37, 57 ella 87. Far bara! Tað er so leingi millum slíkar upplivingar, so øgiliga leingi”.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.