Bloggur

Koðrona ella coðrona

Eyðbjartur Skaalum, lærari í Skúlanum á Argjahamri, bloggar

1. apríl 2020

Aftan stongdar dyr eg siti, og nú skal eg siga frá… – um tú kendi sangin, so giti eg, tú sang við ;-) Má líka byrja við at siga, at eg siti ikki aftan stongdar dyr, enn í øllum førum.

Korona við k ella corona við c –  haldi ikki, at tað hevur so stóran týdning í skrivandi stund, hóast eg veit, at tað eru deildar meiningar um júst tað. Men vit eru øll samd um, at Ð’ið ikki hoyrir heima í orðinum. Men eg hugsaði, hvussu eg skuldi fáa teg at klikkja á, og fáa teg at lesa mín blogg. Tað riggaði ;-)

Eg havi 9. flokk í føroyskum, og eg veit, at tey skulu upp til endaliga próvtøku í hesi lærugrein. Hetta er fyrstuferð, at eg skal føra ein flokk upp til endaliga próvtøku, og ja, nú standi eg penur í tíðarneyð.

Eg var fullgreiður yvir, at næmingarnir skuldu í starvslæru í tvær vikur. Eg visti somuleiðis væl av øllum ferium, frídøgum osv., eg visti eisini, at eg fór at missa tríggjar dagar, tí tey skuldu á seturskúla. Eg visti eisini, at Mentamálaráðið stytti skúlaárið við einari viku.

Út frá hesum legði eg mær undirvísingina soleiðis til rættis, at eg skuldu náa at koma ígjøgnum teir tekstir, eg hevði sett mær fyri at viðgera, og afturat hesum skuldu vit fáa stundir at arbeiða við mállæru, ja, eg hevði skipað mær árið væl. Eg hevði tryggjað mær at náa alt, áðrenn vit skuldu gera hugdýpingarøki til próvtøkuna. Hugdýpingarøki ... hvat er tað? Tvætl, eg havi funnið útav, hvat tað er, og havi ótrúliga hjálpsamar starvsfelagar, ið hava vegleitt mær í, hvussu eg skal bera meg at, so hetta er ikki nakað, eg stressi um í løtuni. Men for ólukkan sum eg stressi um tíðina. Eg var als ikki til reiðar til krúnukrímsfrítíðina. Frítíð, ja, tað halda nøkur tað vera. Fleiri fólk halda, at lærarar altíð hava frí – eisini nú krúnukrímið herjar, men so er ikki. Als ikki. Eg havi, og - veit eisini, tit hava - roynt at undirvíst í mestan mun, hóast vit ikki hava verið í skúla. Takk og lov fyri foreldur, sum hesar dagar hava sitið og terpað orðaflokkar, tabellir, lisið og roknað við børnum sínum. Takk fyri teams, sum eg í skrivandi stund ikki dugi heilt at brúka, men sum eg vænti, at eg eri rímuliga stinnur í heilt skjótt.

Men mitt í øllum hesum stressinum um tíðina, ið eftir er, áðrenn eg skal føra upp til próvtøku, so siti eg og leingist eftir starvsfeløgunum og næmingunum. Mitt í longslinum, so siti eg og hugsi um allar næmingarnar, har skúlin, lærarar, námsfrøðingar og floksfelagar eru tað trygga og góða, sum tey uppliva í gerandisdegnum. Teirra góða, trygga og positiva umhvørvið. Áh, sum tað er synd, at tey ikki sleppa í skúla. Børnini við serligum tørvi og børn, sum av øðrum orsøkum kenna seg betur í skúlanum enn heima. Tað verður gott hjá teimum at sleppa aftur í vanliga gerandisdagin. Vónandi verður tað skjótt – helst beint eftir páskir. Eftir páskir, ja, tá er heldur ikki so nógv tíð eftir til próvtøkurnar. Gud viti, hvat Mentamálaráðið ger. Hvussu próvtøkur o.a. verður skipað. Kanska tey hugsa um okkum lærarar og tillaga okkurt eitt sindur.

Men tit –  nokk stressað – vaskið hendurnar væl, haldið passandi frástøðu frá fólki, gerið tað, ið mælt er til at gera, so man tað heila fara at ganga. Hetta var tað fyri hesaferð, eg fari at fyrireika undirvísing til foreldrini, og læra meg at brúka teams ;-) 

Gleðiligar páskir, tit øll!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.