Tíðindi


Kassamentalitetur

Privatskúlarnir hava sæð skriftina á vegginum og skipa seg øðrvísi. Sera gott, at onkur slóðar fyri. Sigurlaug Fossdal, lærari, skrivar

30. juni 2017

Í Skúlablaðnum 6/2016 nevnir Elin Henriksen, lærari, Klerens fúta, ið fann upp á orðið, kassamentalitetur, har sipað varð til, at vit ballaðust við brennivínskassa. Tað er, Gud havi lov, ein farin tíð. Víðari hugleiðir Elin um orðið, kassi: børn í køssum er ein annar keðiligur mentalitetur, tað, at børn ikki longur eru saman við øðrum børnum á ymsum aldrum, somuleiðis eru tey eisini minni og minni saman við vaksnum og gomlum. Avleiðingin er, at orðfeingið hjá børnunum minkar.

Nikkaði samtykkjandi, tá ið eg las samrøðuna. Orðfeingið er veruliga ein skattur, ið er um at gleppa okkum av hondum. Tað merkja vit lærarar dagliga. Og tó!! So hugsi eg, at vit eiga at vera varin at algilda slíkar útsagnir, tí tað eru sanniliga eisini undantøk. Børn, ið duga sera væl at málbera seg, eiga stórt orðfeingi og duga væl at lýsa mong ymisk fyribrigdi. Kanska tey kortini eru minnilutin.

Fyri at venda aftur til kassan, so kom hann aftur fram fyri meg, nú nýggj tímatalva verður aktuell. Her hugsi eg serliga um miðdeildina ella miðkassan.

Janus í 5. flokki kemur til læraran og sigur seg vera so móðan týsdagar og hósdagar. Júmen, hví er Janus so móður júst hesar dagar? Jú. Hesar dagarnar eru so nógvir kassar at fara í. Vit hava 6 kassar hesar báðar dagarnar, sigur hann syrgin, og tá orki eg ikki at vera til. Hinar dagarnar eru bara tveir og tríggir kassar.

Núso!! Hvussu meinar tú, Janus?

Mánadag havi eg føroyskt og danskt (2 tímar til hvørja lærugrein), altso bara tveir kassar.

Týsdag havi eg føroyskt, nátturu og tøkni, enskt, kristni, rokning og danskt, og hósdag havi eg føroyskt, rokning, kristni, søgu, danskt, enskt – og tað er so ræðuliga strævið at fara í so nógvar kassar.

Mamma Janus ringir til læraran og sigur hann ikki megna at gera øll skúlatingini til týsdagar og hósdagar. Til hinar dagarnar gongur væl. Mamman er ørkymlað, tí Janus er so stúrin at fara í skúla hesar morgnarnar, vil helst bara verða heima. Janus orkar ikki at taka støðu til innihaldið í øllum køssunum hesar báðar dagar, hvørki heima ella í skúlanum.

Hetta er bara eitt dømi, men eitt dømi tikið úr gerandisdegnum hjá rættiliga nógvum børnum í miðdeild fólkaskúlans. Orsøkirnar, at so er, eru helst fleiri. Námsfrøðilig atlit er so ikki talan um. Og eg loyvi mær at gita, at mest verður hugsað um at fáa roknistykkið at ganga upp. Vit gloyma Janus og hansara floksfelagar í hesi kassatímatalvuni, ið er gerandisdagur á nógvum skúlum.

Ein liðiligari kassi kundi verið færri kassar (les: eindir) – t.d. modultímatalvu við færri fastløgdum fríkorterum. Blokkar, har lærari og næmingar arbeiða og taka teir steðgir, ið eru neyðugir – har Janus ikki skal taka støðu til so nógvar lærugreinir sama dag.

Hetta krevur sjálvandi broytingar og nýhugsan frá hægstu leiðslu/myndugleikum, ið so má seyra niður gjøgnum alla verandi skipan, sum onkursvegna er stirvin og óliðilig. Privatskúlarnir hava sæð skriftina á vegginum og skipa seg øðrvísi. Sera gott, at onkur slóðar fyri. So … skulu vit ikki bara elta hugsanina? Traðka út úr køssunum? Gera teir rúmsáttari, so vit øll fáa fríari ræsur at virka og hugsa í? Eg droymi um ein skúladag, har eg ikki skal renna aftan á ringiklokkuni, ið stýrir skúladegnum.  

Tað er altíð trupult og svárt at traðka út úr okkara tryggu køssum. Vit vita, hvat er inni í teimum, men kanska er tað meira spennandi uttanfyri?

At lívið er býtt upp í kassar frá vøggu til grøv, er eyðkent fyri eitt vælskipað samfelag, og tað hevur sínar fyrimunir, men so sanniliga eisini sínar vansar. Tað hevði verið kul, um vit víðkaðu kassarnar eitt sindur og soleiðis bøttu um verandi leist og karmar … og um gerandisdagin hjá Janusi og okkum.

Klumma eftir Sigurlaug Fossdal, lærara, í Skúlablaðnum, sum kom í juni.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshvn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.