Tíðindi

Játtanin til føroyskt sum annaðmál má vaksa

Fíggjarliga er uppgávan at undirvísa tilflytaranæmingum í føroyskum sum annaðmál meira enn tvífaldað eftir fáum árum, men játtanin til hetta økið er ikki vaksin samsvarandi.

20.06.2022

Føroya Lærarafelag sannar, at hóast nýggjar og øktar uppgávur verða lagdar á fólkaskúlan, so minkar samlaða játtanin, ið løgtingið setir av til at reka fólkaskúlan á hvørjum ári. Henda gongdin kann ikki halda fram.

Ein av uppgávunum, sum er komin afturat í fólkaskúlanum, uttan at nøkur fígging er fingið til vega, er undirvísing í føroyskum sum annaðmál. Henda uppgávan er vaksin nógv.

- Fíggjarliga er uppgávan meira enn tvífaldað eftir fáum árum. Hetta merkist sum sjálvsagt er á øðrum støðum í fólkaskúlanum. Sjálvandi eiga hesi børn, sum eru flutt til Føroyar frá útlandinum og hvørki kenna málið ella mentanina, at fáa góða undirvísing í føroyskum sum annaðmál, men tá uppgávan veksur, so má játtanin fylgja við, segði Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags, í formansrøðu síni á aðalfundinum hjá Lærarafelagnum í apríl.

Lærarafelagið hevur víst á, at tað eigur at vera serstøk játtan til hesa uppgávu, so at vøksturin ikki bara verður feiaður undir teppið og etur av samlaðu játtanini til fólkaskúlan.

- Tað er gott, at tað kom gongd á at útbúgva lærarar til undirvísingina í føroyskum sum annaðmál. Vit harmast tó um, at henda útbúgvingin ikki tekur støði í fólkaskúlanum og fólkaskúlalæraranum, sum felagið týðiliga heitti á myndugleikarnar um at gera.

Ein onnur uppgáva, ið nýliga er komin aftrat, er at taka ímóti flóttafólki úr Ukraina. Nøkur av hesum eru børn í skúlaaldri. Formaður Føroya Lærarafelags heldur, at tað er gott, at Uttanríkis- og mentamálaráðið, Undirvísingarstýrið og Nám settu eina tilbúgving í verk at stuðla skúlunum at taka ímóti børnunum í skúlunum, og at serstøk játtan er fingin til hesa uppgávuna.

- Vit hava ikki áður tikið ímóti børnum í fólkaskúlanum, ið eru flýggjað undan kríggi, tí krevur tað eyka av okkum at møta hesi avbjóðing, og tað er gott, at løgtingið samtykti neyðugu játtanina til hetta arbeiði, so at annað arbeiði í skúlanum kann halda fram ótarnað.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.