Tíðindi

Inntøkurnar hjá foreldrunum meiri at siga fyri skúlaavrikini hjá børnunum enn áður hildið

– Tað kann benda á, at barnagarðar og skúlar ikki nóg væl megna at útjavna sosialar munir, heldur granskari.

11.11.2022

Noreg verður sagt at vera eitt mobilt samfelag. Tað vil siga, at øll hava mest sum javnbjóðis møguleikar at gera tað betri – ella verri – enn foreldur síni.

Men ein kanning, sum Knut Røed legði fram á IAREP-ráðstevnuni við Universitetið í Agder fyri stuttum, vísir úrslit, sum eru minni hugalig.

– Hjá teimum børnum, sum eru illa fyri sosialt og fíggjarliga, er mobiliteturin fallandi, sigur Knut Røed, búskaparfrøðingur og granskari við Frischsenteret við forskning.no.

Kanningin er partur av eini størri verkætlan, sum hann arbeiðir við í samstarvi við Simen Markussen, granskara við Frischsenteret.

Á IAREP-ráðstevnuni løgdu granskarar úr øllum heiminum fram kanningar um búskaparliga sálarfrøði.

Soleiðis hava granskararnir mátað foreldur og barn

Íbúgvarnir í øllum landinum hava tikið lut í kanningini. Øll eru fødd í tíðarskeiðnum millum 1952 og 2002.

Hesi hava fingið tvey tøl, eitt fyri, hvussu nógv foreldrini forvinna í inntøku, og eitt fyri hvussu nógv tey sjálv forvinna. Í øðrum samanberingum luta granskararnir foreldrainntøkurnar sundur í 10, frá hægstu inntøkuni til ta lægstu.

Luttakararnir, sum eru føddir millum 1990 og 2002, hava fingið eitt tal, sum tekur støði í endaliga miðaltalinum, tey fingu, tá ið tey vóru liðug í fólkaskúlanum. 

Inntøkutalið lýsir, hvussu nógv tú forvinnur sum vaksin samanborið við onnur í sama ættarliði. Við høgum mobiliteti er samanhangurin millum hesi tølini veikur.

Idealið: Øll kunnu hava eydnuna við sær, sama hvat status foreldrini hava

Fyri búskaparfrøðingar, sum ganga høgt upp í javnbjóðis møguleikar fyri øll, er idealið eitt samfelag, sum er ógvuliga mobilt.

Í einum samfelagi, sum gjøgnumgangandi er ógvuliga mobilt, er lítið samband millum inntøkuna hjá foreldrum og útbúgvingina og inntøkuna hjá børnunum.

– Tá hava øll rímiliga góðar møguleikar at klára seg væl fíggjaliga, sama hvussu foreldrini eru fyri, sigur Røed.

Noreg er framhaldandi eitt mobilt samfelag, samanborið við flest onnur lond. Men tað sær út til at ganga skeiva vegin. Í øllum førum fyri tey, sum eru vaksin upp í teimum fátækastu familjunum.

– Tað eru ongar dramatiskar broytingar, men tað er ein týðiligt gongd, sigur Røed.

Ættarliðið eftir seinasta kríggj mobilt

Í eldri kanningum hava granskararnir sæð, at børn úr teimum fátækastu familjunum eru eftirbátur á arbeiðsmarknaðinum.

Á tann hátt eru tey verri fyri, tá ið talan er um inntøku, samanborið við javnaldrarnar.

Fyri at finna út av hesum hava granskararnir hugt at øllum felags eyðkennum hjá teimum, sum vóru fødd frá 1950-unum til síðst í 1970-unum. Síðan hava teir samanborið, hvussu inntøkan hjá teimum var, samanborið við inntøkuna hjá foreldrunum.

Eitt samfelag við høgum mobiliteti er eyðkend av, at inntøkan hjá foreldrunum sigur lítið um, hvussu væl børnini klára seg, tá ið tey gerast vaksin.

Granskararnir hava skjalprógvað, at mobiliteturin í Noregi er høgur. Men talan er eisini um eina fallandi gongd galdandi fyri tey, sum eru fødd eftir 1950. Tað er serliga galdandi fyri tey, hvørs foreldur hava lága inntøku.

Máta skúlaavrik versus inntøkuna hjá foreldrunum

Fyri at máta, hvussu mobil ung eru í dag og gjøgnum ættarlið hava Røed og Markussen hugt at hvussu nógv foreldrini forvinna, og hvussu børnini kláraðu seg, tá ið tey gingu í fólkaskúla.

Tey ungu í hesi kanningini vóru fødd millum 1990 og 2002. Tað vil siga, at tey í dag er frá 20 ár og upp til 32 ár.

– Nógv av hesum eru ikki komin so langt, at tey forvinna eina inntøku enn. Tí hava vit í staðin hugt at, hvussu tey verða stigmett við støði í, hvussu tey hava klárað seg í skúlanum, sigur Røed.

Granskararnir vísa eisini á, at greiður samanhangur er millum, hvussu tú klárar teg í skúlanum, og hvussu nógv tú forvinnur sum vaksin.

Tey fátækastu børnini gerast eftirbátur

Við lágum mobiliteti forvinna børnini tað sama sum foreldrini, men við høgum mobiliteti kunnu tey enda alla staðni.

– Sum heild er tað framhaldandi talan um eina minking í mobiliteti samanborið við fyrr, sigur Røed.

Hetta er serliga galdandi fyri børn í teimum fátækastu familjunum, um somu tíð sum miðalstættin er komin betur fyri seg.

Nógv umsorgan flýtur yvir í samfelagnum

Granskararnir eru eitt sindur ovfarnir av úrslitunum.

– Seinastu áratíggjuni er nógv av umsorganini flutt úr heiminum yvir í samfelagið. Vit hava havt eina stóra øking í talinum á børnum, sum ganga í barnagarði, sigur Røed.

Barnagarðar minka um týdningin av foreldrainntøkuni. Tí væntaði hann øktan mobilitet, sigur hann, men soleiðis var ikki. Hann heldur, at frágreiðingin er paradoksið, at sumt togar í hvør sína ætt.

Útbúgving er vorðin týdningarmiklari

Í sama tíðarskeiði er útbúgving vorðin upp aftur meiri umráðandi fyri at klára seg væl og fáa eitt væl lønt arbeiði.

– Tað kann vera, at foreldur, sum forvinna sera nógv, leggja nógva tíð og orku í skúlaarbeiðið hjá børnum sínum og útbúgvingina; tey hjálpa við skúlatingunum og leggja størri trýst á børnini, sigur Røed.

– Hóast tað, so sær tað út til, at samfelagið ikki megnar at viga upp fyri tí, sum foreldur, ið forvinna mest, kunnu geva børnum sínum við alla tíðina at vera á síðulinjuni. Foreldur í dag eri meiri saman við børnum sínum og gera nógv ymiskt saman við teimum, meiri enn áður. Tað er hugsandi, at hetta hevur nógv at siga fyri børn, sum koma úr familjunum, sum fíggjarliga eru sera væl fyri, og at tey fátækastu børnini halta afturá í so máta, sigur Røed.

Hvussu nógv hevur tilflyting at siga?

Nógv í tjúgunum og tretivunum hava bakgrund sum tilflytarar í annað-, triðja- og fjórða ættarliði – nógv fleiri enn áður.

– Hvat hevur hetta at siga fyri mobilitetin, sum til dømis málsliga?

– Tilflyting hevur nógv at siga. Tilflytarar eru yvirumboðaðir í bólkinum av foreldrum við lágari inntøku. Og nógv av børnum teirra hava stríðst við at fáa eina góða útbúgving, sigur Røed.

Men myndin er ikki eintýdd. Í summum tilflytaraumhvørvum eru nógvir tilflytarar í øðrum og triðja ættarliði, sum nema sær høga útbúgving, samanborið við norðmenn í sama inntøkubólki.

– Tey eru í báðum endum á stiganum. Nógv tilflytaraforeldur eru ógvuliga ambisjøs vegna børn síni og vænta, at tey fáa sær útbúgving sum lækni, advokatur ella verkfrøðingur, sigur Røed.

Kelda: forskning.no

Á myndini Knut Røed, granskari


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.