Tíðindi

Innskúlingin eigur at verða kollvelt

Ov nógvir tímar í innskúlingini gera næmingarnar móðar. Næmingarnir eru ov troyttir og fáa tí lítið burtur úr seinnapartstímunum.

28.03.2019

Um vit skulu fyribyrgja hesum, mugu heilt stórar broytingar til; innskúlingin skal kollveltast. Neyðugt er við einkultum tímum heldur enn dupultum, og ein løta við rørslu, sangi ella øðrum ítrivi skal vera millum hvønn tíma heldur enn eina ferð um vikuna. Einans á henda hátt fara næmingar í innskúlingini at orka at hugsavna seg allan skúladagin. Tað halda, Bjørg A. Poulsen og Elin Olsen, sum eru lærarar í Skúlanum á Argjhamri. Tær hava arbeitt sum lærarar ávikavist síðan 1988 og 1997, flestu árini í innskúlingini.

Innskúlingin eigur at verða broytt fullkomiliga, halda tær.

- Vit áttu ikki at havt dupulttímar í innskúlingini, tí tað eru tey als ikki til reiðar til, og tey orka tað ikki.

Elin heldur, at ein loysn kundi verið at skipað skúladagin soleiðis, at innskúlingin hevði einkultar tímar á 45 minuttir heldur enn blokkar á 90 minuttir. Síðan skuldu tey havt eina løtu millum hvønn einasta tíma, har rørsla, sangur, søga ella okkurt kreativt arbeiði varð fyriskipað.

- Eg haldi ikki, tað er rætt, at næmingarnir hava ítrótt ein dag um vikuna og sang ein dag um vikuna. Vit áttu heldur at býtt tað sundur millum hvønn tíma, tí næmingarnir hava tørv á at røra seg, brúka kroppin, flenna og fáa luftskifti fyri at orka at hugsavna seg. Júst í okkara skúla hava fleiri av næmingunum gingið í forskúla í eitt ár frammanundan og eru tí von við, at dagurin er býttur sundur í stuttar løtur. Tí hevði tað verið upplagt at royndarkoyrt hugskotið, leggur Elin afturat.

Bjørg leggur afturat, at meira átti at verið gjørt fyri at kanna hvørt einstakt barn fyri at vita, um tað er nóg búgvið at fara í skúla. Summi børn hava gott av at bíða eitt ár, til tey eru betur til reiðar, fyri teirra egnu skyld. Heldur tað enn, at barnið klárar seg so illa í fyrsta flokki, at tað má taka árið um aftur, eru Bjørg og Elin samdar um.

Bjørg heldur, at lærarar - serliga í innskúlingini - áttu at undirvíst færri tímar um vikuna. Hon heldur, at í sínum føri hevði tað verið hóskandi at undirvíst 3 tímar færri um vikuna, og teir tímarnar hevði hon brúkt til at lagt til rættis betri, meira fjølbroytta undirvísing.

- Sum nú er, eru nógv viðurskifti, sum taka tíð, og sum eru við til at ovbyrja læraran, og tí er ikki altíð, at lærarin hevur nóg góðar stundir at fyrireika seg so væl, sum hann kundi hugsað sær, leggur hon afturat.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2019, sum júst er komið.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.