Tíðindi

Innovatión í skúlahøpi

Innovatión er ein heilt annar formur fyri skúla. Fyri tað fyrsta at koma út úr húsinum – skúlanum – og fyri tað annað at møta samfelagnum uttan fyri skúlagátt, og skúlin hevði eina sera væl eydnaða framløgu í Dansifrøi í Havn

06.06.2018

9.D í Eysturskúlanum í Havn vann mikudagin 9. mai eina kapping við einari verkætlan, ið snúði seg alt møguligt gott í tí føroysku jørðini. 9. A í Eysturskúlanum vann við at gera gott te burtur úr brenninotum. Kappingin í mentanarvikuni í Havn í mai var eitt úrslit av, at í Eysturskúlanum hildu tey seg fyri einum trimum-fýra árum síðan vera komin til tað, at tey skuldu fara at undirvísa í íverksetan – innovatión – í teimum yngru flokkunum. Framløga var í hølunum hjá Dansifrøi í Havn, men undan tí høvdu tey eina verkstovu í Eysturskúpanum 7. og 8. mai at gera klárt.

   Nýskapanarhugskotið "Hugskotið" varð stovnað í 2014. Tórshavnar kommuna legði við Hugskotinum lunnar undir eitt spírandi umhvørvi hjá íverksetarum. Fyri at styrkja menningina av einum fjøltáttaðum vinnulívi og útlitini fyri vøkstri í Tórshavnar kommunu, varð nýskapanarhús sett á stovn, og tann 9. mai vóru fleiri býráðspolitikarar í Dansifrøi og sóu og hoyrdu, hvat 9., 8., 7., 6. og 5. flokkarnir í Eysturskúlanum høvdu avrikað.

   Í átta ár hava tey havt eina íverksetarabreyt í Námi X, sum heldur til í Eysturskúlanum. Har hava tey eitt nú verið við í føroyameistaraskapinum fyri íverksetan millum fólkaskúlar í samstarvi við íverksetarar í Klaksvík. Úr tí spratt so tann tankin, at tey í Eysturskúlanum skuldu fara at undirvísa í nakrar tímar í teimum yngru flokkunum.

   - Mann sær samfelagið í øllum sínum diversiteti, sum tað er at sleppa at leggja fram við ymiskum fyri ymisk, sigur Petur Hentze Niclasen, lærari í Eysturskúlanum í Havn.

   Hann heldur, at allir flokkarnir kláraðu seg væl, øll høvdu orðið í hvørjum einstøkum bólki, og tað er ein stórsigur hjá hvørjum einstøkum næmingi at tora at trína fram.

   Næmingarnir høvdu tikið ymiskt úr føroysku náttúruni í sambandi við hesa innovatiónskappingina í Dansifrøi. Tey høvdu til dømis gjørt krem úr tara og te úr brenninotum.

   - Dagarnir vóru øgiliga avmarkaðir, tíðin var rættiliga avmarkað, tí at flokkarnir høvdu tríggjar-fýra tímar um dagin í tríggjar dagar at koma ígjøgnum eina rúgvu av tingum, so vit komu ongantíð til tað at gera prototypuna fult út, sigur Petur Hentze Niclasen.

   Hetta við prototypuni skal skiljast soleiðis, at næmingarnir kláraðu ikki at gera eina kompletta kannu av te, teir megnaðu ikki at gera til dømis andlitskremið úr tara. Teir komu ikki so langt, men hugskotið var har. Tað næsta stigið hevði verið at gjørt prototypuna so at siga.

   - Vit vænta ikki, at hvør einasti næmingur verður íverksetari; mann plagar at siga, at kanska ein í einum skúlaflokki er potientiellur íverksetari.

   Tað frá at vera íverksetari og til, at tað eydnast, er so aftur ein avbjóðing. Eitt dømi kundi verið, at ein av tjúgu verður ein góður fótbóltsspælari, men við eini slíkari verkætlan í fleiri stigum, royna næmingar og lærarar at ala og eggja til at fáa nøkur amboð at arbeiða við saman við øðrum bólkum og soleiðis fáa hugskot um loysnir, ið kunnu brúkast í øllum lívsins viðurskiftum.

   - Hugsa vit um næmingarnar, so kann tað sjálvandi brúkast í øðrum skúlahøpi og framtíðarútbúgving eisini.

   Sambært Peturi Hentze Niclasen hava tey í Eysturskúlanum staðfest, at hesir næmingarnar hava tikið ábyrgd av øllum tí, teir hava gjørt í hesi innovatiónstilgongd.

   - Í samfelagsligum høpi royna vit at skapa gróðarbotn fyri møguligum íverksetarum, og sum skúli hevur mann jú ábyrgd av, at ala hesa ábyrgdarkensluna fram.

   Í Nám X-høpi eru nógv av teimum, sum hava gingið á íverksetarabreytini, farin víðari í handilsskúla, studentaskúla og so aftur víðari sum íverksetarar. Ofta verður sagt, at jú yngri mann byrjar, jú betri eru líkindini fyri, at tað fer at lukkast hjá teimum.

   Tað hevur víst seg í fleiri førum.

Myndin:

Petur Hentze Niclasen, lærari í Eysturskúlanum í Havn, heldur, at allir flokkarnir kláraðu seg væl við innovatiónini framløgudagin 9. mai í Dansifrøi, og tað er ein stórsigur hjá hvørjum einstøkum næmingi at tora at trína fram

Tekstur og mynd: Sonne Smith

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.