Tíðindi

Inniumhvørvið í skúlastovuni kann elva til sjúkufráveru

Tað er nógv at vinna at raðfesta inniumhvørvið í fólkaskúlanum, eitt nú minni sjúkrafrávera og betri trivnaður

10. september 2020

Vit vita frá gransking, at tað hevur ávirkan á trivnaðin og innlæringina hjá næmingunum, um inniumhvørvið er vánaligt og hevur stórt CO2-virði. Vit vita eisini, at gott inniumhvørvi kann minka um sjúkufráveruna hjá lærarum við 4 prosentum, og at innlæringin hjá næmingunum kann økjast svarandi til eitt ár eyka í undirvísing alla skúlagongdina. Tí er tað á ongan hátt nóg gott, tá ið ein kanning frá 2017 í Danmark staðfestir, at 9 av 10 næmingum eru fyri ov nógvum CO2 í skúlastovunum, enn tað myndugleikarnir meta er ráðiligt.

Í eini grein í danska blaðnum hjá verkfrøðingum stendur, at inniumhvørvið í fólkaskúlunum í Danmark er versnað, síðan nýskipanin av skúlanum var sett í verk fyri 5 árum síðan. Lærarar hava størri sjúkufráveru, og Arbeiðseftirlitið hevur fingið fleiri fráboðanir. Heildagsskúlin fær skyldina fyri gongdina. Granskarar, skúlastjórar og lærarar eru samdir við hesi niðurstøðuni.

- Vit hava skrásett størri sjúkufráveru, har vit ikki kunnu vísa aftur, at orsøkin er vánaligt inniumhvørvi, sigur Thomas Andreasen, sum er formaður fyri arbeiðsumhvørvisráðið í danska lærarafelagnum.

Tøl frá myndugleikunum vísa, at sjúkufráveran hjá lærarum er økt 12 prosent, eftir at heildagsskúlin var settur í verk. Nýggja arbeiðstíðaravtalan ásetir, at ein lærari er í skúlaum 40 tímar um vikuna samanborið við 25 tímar, áðrenn avtalan kom í gildi, upplýsir danska lærarafelagið.

Formaðurin fyri danska skúlaleiðarafelagið, Claus Hjortdal, heldur eisini, at longri dagar í skúlanum eru orsøkin til øktu sjúkufráveruna.

- Við nýskipanini er trýstið á inniumhvørvið uppaftur størri. Áðrenn nýskipanin var sett í verk, fekk ein lærari, sum var illa fyri, sær tvær panodil og fór inn í skúlastovuna aftur. Í dag hava teir 8 tímar og verða tí heima, sigur hann.

Arbeiðseftirlitið kennir trupulleikarnar. Fólkaskúlin hevur leingi verið tað arbeiðsplássið í Danmark, sum fær flest átalur orsakað av vánaligum inniumhvørvi.

Les alla greinina: http://www.ic-meter.com/wp-content/uploads/2015/10/2015-10-20-Ingeniøren-Lærerne-mere-syge.-Indeklima-forværret.pdf


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.