Tíðindi

Inkluderandi skúlin – eitt sjónarhorn

Skúlin skal vera fyri øll. Hetta ljóðar gott og rætt, men hvussu kann tað lata seg gera í praksis? Tað sýnist, sum at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu skúlar kring landið velja at gera fyri at røkka hesum máli. Og spurningurin er, hvussu tað eydnast.

16. september 2020

Síðstu tíðina hava vit hoyrt nógv um sertilboð í skúlum. Onkur skúli hevur onki sertilboð inni í sjálvum skúlanum, men hevur eina eind knýtta at skúlanum, sum er staðsett aðrastaðni. Og onkur annar skúli júst hevur sett á stovn nýtt sertilboð á skúlanum sjálvum. Eg fari ikki at koma inn á, hvat er rættari ella skeivari, men um vit tosa um ein inkluderandi skúla, so má talan í hvussu er vera um ein skúla, sum eisini rúmar næmingum, ið hava tørv á einum sertilboði.

Í Århus settu tey í 2016 nakrar serligar flokkar á stovn í Katrinebjergskolen, sokallaðar NEST-flokkar, og síðani hava fleiri danskir skúlar sett NEST-flokkar á stovn. NEST byrjaði á Manhattan í New York í 2003 og byggir á tankar um, at:

”børn eru meira lík enn tey eru ymisk”

”børn gera tað, tey kunnu, so tey, ið kunnu gera nakað annað, eru tey vaksnu, sum eru um barnið”

”um næmingar ikki læra soleiðis, sum vit læra tey, so mugu vit undirvísa teimum, so at tey læra”.

Í NEST-flokkum eru 16 næmingar. Samansetingin skal vera soleiðis, at 4 av næmingunum skulu hava fingið diagnosuna autismu og verða ávístir til serflokk, meðan hinir 12 næmingarnir í flokkinum eru sokallaðir vanligir næmingar. Í øllum tímum eru tveir javnstillaðir lærarar um undirvísingina, sum arbeiða eftir co-teaching-mátanum. Undirvísingin er løgd til rættis við styrkunum hjá næmingunum fyri eyga, og hvussu hon kann stuðla upp undir atburðin, sum ynski er um, at næmingurin skal læra. Dagurin er struktureraður og merktur av dagligum rutinum, sum næmingarnir kenna aftur. Á tímatalvuni eru m.a. rørsla, kreativar lærugreinar, mentalisering og yoga. Undirvísingin verður stuðlað við visuellum hjálparamboðum. Harumframt hava næmingarnir við autismu 3 tímar um vikuna, har tey læra meira um sosialar førleikar og atburð, sum kunnu vera truplir hjá børnum við autismu.

Kring flokkarnar er eitt toymi, umboðað av námsfrøðiligu-sálarfrøðiligu ráðgevingini, sum hevur útgreinað børnini, tveimum sálarfrøðingar og lærarunum, og tey hittast í byrjanini hvørja viku, og síðani aðru hvørja viku, fyri at leggja undirvísingina til rættis. Innrættingin av flokshølunum tekur støði í trivnaði, læring og menning, og at allir næmingar skulu føla seg tryggar. Harumframt eru felags grundvirði, sum øll skulu halda seg til, tvs. lærarar og leiðsla, og øll, sum eru knýtt at flokkunum, og øll eru saman um hetta, eisini foreldur.

Kanningar vísa, at næmingar við autismu, sum ganga í NEST-flokkum klára seg betur og læra meira, enn teir, sum ganga í einum sertilboði, har teir ikki á sama hátt eru við í felagsskapinum við ”vanligu” næmingarnar. Og tað serliga áhugaverda er, at tað eisini vísir seg, at næmingarnir í NEST-flokkum, ið onga diagnosu hava, klára seg betur enn miðal næmingurin annars. Sostatt ber til at siga, at allir næmingarnir mennast fakliga, sosialt og kensluliga við at ganga í flokki saman, og verða undirvíst eftir hesari tilgongd, sum upprunaliga vendir sær til næmingar við autismu.

Keldur:

https://www.folkeskolen.dk/587154/nest-klasser

https://www.aarhus.dk/borger/pasning-skole-og-uddannelse/skole-sfo-og-klub/andre-skoletilbud/nest-en-skole-for-alle/nest-klasser-god-laering-for-alle/#5

https://www.stjerneskolen.dk/pdagogik

Tekstur: Ragnhild Olsen

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.