Tíðindi

Ikki líkamikið, hvussu skúlin loysir samskiftistrupulleikar

Kunnu foreldur loysa trupulleikar í skúlanum heimanífrá? Henda spurningin umrøður Gitte Klein, lærari, í grein í Skúlablaðnum

7. november 2019

Tá talan er um samskiftistrupulleikar í skúlaflokkum, kunnu teir koma til sjóndar sum trupulleikar við relatiónunum og samskiftinum millum næmingar og lærara ella næminganna millum. Millum vanligastu samskiftistrupulleikar eru ófriður, ósemjur av ymsum slagi: happing og útihýsan ella fakligar avbjóðingar og so framvegis. Tá samskiftistrupulleikar stinga seg upp, er týdningarmikið, at eitthvørt verður gjørt alt fyri eitt, tí gransking vísir, at læriúrtøkan hjá næmingum hongur neyvt saman við, hvussu næmingarnir trívast í skúlanum (Guttman og Vorhaus, 2012 & Hattie, 2008). Umframt hetta økja trupulleikar í skúlanum sannlíkindi fyri, at næmingurin eisini fær trupulleikar uttan fyri skúlan, og tí er umráðandi, at skúlin setir átøk í verk viðvíkjandi trivnaðinum beinanvegin.

Tað er tó ikki líkamikið, hvussu skúlin roynir at loysa hesar trupulleikar. Í ávísum førum kunnu vælmeinandi royndir at loysa trupulleikarnar nevniliga enda við júst tí øvuta – at trupulleikin økist, og samstarvið millum heim og skúla slitnar.

Sosialur arvur sum orsøk til trupulleikar

Tá samskiftistrupulleikar stinga seg upp, er tað ikki óvanligt, at man roynir at finna frágreiðingar um, hví barnið hevur hesa atferðina. Líka so vanligt er tað at leita eftir svarinum í heimligu viðurskiftunum, negativa sosiala arvinum ella diagnosum. Hetta kemur til dømis til sjóndar, tá man ger sær tankar um, hvussu barnið hevur tað heima við hús, tá man ringir heim og spyr, um barnið svevur nóg mikið, um tað situr ov nógv við skermi, ella um tað íðkar ov nógva ítrótt. Í hesum spurningum liggur ein hugsan um, at heimligu umstøðurnar hjá barninum helst eru orsøk til atburðin hjá barninum, og tá heimligu umstøðurnar eru orsøkin til trupulleikan, er tað eisini her, at loysnin skal finnast. Henda hugsanin ávirkar, hvørjar spurningar lærarin setir foreldrunum, hvat lærarin leggur dent á, og at enda, hvussu hann handlar, og sostatt hvørjar møguleikar skúlin hevur at bøta um samskiftistrupulleikan.

Gransking vísir, at millum 9 og 15% av børnum eru útsett ella lítilsgjørd (marginaliserað) (Ottosen, 2010). Umleið helvtin av teimum koma úr “vælvirkandi familjum”, har eingin vandi er fyri negativum sosialum arvi (Benjaminsen et.al. 2015). Hetta merkir, at eksklusjón fer fram allastaðni, og hon rakar øll – eisini “vælvirkandi” familjur (Lund, 2017), og tí er frágreiðingin um heimligu viðurskiftini sum orsøk til atburðin hjá barninum ikki ein hent frágreiðing, tá roynt verður at loysa samskiftistrupulleikar. Vandin við at hyggja at samskiftistrupulleikum sum nøkrum, sum hevur røtur í heimliga umhvørvinum, er, at lærarin missir nógvar møguleikar at handla. Ein kann siga, at hugsanarhátturin um sosialan arv ella trupulleikar í heiminum avmarkar handlimøguleikarnar hjá læraranum og harvið eisini møguleikan at loysa trupulleikan.

Ótilætlað gongd?

Ein ph.d.-verkætlan, ið Gro Emmertsen Lund hevur gjørt, vísir, at tá ólag kemur í samstarvið millum foreldur og lærarar, kann tað enda við eksklusjón. Í verkætlanini hevur hon kannað, hvussu 20 ymiskar familjur úr miðalstættini uppliva handfaringina hjá skúlunum av samskiftistrupulleikum. Granskingin vísir, hvussu næmingurin og familjan verða ekskluderað úr skúlanum orsakað av mátanum, sum skúlin handfer samskiftistrupulleikarnar. Handfaringin av samskiftistrupulleikum fer fram eftir einum ávísum mynstri ella í einum eksklusjónssnyrli, sum kann elva til, at samstarvið millum heim og skúla verður kvett, at man gevur upp, hevur ein øðrvísi atburð móti næminginum ella í ringasta føri, at næmingurin flytur skúla. Í stuttum vísir granskingin, at familjurnar kenna, at tær verða positioneraðar sum skeivar, truplar og ikki sinnaðar at samstarva og so framvegis. Á henda hátt kenna familjurnar seg lítilsgjørdar (marginaliseraðar) og at enda ekskluderaðar (Lund, 2017). Tey yrkisligu handla í allarbestu meining, og tey vilja loysa trupulleikan, men gongdin gjøgnum eksklusjónssnyrilin er ótilætlað og úrslit av grundleggjandi hugsanum og sostatt handlingum, sum tey yrkisligu gera, tá tey uppliva samskiftistrupulleikar í skúlanum og í samskiftinum við foreldrini.

Les alla greinina í Skúlablað nr 5, 2019

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.