Tíðindi

Hvørjum verða næmingar happaðir við?

At kalla sæst í stóran mun í kanningini, ið varð almannakunngjørd í mai, sum verandi ein liður í mátanum at happa uppá.

06.09.2019

Vit vita frá næmingunum í happingarkanningini, at teir verða happaðir við ávísum viðurskiftum, so sum kroppi, húðarliti, seksualiteti, máli, familju og mongum øðrum. Hesi viðurskifti siga nakað um tolsemi í umhvørvinum, og at ymiskleiki verður virðisbólkaður.

Tað sigur uppaftur nakað um, at felagsskapurin, næmingarnir eru í, er ótryggur og at tað verður leitað eftir, hvat kann geva meiri og minni tign og virðing. Í ótryggum felagsskapum er tolsemið lágt. Tað er umráðandi at leggja sær í geyma, at næmingar verða happaðir við onkrum, t.d. kropsskapinum og ikki orsakað av kropsskapinum, ella tí at kroppurin sær soleiðis út ella er so vorðin.

At kalla sæst í stóran mun í kanningini sum verandi ein liður í mátanum at happa uppá. Ginger, babs, gay, homo, alkoholikari, hora, hestur, kúgv, feiti, tjúkka, ljóta eru dømi um kalling, sum særir og eyðmýkir og sum lýsir strevanina eftir at bólka hvønnannan, soleiðis at tað kann gerast greitt, hvør fær innihýsing og hvør fær útihýsing í felagsskapinum.

Í frágreiðingini, sum er skrivað út frá happingarkanningini, verður sagt, at í eyðsýndum happistøðum kann tað kanska sýnast vera lætt at síggja og eyðmerkja positiónir hjá næmingum, har onkur er aggressivur og áleypandi, og onkur er veikur og sárbærur, sum kann freista til at hugsa, at einstaklingsfatanin um happing er tann betri mátin at skilja happing uppá. Tað er tó sjáldan, at børn vísa fasta, áhaldandi negativa ella undirbrotliga persónleikaskipan í einum virðiligum umhvørvi.

Samskifti er atferð

”One cannot not communicate”. Sambært samskiftissteoriini hjá Palo-Alto-bólkinum (Watzlawick et al.,2014) kann menniskjað ikki ikki-samskifta. Øll atferð er samskifti og alt samskifti ávirkar atferð. Alt sum vit gera er boðskapur fyri onnur. Tað, sum vit siga og gera ella ikki siga og ikki gera, tónalag, andlitsbrøgd og kropsmál fortelur teimum, vit eru í relatión við, okkurt. Hvat hetta okkurt er, er tengt at dygdini í relatiónini og samanhanginum og er harvið eisini tengt at mentanini í umhvørvinum.

Í kanningini sigur ein næmingur:

”Okkara flokkur er eitt sindur sarkastiskur, so man má vera vanur við at fáa onkrar viðmerkingar, men eg taki tað ikki so tungt.”

Látur, skemt, ironi og sarkasma eru øll amboð í samskiftinum, sum ikki hava eintýðugan týdning. Í einum flokki, har ótryggleiki valdar og har felagsskapurin er hóttur, hava øll ofta ikki somu atgongd og møguleika til at skilja boðskapin. Tá merkingin verður eftirlýst við at ein næmingur t.d. spyr ella sigur frá, er svarið ofta, at tað var onki ella tað var bara skemt. Hetta er ein máti at útihýsa og tillátursgera.

Ein næmingur sigur:

”Fleiri siga ting við meg, sum tey “ikki meina nakað ringt við” ella eru ímóti nøkrum tingum, sum eg sigi, sum tey herma eftir ella halda vera býtt.”

Ironi kann sigast at vera ein óbeinleiðis máti at geva sína meining og hugsan til kennar, meðan sarkasma kann sigast at vera óndskapsfull ironi. Bæði eru niðurbrótandi mátar at samskifta uppá í einum skúlaflokki og eru tekin um happimentan.

Í kanningini síggja vit, hvussu nógv hesir úthýsandi mátarnir at samskifta uppá fylla í gerandisdegnum hjá næmingunum og tekur orku frá teimum. Happing nýtist ikki at vera so sjónlig og larmandi, hon kann ganga stillisliga fyri seg.

Ein næmingur sigur:

”Eg verði ikki ordiliga happað, men eg havi følt meg uttanfyri onkuntíð, og ikki hildið tað vera stuttligt, sum onnur hava sagt sum skemt um meg.”

Tað er tó, sambært Helle Rabøl Hansen, ikki sjálvur mátin, tað verður happað uppá, sum er avgerandi fyri, hvussu vit skulu skilja eina hending ella avgera, hvørt okkurt er happing ella ei. Tað avgerandi er, hvørt hendingin – ætlað ella ikki-ætlað viðvirkar og elvir til úti- hýsing.

Tað var í mai, at nýggj kanning av happing í 5., 7. og 9. flokki var almannakunngjørd. Úrslitið vísir, at 11 % av næmingunum eru fyri happing viðhvørt og ofta; ringast stendur til í 5. flokki. Kanningin er gjørd í seinnu helvt av november og desember í 2018. Næmingarnir hava svarað 33 spurningum talgilt. Við nýggju kanningini ber einstøku skúlunum, sum hava tikið lut í kanningini, at fáa vita, hvussu støðan er á teirra skúla, um ynski er um tað; hetta er tó bara møguligt, um skúlin hevur í minsta lagi 20 næmingar í hvørjum av árgangunum, sum spurdir eru. Svarprosentið er rættiliga høgt; 2020 næmingar í trimum árgangum svarar til 89,5 % av samlaða næmingatalinum í hesum árgangum.

Les happingarkanningina á mmr.fo

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.