Tíðindi

Hvørjar lærugreinir skulu vera í skúlanum?

Tá ið broytingarnar við lærugreinum og tímatali eru blivnar gjørdar, hevur tað sjálvsagt verið gjørt í góðari meining. Endamálið hevur verið at veita eitt betri tilboð og at lyfta fakliga stigið. Tó tykist tað viðhvørt heldur tilvildarligt, hvussu farið verður fram. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

26.02.2021

Síðstu 10-15 árini er vikutímatalið í fólkaskúlanum hækkað. Í byrjanardeildini er tað hækkað munandi, og í 4. fl. bleiv enskt nýggj lærugrein við tveimum tímum um vikuna fyrst í hesari øldini. Hyggja vit so longri upp í skipanina, eru eisini fleiri tímar settir inn har. Í 7., 8. og 9. fl. er samfelagsfrøði nýggj lærugrein við tveimum tímum um vikuna til hvønn árgang. Alis-/evnafrøði er eisini farið úr tveimum upp í tríggjar tímar um vikuna í 8. og 9. fl. Aftur at hesum kann eisini nevnast, at týskt aftur er blivið krav á hugbreyt á miðnámi, og tað ger, at nógv fleiri næmingar í 8. og 9. fl. aftur velja týskt. Týskt er 4 tímar um vikuna.

Lat meg gera púra greitt, at eg fegnist almikið hvørja einastu ferð, landsins leiðsla er sinnað at játta fólkaskúlanum fleiri tímar. Skúlin er bulur í samfelagnum, og tí má hann støðugt styrkjast og fáa ta játtan, sum krevst. Tað er tó skjótt at staðfesta, at eitt úrslit av tímunum, sum eru komnir afturat, er, at skúladagarnir í dag eru nógv longri, enn teir hava verið. Og tað sigur seg eisini sjálvt, at tað ber ikki til at blíva við at seta fleiri tímar á tímatalvuna, uttan at okkurt annað verður tikið burtur. Einaferð verður fult.

Tá ið broytingarnar við lærugreinum og tímatali eru blivnar gjørdar, hevur tað sjálvsagt verið gjørt í góðari meining. Endamálið hevur verið at veita eitt betri tilboð og at lyfta fakliga stigið. Tó tykist tað viðhvørt heldur tilvildarligt, hvussu farið verður fram. Onkuntíð hevur PISA verið orsøkin, at tað av álvara bleiv sett inn á ávísum øki. Eisini er komið fyri, at okkurt mál hevur verið nógv frammi í miðlunum, og tað hevur birt upp undir broytingina. Eitt gott dømi er, tá ið enskt bleiv flutt niður í 4. fl. Eitt annað dømi er, tá ið samfelagsfrøði varð nýggj lærugrein við 2 tímum um vikuna í trimum árgangum. Ikki hissini broyting. Neyvan er nakar ímóti, at ung læra samfelagsfrøði, men tað kundi verið gjørt upp á ein smidligari máta. 

Í øllum hesum dømunum er tað politiski myndugleikin, sum broytir skipanina, og tað tykist ofta ov tilvildarligt, hvat hendir. Sjálvandi skulu politikarar hava ætlanir og hugsanir, eisini tá ið tað snýr seg um fólkaskúlan, men nøkur greið langtíðarætlan er sjáldan at hóma. Tað blívur sum oftast til onkrar her og nú-broytingar, og yvirskipaða heildin fer úr eygsjón.

Í 2019 bleiv fólkaskúlalógin broytt, soleiðis at tímar kunnu takast av lærugreinum eftir ávísum leisti og brúkast til at menna sang og tónleik og aðrar lærugreinir innan handverk og list,  vallærugreinaskipan og til at seta inn í flokkum við øktum læraratímum. Hetta gevur skúlunum størri frælsi og rásarúm at skipa sína undirvísing, og tað er gott. Men eg undrist yvir samanhangin, tá ið tað nú ber til at lækka tímatalið í søgu/samtíð, sum frammanundan bert er 2 tímar í flestu árgangum, samstundis sum samfelagsfrøði stutt síðani er vorðin nýggj lærugrein. Var tað tá so átrokandi at fáa samfelagsfrøði við tveimum tímum um vikuna í trimum árgangum inn í skúlasskipanina? Ella líkjast søga/samtíð og samfelagsfrøði kanska so mikið, at tað hevði verið nokk við einari minni broyting? Eg spyrji bara.

Veit væl, at tað altíð er lætt at vera eftirráðin, men eg haldi, vit eiga at umrøða skipanina, sum vit hava í løtuni og so alla tíðina menna hana og royna at fáa hana so góða, sum til ber. Vit kundu byrjað við at spurt, hvørjar lærugreinir vit vilja hava í fólkaskúlanum, og hvussu nógvar tímar, hvør lærugrein skal vera. Vit skulu ikki gera eina skipan, sum røkkur inn í ævinleikan, men eina skipan, sum er góð í løtuni, men so sanniliga eisini er framskygd. Eina skipan, sum tryggjar bæði næmingum og lærarum bestu umstøður at læra og virka.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.