Tíðindi

Hvørja hugsan hava politisku flokkarnir um serøkið?

Serøkið í fólkaskúlanum eigur at verða endavent, og allar skipanir, ið arbeiða upp ímóti skúlanum og eru um barnið, mugu fáast at arbeiða saman, heldur Føroya Lærarafelag. Men hvat halda politisku flokkarnir?

30.11.2022

Serøkið í fólkaskúlanum eigur at snúgva seg um næmingin fyrst og fremst. Hvønn tørv næmingurin hevur, og at hjálpin kemur skjótt.

Tað tekur alt ov langa tíð at veita einum næmingi, ið hevur tørv á serligum stuðli í fólkaskúlanum, neyðuga hjálp. Lærarin møtir á fundum og skrivar frágreiðingar, men lítil hjálp er at heinta. Tá hjálpin kemur, er skaðin ofta so stórur, at tað er trupult at koma á beint aftur. Langa bíðitíðin er skaðilig fyri næmingin, foreldrini eru í svárari neyð, og lærarin slítist upp, tí at hann hevur ikki møguleika at veita næminginum neyðugu umstøðurnar í skúlanum.

Serøkið í fólkaskúlanum eigur at verða endavent, og allar skipanir, ið arbeiða upp ímóti skúlanum og eru um barnið, mugu fáast at arbeiða saman. Hetta er alt frá læraranum, flokslæraranum, førleikastovunum, heilsufrøðinginum, Sernámi, Barna- og ungdómspsykiatriini, sosialu deildunum, TÍTT-skipanini og SSP-skipanini.

Á hvønn hátt vilja tit í einum komandi stjórn vera við til at bøta um serøkið í fólkaskúlanum, so at næmingurin fær røttu hjálp, og at hjálpin kemur skjótt?

FÓLKAFLOKKURIN (A):

Vit síggja ov ofta, at børn mugu flyta skúla og tí eisini missa felagsskapin, sum er í nærumhvørvinum. Endamálið skal vera at fáa tann einstaka næmingin at mennast so, at hann trívist og mennist í samfelagnum. Hvør einasti skúli átti at havt tilboð um serstovu, soleiðis at barnið kann mennast, trívast og læra í tí umhvørvinum, sum barnið veksur upp í.  

Nakað annað er, at førleikastovuskipanin átti at verið endurskoðað. Tað er ein generell avbjóðing, at tað er starvsfólkatrot av fólki við servitan innan serøkið. Tí er umráðandi, at útbúgvingar verða raðfestar innan serøkið so sum: ser- og orðblindalærarar, autismu- og ADHD-ráðgevarar v.m. Alla hesa servitan mangla vit í skúlum kring landið. Hetta er ein týðandi vitan og vaksandi tørvur at hava í skúlum.   

Harumframt eigur samstarvið millum Sernám, førleikastovu og lærarar/námsfrøðingar at skipast betri, soleiðis at uppgávubýtið verður javnt í mun til at hjálpa barninum. Sum støðan er nú, liggur mesta ábyrgdin á flokslæraranum, tí hinir partarnir eru ráðgevandi og vegleiðandi, meðan lærarin skal seta í verk. 

SAMBANDSFLOKKURIN (B):

Vit skulu hava barnamál sum eitt samlað málsøki, bráðfeingis sálarhjálp, ein rehabiliteringsdepil- og lóg. Sambandsflokkurin ynskir, at børn við serligum tørvi verða loftað í tíð og at sett verður inn rættstundis. Tað er ein trupulleiki, at børn detta niðurímillum skipanir, og tískil er neyðugt, at tær tænastur, sum skulu veita barninum hjálp, verða samskipaðar. Hetta skal gerast heilt ítøkiliga við einum rehabiliteringsdepli, har allar tænastur, m.a. Sernám, eru skipaðar á einum stað og eini yvirskipaðari rehabiliteringslóg, sum tryggjar rættindini hjá barninum. Rehabiliteringsdepilin tryggjar, at tænasturnar snakka saman, at barnið verður fylgt frá staðfestari diagnosu, og at ein persónsgjørd ætlan verður dagførd og endurskoðað javnan í samráð við viðkomandi partar.

Eisini fara vit at virka fyri, at bíðitíðin til útgreining verður stytt enn meir – seinasta valskeið varð útgreiningin til ADHD stytt úr 48 mánaðum niður í 20 mánaðir.

Hesi átøkini skulu taka eitt ávíst trýst av lærarunum, sum í dag leggja nógva orku í at hjálpa barninum, tá tað dettur niðurímillum ella ikki sleppur til útgreining.

JAVNAÐARFLOKKURIN (C):

Seta inn so skjótt sum til ber. Helst áðrenn skúlabyrjan. Betri samskipan millum barnagarð og skúla. Seruppgávurnar gerast fleiri og fleiri. Lærarar mugu klæðast í til at lofta uppgávunum. Hetta kann gerast á læraraskúlanum og við eftirútbúgvingum.

Tað mangla fleiri fólk til kjarnuuppgávurnar í skúlastovuni. Tvílærarskipan í allari grunddeild. Fleiri hendur at lofta næmingunum saman við førleikastovunum. Helst skulu vit hava skúlasálarfrøðingar inn í toymini saman við heilsufrøðingum og førleikastovu. Hjálpin má vera á staðnum. Tað eru ikki stundir at bíða.

Fyribyrgingarparturin er avgerandi, tí lærarir mugu arbeiða, hóast køin til útgreining bara gerst størri og størri. Lærarin hevur næmingarnar í flokkinum hvønn dag.

Eisini eiga alt fleiri skúlar at skipa smá sertilboð í smærri hølum, sum geva næmingum við avbjóðingum umstøður og frið at hugsavna seg og tó vera partur av felagskapinum í fríkorterum og í felags tiltøkum.

SJÁLVSTÝRI (D):

Ein møguleiki er, at okkara ymisku skipanir hava eina tættari relatión til skúlarnar. Tað eigur at líkjast heilsufrøðingunum og skipanini, teir hava, har okkara ymisku trygdarnet kunna koma inn á skúlan regluliga. Soleiðis kunnu lærarar kennast við hesi fólkini, og skipanin kemur at kenna økið.

TJÓÐVELDI (E):

Tjóðveldi raðfestir serøkið og harmast serstakiliga um afturvendandi kritikkkin um longu bíðitíðina, sum børn okkara og tey ungu er fyri.

Samstarvið millum skipanirnar má fáast at virka betur. Tjóðveldi ásannar, at langa bíðitíðin í serøkinum kann vera við til at økja um vøksturin av diagnosum og strongd hjá børnum okkara og teimum ungu. 

Tjóðveldi heldur, at serøkið og fólkaskúlin tí eiga at koma við boðum upp á, hvussu tær skipanir, ið hava við barnið at gera, koma at virka betur saman.
Komandi landsstýrisfólk í skúlamálum eigur tí at hava sum fokusøki at styrkja um og stytta um bíðitíðina hjá børnum, sum hava tørv á serhjálp og effektivisera mannagongdirnar, soleiðis at fundirnir millum fakpersónarnar frá ymsu deildunum verða færri og niðurstøðurnar fleiri.

Hetta eigur at hjálpa barninum nógv fyrr enn støðan er nú. Og alt annað líka vil tað eisini hjálpa foreldrum og lærarum, sum mangan kenna seg hjálparleysan í stríðnum at hjálpa næminginum. 

FRAMSÓKN (F):

Serøkið er eitt týdningarmikið øki, tí tá tørvur er á hjálp til læring og trivnað, so skal hjálpin koma skjótt, og hon skal vera tann rætta til hvønn einstakan næming. Vit meta, at fleiri av átøkunum, sum eru gjørd seinastu umleið 10 árini, eru góð: ymsar eftirútbúgvingar, førleikastovur, serflokkar o.a. Men tað er enn stórur tørvur á betri samskipan av tilboðnum til hvønn einastakan næming. Tað er ómetaliga týdningarmikið at minka um trýst á heim og skúla viðvíkjandi ivamálum, um barnið/næmingurin fær hjálp, nær hon/hann fær hjálp, hvussu hjálpin er háttað, og um hon er tann besta loysnin.

Vit vilja fara inn í hetta mál við lív og sál, tí hóttafallið er so stórt og vinningurin munagóður, um vit fáa loyst og bøtt fleiri av trupulleikunum á økinum.

Vit ásanna, at fleiri av spurningunum um normering til serútbúgvin á skúlanum eins og til flokslæraran, eru viðkomandi her. Og vit vilja virka fyri, at normeringin til ymsu sergreinarnar í førleikastovuni verður hækkað, so at skúlarnir fáa betri gagn av teirri eftirútbúgving, sum starvsfólk hava tikið.

Men at tryggja ein betri samstarvsleist millum: lærarar, flokslærara, førleikastovu, heilsufrøðing, Sernám, Barna- og Ungdómspsykiatri, sosialar deildir, SSP-skipanina og TÍTT-skipanina er ein raðfesting, vit vilja stuðla.

MIÐFLOKKURIN (H):

Landsstýrismaðurin, sum sat á økinum til 14. novembur, tók stig til eina grundleggjandi kanning av samstarvinum millum Sernám, skúlar og stovnar vegna áralangar kærur um vánaligt samstav millum serliga skúla og Sernám. Kanningin er liðug; og sera áhugaverdu úrslitini av hesari verða í løtuni útgreinað. 

Vón okkara er, at niðurstøðurnar av kanning og útgreining vísir okkum; hvar og hvør veruligi trupulleikin er. Og at vit fáa eitt grundarlag fyri neyðugum átøkum fyri at kunna rætta tey brek, sum heilt týðiliga eru í samskiftinum millum fleiri partar.

Stendur tað upp til Miðflokkin, verður ein barna- og skúlamálaráðharri, við fyridømi úr nýggju íslendsku skipanini, settur at taka sær av økinum børn og skúli. Íslendski ráðharrin hevur m.a. fulla heimild til frá degi eitt at krevja her og nú fund og samstarv millum allar skipanir, sum varða av einstaka barninum, sum verður mett at hava hjálp fyri neyðini. Á hendan hátt hvørva endaleysu bíðitíðirnar millum geirar og stovnar – og royndir úr Íslandi vísa m.a. longu, at síðani hetta arbeiði byrjaði um ársskiftið, eru, bert í Vestmannaoyggjum, 7 barnaverndarmál lokað.  

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.