Tíðindi

Hvør er uppgáva lærarans?

Í dag er tað soleiðis, at ein lærari skal vera til reiðar at taka sær av øllum, sum børn og ung hava at dragast við - og eg skal lova tykkum, at tað er nógv. Hann skal vera ”serfrøðingur” á øllum økjum, men hvør er tað? Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

18.07.2017

Tá tú søkir starv í fólkaskúlanum, stendur altíð hvørjar fakligar førleikar skúlin sóknast eftir. Harafturat stendur so eisini nakað um samstarv og so flokslærarauppávan. Tað er ikki uttan orsøk, at man fyrst og fremst søkir eftir fakligum førleikum, tí tað er fremsta uppgávan hjá lærarum, men gerandisdagurin hevur so nógv annað at bjóða.

Avbjóðingarnar eru ikki altíð lættar, men tað, sum ofta ikki strekkir til, eru fysisku karmarnir. Ein lærari kann bert vera á einum stað í senn, sjálvt um hann mangan kundi ynskt, at hann kundi verið á tveimum. Tað ber ikki til at lofta øllum, sum hendir gjøgnum ein arbeiðsdag, hvussu fegin vit vilja; hvørki tíðin ella fysisku rammurnar loyva hesum.

Í dag er tað soleiðis, at ein lærari skal vera til reiðar at taka sær av øllum, sum børn og ung hava at dragast við - og eg skal lova tykkum, at tað er nógv. Hann skal vera ”serfrøðingur” á øllum økjum, men hvør er tað? ONGIN. Hetta førir við sær, at ein alt ov stór byrða verður løgd á hvønn einstakan lærarar. Hann kann velja millum pest og kolera. At slíta seg sjálvan upp ella at siga, at hetta er ikki mítt borð. Hvørgi valini eru góð.

Tað er so stórur munur á nú, og tá eg varð liðug sum lærari, hvat annað enn undirvísing fyllir í mínum arbeiðsdegi. Hetta er ikki bert galdandi á einum skúla, men yvirhøvur. Tosar man við lærarar úr øllum landinum, so er støðan tann sama.

Um so er, at tað er meiningin, at skúlin skal taka sær av øllum, sum børn og ung hava av avbjóðingum, so er eisini neyðugt at geva lærarum neyðugu førleikarnar og ikki minst neyðugu tíðina. Ikki soleiðis, at lærarar fara á okkurt dagsskeið at læra um hetta og hatta, men at man greinar heilt neyvt, hvat er ábyrgdin hjá hvørjum. Um so er, at lærarin skal taka sær av øllum, so er eisini neyðugt at hyggja at tímajáttanini, serliga hjá flokslærarum. Sum nú er, so stekkir tíðin hjá flokslærarunum ikki til allar tær uppávur, ið stinga seg upp í gerandisdegnum.

Vit vilja øll okkara børnum og ungu tað besta, men hvat merkir tað? Tað besta hjá mær og tær er helst ikki tað sama. Vit vita frá grannalondunum, at børn og ung hava nógv at fyrihalda seg til, og ymiskt er, hvussu tey megna tær avbjóðingarnar, ið eru, men vit kunnu ikki standa tigandi og hyggja at. Tað er neyðugt at taka hond um tey ungu, og at finna fram til, hvør er besta loysnin.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.