Tíðindi

Hvør eigur besta lesiátakið?

Føroyar lesa skipar í vetur fyri kapping um besta lesiátakið skúlaárið 2023/24. Kappingin verður skipað sum opin kapping fyri allar dagstovnar, fólkaskúlar og miðnámsskúlar.

24.11.2023

Kappingin hevur til endamáls at fáa næmingarnar at lesa meira og at leggja lunnar undir góðar lesivanar. Eitt lesiátak kann vera at skipa fyri lesibingo, evnisdagar um eitt verk, at skipa lesiringar, at gera poddvarp um bøkur, bókasavnsvitjanir, lesimarathon, at gera sjónleik, sang ella annað burtur úr søgum ella okkurt heilt annað. Bara hugflogið setur markið. Høvuðsendamálið er at gera tað stuttligt fyri næmingarnar at lesa.

Eingi krøv eru fyri at luttaka, og vit vóna at so nógvir skúlar og stovnar sum gjørligt vilja luttaka. Luttakandi bólkarnir kunnu vera ein flokkur, stova, deild, lesibólkur, skúlabókasavn ella annað.

Hvør luttakandi bólkur skal lata inn eina frágreiðing um átakið. Frágreiðingin skal lýsa átakið við orðum, myndum og møguliga filmsbroti, sum tilskilar, hvussu átakið varð skipað. Ynskiligt er, at endamálið við átakinum er greitt, og at næmingarnir hava verið virknir í átakinum.

Øll innkomin hugskot verða savnað í hugskotsbanka hjá Føroyar lesa. Freistin at lata inn frágreiðing og myndir, sum lýsa átakið, er 1. mai 2024. Vinnarin verður kosin 1. juni. Tey trý vinnandi hugskotini vinna 5.000 kr. hvør. Dómsnevndin er mannað av lærarum, bókavørði, lesivegleiðara og umboðum fyri Føroyar lesa.

Les eisini: https://www.føroyarlesa.fo/grein/rithøvundavitjanir-komandi-skúlaár


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.