Tíðindi

Hvønn leiklut og týdning hevur stuðlandi leiðsla í fólkaskúlanum í Covid-19–tíðini?

Tað hevur Kalpana Vijayavarathan, ið er adjunktur í enskum og undirvísing í enskum sum fremmandamál, ph.d. á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, sett sær fyri at granska í.

20.04.2020

Ein av verkætlanunum, sum júst hevur fingið stuðul frá Granskingarráðnum, er verkætlanin hjá Kalpana Vijayavarathan; hon hevur heitið: Hvør er leikluturin og týdningurin av stuðlandi leiðslu fyri lærarum í fólkaskúlanum í Covid-19–tíðini? Hósdagin í farnu viku var greitt, at hon hevur fingið 81.744 krónur til verkætlanina.

Um verkætlanina sigur Kalpana Vijayavarathan, at Covid-19-kreppan higartil hevur havt sera stóra ávirkan á skúlaverkið í Føroyum í og við, at stórar broytingar brádliga eru settar í verk í undirvísingini og lærandi umhvørvinum. Hetta hevur noytt lærarar at tillaga undirvísingarhættir við nærum ongari tíð at fyrireika seg til stóra umskiftið. Í staðin fyri undirvísing, sum er væl løgd til rættis og væl uppbygd, er undirvísingin vorðin fjarundirvísing ella tillagað heimaskúlaundirvísing. Henda ófyrireikaða støðan er sjáldan sæð áður í skúlahøpi og er ein ógvuslig broyting hjá øllum, sum varða av skúlanum. Í roynd og veru er leikluturin og týdningurin av stuðlandi leiðslu fyri lærarum í fólkaskúlanum at megna hesar brádligu broytingarnar, sum eru íkomnar, týðandi fyri at kunna minka um strongdina hjá lærarum, sum kann verða avleiðing av hesum. Av tí at henda støðan er so sjáldsom og íkomin av viðurskiftum, sum vit ikki hava ávirkan á, er tað upplagt at granska nærri í henni fyri at fáa eina vitan, sum skúlin kann læra av og gera gagn av í framtíðini, um líknandi støður skuldu komið aftur.

Verkætlanin hevur til endamáls at:

•  Eyðmerkja avbjóðingar, sum leiðslur í skúlunum í Føroyum hava at megna brádliga íkomnar og ófyrireikaðar broytingar

•  Eftirmeta leiðsluevnini hjá skúlaleiðarum at vera lærarum til hjálpar ígjøgnum leiðsluhátt sín.  

•  Kveikja og skilmarka avbjóðingarnar, sum eru álagdar lærarum í kreppustøðuni

•  Eftirmeta hvussu væl føroyska skúlaverkið er fyri at leggja undirvísingina um umframt at fáa vitan um, hvat framtíðarskúlin kann brúka hetta til

Kalpana Vijayavarathan vónar, at nógv vilja taka lut í kanningini við at svara teldupostum, sum tey hava fingið, tí tað er ógvuliga umráðandi at tey, sum sita við leiðsluni í skúlunum, koma til orðanna í hesum avbjóðandi tíðarskeiðinum, har Covid–19 setir dagsskránna. 

Granskingarráðið hevur higartil játtað stuðul til sjey verkætlanir, sum skulu granska ymisk viðurskifti í sambandi við korona-farsóttina í Føroyum. Ein onnur tekur eisini støði í skúlanum. Tað er verkætlanin: Støðan hjá næmingum í Koronaskúlanum. Verkætlanarleiðari er Katrin av Kák, námslektari á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Herkætlanin er knýtt at øðrum verkætlanum á Námsvísindadeildini og hevur fingið 111.704 krónur í stuðli.

 

 

 

 

 

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.