Tíðindi

Hví fáa summi ógvuliga góð skoðsmál?

Ein svenskur granskari hevur fylgt nøkrum ungum fólkum í langa tíð, og hann heldur, at hann veit, hvat tað er, sum ger, at summi fáa ógvuliga góð skoðsmál

23.12.2021

Göran Nygren er granskari við Uppsala universitet í Svøríki. Hann hevur í drúgva tíð fylgt einum bólki av svenskum miðnámsskúlanæmingum í gerandisdegnum hjá teimum í skúlanum. Hann hevur verið við teimum í skúla, inni í skúlastovuni, í fríkorterinum og etið matpakka saman við teimum. Rætt og slætt hevur hann verið í hølunum á teimum í øllum tey gera í skúlanum, tí hann vil vita, hvat tað er, sum ger, at summir næmingar fáa sera góð skoðsmál, meðan aðrir ikki fáa.

Havt samrøðu

Tá ið granskarin vísti næmingunum, at hann var ógvuliga áhugaður í teimum og lívi teirra, lótu teir seg upp fyri honum, og hann koma at kenna teir væl. Aftrat hevur hann havt samrøðu við einar 50 næmingar um skúla og skúlating, og hann hevur tosað við foreldrini og lærararnar.

Tikin á bóli

Tá ið hann fór undir kanningina, helt hann, at tað, sum fór fram í skúlastovuni, hevði mest at siga fyri, hvat næmingarnir lærdu. Men soleiðis var ikki, og tað kom ávart á granskaran. Tað var í veruleikanum tað, sum hendi heima, sum hevði størst týdning, heldur hann.

Foreldur skrivaðu uppgávur fyri børnini

Tað vísti seg nevniliga, at nærum allir næmingarnir høvdu foreldur, sum gingu høgt upp í skúlan hjá børnum sínum. Foreldrini hjálptu børnunum nógv við uppgávunum, og terpaðu ymiskt saman við teimum. Umframt var tað púra vanligt, at foreldur skrivaðu uppgávur fyri børnini.

Umráðandi at kenna næmingarnar

Nógvir næmingar vildu at byrja við ikki siga, hvussu nógva hjálp teir fingu heima frá foreldrunum. Tí var tað sera umráðandi at koma at kenna næmingarnar fyri at fáa teir at siga frá. Nógvir granskarar biðja fólk svara spurningum á spurnablaði. Nygren heldur, at hann hevði ikki fingið hetta at vita, um hann bað næmingarnar svara spurnablaði.

Brúktu lærubøkurnar nógv

Næmingarnir, sum kláraðu seg best og fingu best skoðsmál, høvdu ein felagsnevnara, sigur Nygren.

– Teir vistu, hvussu teir skulu arbeiða. Tað vistu hinir næmingarnir ikki. Meðan nógvir av næmingunum fóru á internetið, tá ið teir fingu eina uppgávu, vóru teir næmingarnir, sum kláraðu seg best, mest upptiknir av lærubókini. Teir lósu tað, sum stóð í lærubókini, væl og virðiliga, áðrenn teir fóru í gongd við uppgávuna. So fóru tey til foreldrini.

Skúlatingini nógv at siga

Skúlatingini vóru avgerandi fyri at fáa góð skoðsmál, sigur hann. Foreldrini høvdu nærum uttan undantak hægri útbúgving. Tey kundu hjálpa børnunum við nærum øllum. Foreldrini gingu øll høgt upp í skúlan og skúlatingini hjá børnunum, og eisini at børnini gjørdu skúlating, áðrenn tey gjørdu nakað annað.

Lærdu seg skúlans mál

Umframt at foreldrini hjálptu børnum sínum nógv við skúlatingunum, tosaðu tey nógv rundan um døgurðaborðið. Á henda hátt lærdu børnini seg málið, sum skal til fyri at kunna taka lut í kjaki og at grundgeva fyri tí, tú heldur. Foreldrini royndu eisini alla tíðina at fáa børnini at vera forvitin eftir nýggjari vitan.

Skúlin ger munirnar størri

Vit koma øll úr ymiskum familjum. Nógv hava foreldur, sum ikki hava hægri útbúgving. Granskarin heldur tí, at tað er ein trupulleiki, at so stórur partur av skúlans arbeiði verður gjørdur heima, tí skúlin skal vera rættvísur. Tað eigur ikki at hava týdning, hvat foreldur tíni gera, men soleiðis er tað ikki í dag, sigur Nygren.

Skúlin eigur at geva øllum næmingum eins møguleikar, men tíverri ger hann munirnar millum næmingar størri.  

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.