Tíðindi

Hvussu ávirkar frástøða og avbyrging sálarheilsuna?

Tað hevur stóran týdning, at ljós verður varpað á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna, heldur Fakfelagssamstarvið

17.04.2020

Ert tú løntakari og eldri enn 18 ár, kanst tú taka lut í stórari kanning, sum hevur til endamáls at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Tað er Annika Helgadóttir Davidsen, løggildur sálarfrøðingur, sum er verkætlanarleiðari. Hon samstarvar við Pál Weihe, leiðara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, Mariu Skaalum Petersen, granskara á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu og leiðari av Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, um kanningina.

Sum skilst á verkætlanarleiðaranum gongur væl at fáa fólk at svara spurningunum, tó er ynskiligt, at fleiri svara; hevur tú hug at svara, kanst tú fara inn á hetta leinkið: https://www.soscisurvey.de/salarheilsa/ Talan er um slakar 100 spurningar, sum eru skjótir at svara; tú ert dulnevndur. Spurningarnir snúgva seg um, hvussu tín gerandisdagur er nú, meðan COVID-19 er í hæddini, samanborið við, hvussu hann er vanliga, tá ið talan er um arbeiði, arbeiðsúrtøku, sálarligu støðu og so framvegis.

Fakfelagssamstarvið, sum Føroya Lærarafelag er partur av, fegnast um, at Granskingarráðið hevur játtað stuðul til verkætlanina “Sálarheilsan hjá føroyskum løntakarum undir COVID-19 átøkunum” úr høvuðsøkið 1 hjá Sjúkrakassagrunninum. Skjøtul varð settur á verkætlanina í farnu viku.

Fakfelagssamstarvið heldur, at tað er av stórum týdningi, at ljós verður varpað á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.

Úrslitini frá hesi verkætlan kunnu nýtast til at kortleggja sálarligu avleiðingarnar av COVID-19, umframt at greina áleikandi og framtíðar tørvir. Við støðið í einum fakfelagsperspektivi, so verður mett, at tað er av týdningi, at føroyski løntakarin verður spurdur, hvussu hann hevur tað í gerandisdegnum, nú hann er nógv broyttur orsakað av COVID-19. Henda verkætlanin kann sostatt hjálpa okkum at navigera á tí sálarliga umhvørvinum hjá føroyska løntakaranum.

Verkætlanarleiðarin sigur soleiðis um verkætlanina:

Samfelagsligu broytingarnar, sum COVID-19 hevur havt við sær, eru umfatandi. Stóru inntrivini í gerandisdagin gera, at nógv eru stúrin – um teirra egnu heilsu ella heilsu teirra avvarðandi, um tey hava eina inntøku komandi mánaðin, ella um tey yvirhøvur hava eitt starv at venda aftur til, tá umfarssóttin ikki longur er ein hóttan. Saman við óvissuni um, hvussu leingi hon varir, kann henda undantaksstøðan ávirka nøgdsemi við arbeiðið, skapa strongd og ávirka sálarheilsuna neiliga, beint nú og í longdini. Hóast vit ikki enn vita, hvørja ávirkan støðan nú fer at hava, vita vit tó, at áhaldandi strongd kann hava álvarsamar kropsligar, sálarligar, sosialar og fíggjarligar avleiðingar fyri tann einstaka.    

Møguleikin fyri á vanligan hátt at loysa arbeiðsuppgávurnar eru munandi skerdir, uttan mun til um uppgávan er hjá heimahjálpini, á flakavirkinum ella í fólkaskúlanum. Harafturat er møguleikin fyri at vera partur av kollegiala felagsskapinum avmarkaður ella heilt horvin, tá fólk noyðast at arbeiða heimanífrá, arbeiða einsamøll, arbeiða uppdeild í liðum, o.s.fr. Markið ímillum arbeiðs- og privatlívið er sostatt fyri tey flestu strikað ella broytt munandi hesar vikurnar, samfelagsligu átøkini hava verið í gildi.  

Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Harumframt vilja vit varpa ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.  

Ein av hypotesunum er, at ávísar starvsgreinar, t.d. heilsuøkið, er meiri tyngt enn aðrar greinar, av tí at umfarssóttin hevur lagt eitt stórt trýst á heilsuverkið. Hetta ger heilsustarvsfólkini meiri útsett fyri bæði smittu og strongd. Harafturat hava vit eina hypotesu um, at familjur við børnum í størri mun enn familjur uttan børn kenna seg ovbyrjað av dupultu uppgávuni, ið tað er at vera til arbeiðis samstundis sum børnini skulu ansast og/ella undirvísast heima. Sosial avbyrging kann harafturat hava stóra neiliga ávirkan á trivnaðin, og tí hava vit eisini eina hypotesu um, at tey, ið hava verið nógv avbyrgd uttan sosialt samband, meta sálarheilsuna at vera verri enn tey, ið hava havt regluligt samband við onnur.   

Úrslitini frá hesari kanning kunnu nýtast til at kortleggja sálarligu avleiðingarnar av COVID-19, umframt at greina áleikandi og framtíðar tørvir.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.