Tíðindi

Hvussu verður nýhugsan meiri ráðandi í skúlanum?

Granskarar vilja vita, um nýmenning ella endurnýggjan bøtir um undirvísingina og ger lærarar nøgdari

03.12.2021

Ein nýhugsandi mentan í skúlanum er umráðandi í framtíðini, um vit skulu megna at laga okkum til broytingar, sum henda, og fyri at næmingar skulu kunna liva í einum fjøltáttaðum og fjølbroyttum samfelag.

Nýmenning í almenna geiranum

Norska stjórnin hevur fyri stuttum samtykt, at nýmenning ella endurnýggjan í almenna geiranum, har ímillum skúlanum, er ein høvuðstáttur, um vit skulu megna at loysa avbjóðingarnar, sum samfelagið fer at møta í árunum, sum koma.

Endurnýggjan av fakum er eitt dømi um nýmenning í skúlanum, tí norska stjórnin hevur samtykt nýggj førleikamál, sum krevja nýggjar undirvísingarhættir, nýtt innihald, sum til dømis koding, sum aftur krevur nýggja upplæring og tvørfaklig tema, sum aftur krevja nýggj sløg av samstarvi millum lærarar. Samstundis leggur endurnýggjanin av fakum størri dent á talgilda tøkni, og á, at evnini hjá næmingum at vera nýhugsandi verða raðfest.

Tørvar eina broytingarmentan

Fyri at tað skal bera til at seta í verk ein nýmenning í skúlanum, mugu vit hava eina bygnaðarbroyting, sum er opin fyri broytingum og er fús at taka eina váða, tí nýmenningartilgongdin bjóðar vanliga tí, sum vit kenna, av.

Tríggir granskarar við Universitetið í Oslo hava gjørt eina kanning, har teir hava hugt nærri at hesum viðurskiftunum. Granskararnir eru Sigrid Blömeke, professari, og Ronny Scherer, professari, umframt Trude Nilsen, professari. Tey hava brúkt dátu frá kanningini Teaching and Learning International Survey (TALIS). Hetta er ein altjóða OECD-kanning av arbeiðsviðurskiftum hjá lærarum og skúlaleiðarum.

Ymiskt frá landi til land

– Bygt á dátur frá 48 londum, har ímillum Noregi, hava vit funnið út av, at læraraútbúgvingin og góð skúlaleiðsla kann virka við til at fremja nýhugsandi mentan í skúlaum. Ein nýhugsandi mentan kann eisini í sjálvum leggja upp til undirvísingarhættir, sum næmingum tørvar at duga fyri at ogna sær førleikar, sum verða mettir at vera neyðugir í 21. øld. Tað, vit hava funnið út av, er eisini, at tað er umráðandi at áskyna millum lond, sigur Sigrid Blömeke.

Sambandið millum nýhugsandi skúlamentan og hvat slag av undirvísing talan er um er treytað av mentanini í landinum. Í londum, sum hava eina sokallaða kollektivistiska mentan, sum til dømis Asia, er hetta sambandið nógv sterkari. Ein kollektivistisk mentan hevur við sær, at tað er vanligari at gera ymiskt í felagsskapi. Tað merkir, at ein nýhugsandi mentan hevur størri ávirkan á tað lærarar gera, tá ið teir undirvísa.

Hvussu fremur tú eina skúlamentan?

Nýhugsandi merkir at skapa, ala fram og sera í verk nýggj hugskot og nýggja atferð. Ástøðingar, ið fáast við fyrisiting, eitt nú Malcolm Patterson, hava funnið út av, at ein nýhugsandi mentan í eini fyritøku ella einum skúla er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at ein nýmenning skal eydnast.

Mentan snýr seg um hugburð og virði, so sum nýfikni, opinleiki og vilji at læra av mistøkum og væleydnaðum átøkum. Tað snýr seg tí um starvsfólk, sum verða eggjað at taka við nýggjari atferð.

– Í almenna orðaskiftinum verður ofta gingið út frá, at tað sama er galdandi fyri skúlar, men yvirhøvur er lítið granskað í hesum, sigur Ronny Scherer.

– Kanaingar okkara eru tær fyrstu, sum útgreina, hvat eyðkennir ein skúla, sum raðfestir eina nýhugsandi mentan og hvørja ávirkan tað hevur tvørtur um landamørk, sigur Trude Nilsen.

Í TALIS 2018 tóku 48 lond og fleiri enn 150.000 lærarar lut, har ímillum 4000 úr 185 miðnámsskúlum í Noregi.

Hygg at læraraútbúgvingini

– Úrslitini vísa, at læraraútbúgvingin kann vera við til at skapa eina nýhugsandi skúlamentan. Jú fleiri lærarar, sum hava fingið undirvísing í tvørfakligum evnum, í nýtslu av talgildari tøkni og í undirvísing av næmingum, sum eru tilflytarar, jú meiri nýhugsandi vóru skúlarnir, sigur Trude Nilsen.

– Hetta er galdandi fyri øll londini, sum hava tikið lut í TALIS, treytaleyst av mentanini í landinum, og tí kann hetta verða mett sum álítandi, sigur Sigrid Blömeke.

Útveitt leiðsla

Trude Nilsen sigur, at í Noregi bendir nógv á, at skúlar, sum hava sundurbýtta leiðslu, har øll kunnu vera við at ávirka avgerðir, sum verða tiknar, eru meiri nýhugsandi enn skúlar, sum ikki hava slíka leiðslu.

Sundurbýtt leiðsla er, at avgerðir ikki hvíla einsamallar á skúlaleiðarum, men at eisini lærarar, foreldur og næmingar eru við til at taka avgerðir.

Hvat halda lærarar, at nýhugsandi mentan er?

Úrslitini vísa, at ein nýhugsandi skúlamentan hevur positiva og týðandi ávirkan á undirvísingina hjá lærarum, samstarvsvilja og nøgdsemi. Sumt av tí, sum hevur fram í granskingini, er galdandi tvørtur um landamark: Jú meiri skúlamentanin verður mett at vera nýhugsandi, jú meiri arbeiddu lærararnir saman, bæði um undirvísingina og aðrar uppgávur, sum høvdu við skúlan at gera, og jú betur nøgdir vóru teir.

Sum heild hevði ein nýhugsandi skúlamentan eisini positiva ávirkan á nýggjar undirvísingarhættir:

Jú meiri nýhugsandi mentan, jú meiri undirvístu lærararnir í tvørfakligum evnum.
Jú meiri teir brúktu talgilda tøkni, jú meiri bjóðaðu teir næmingunum av at hugsa kritiskt og í at loysa trupulleikar.

Ávirkanin var tó størri í kollektivistiskum londum, samanborið við í londum, sum eru meiri sjálvstýrandi, sokallað individualistiskum londum.

– Í Noregi bendir okkara gransking á, at skúlar, sum hava eina sundurbýtta leiðslu, í størri mun fremja fatanina av fjølmentaðum felagsskapi í undirvísingini, samanborið við skúlar, sum ikki hava sundurbýtta leiðslu, sigur Trude Nilsen.

Nýhugsandi skúlamentanin virkar í hesum førinum sum kveikjandi, soleiðis at tað í nýhugsandi skúlum er meiri sundurbýtt leiðsla við kognitivt strimbrandi og inkluderandi undirvísing.

Ein buffari fyri avbjóðingar

Ein nýhugsandi skúlamentan kann verða tulkað sum ein buffari fyri avbjóðingar, sum lærarar mugu taka á seg. Broytingar í atferð er ein slík avbjóðing, siga granskararnir. Tað hjálpir, um mentanin í skúlanum letur upp fyri nýggjum hugskotum og er fús at váða nakað. Tá er pláss at gera mistøk uttan at tú verður hildin fyri gjøldur. Granskararnir komu til ta niðurstøðuna, at tað nyttar lítið, um skúlaleiðslan hevur eina visjón um at vera nýhugsandi, um lærararnir ikki eru við upp á tað. Tað verður hildið at vera gott, um skúlin hevur eina mentan, sum hevur sundurbýtta ábyrgd í skúlaspurningum, og sum er eyðkend av stuðli og samstarvi.

Kelda: forskning.no

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.