Tíðindi

Hvussu nógv helium skal til fyri at lyfta ein persón uppfrá?

Tað hevur 4. flokkur í Eysturskúlanum kannað í sambandi við verkætlanina í Ársins Vitanarfróðu. Níggju góð og spennandi boð komu upp á Vitanarfróðu

03.06.2021

Stórt hugflog eyðkennir verkætlanirnar, sum komu inni til Ársins Vitanarfróðu, ið Granskingarráðið skipar fyri. Tríggjar verkætlanir úr Skúlanum á Argjahamri, tríggjar úr Eysturskúlanum, ein úr Sandoyar Meginskúla og tvær úr Sands skúla. Flokkarnir eru úr triðja upp í sjeynda flokk. Sum kunnugt vann triði flokkur í Sands skúla. Ein dómsnevnd við 4 umboðum hevur lisið og mett um frágreiðingarnar. Hesi eru Fríða Poulsen Eysturoy, lærari, Sjúrður Hammer, granskari, Henny Dánialsdóttir, lærari og ráðgevi, og Annika Sølvará vegna Granskingarráðið.

Hvat snúgva verkætlanirnar seg um?

Bólkur 1, sum er 7. flokkur í Skúlanum á Argjahamri, hevur gjørt eina verkætlan um, hví Ð er neyðugt, bólkur 2, sum eisini er 7. flokkur í Skúlanum á Argjahamri, hevði verkætlanina, hvussu metellina merianae kom til Føroya, bólkur 3, sum eisini er 7. flokkur í Skúlanum á Argjahamri, hevur arbeitt við, hvønn týdning mosi hevur, bólkur 4, sum er 6. flokkur í Sandoyar Meginskúla, hevur verkætlan um litir og hvussu vit vita, at eg síggi sama lit sum tú, bólkur 5, sum er 4. flokkur í Eysturskúlanum, hevur arbeitt við, hvussu nógv helium skal til fyri at lyfta ein persón uppfrá, bólkur 6, sum er 5. flokkur í Eysturskúlanum, hevur viðgjørt, hví fólk roykja og snúsa, bólkur 7, sum er 5. flokkur í Eysturskúlanum, hevur arbeitt við, hvørjir sosialir miðlar eru mest vanligir millum børn í Eysturskúlanum, bólkur 8, sum er 5. flokkur í Sands skúla, hevur arbeitt við, hví mølheyggjar bara eru á Sandi, og so bólkur 9, sum er vinnaraflokkurin, nevniliga 3. flokkur í Sands skúla, sum hevur arbeitt við, hví poppkorn bresta.

Tað ber til at lesa frágreiðing um allar verkætlanirnar her: https://www.gransking.fo/fo/tilfeingi/tidindi/3-flokkur-i-sands-skula-arsins-vitanarfrodu-2021/


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.