Tíðindi

Hvussu nógv skulu vit skráseta um næmingin í skúlanum?

Vit eru mitt í einum talgildum skifti í fólkaskúlanum – við nýggja Skúlaneti og Kervi+. Tað hevur týdning, at nýggja skipanin fer at tæna skúlanum væl heldur enn at taka ræðið av skúlanum, sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

07.08.2023

Nevndin í Føroya Lærarafelag stuðlar KT-heildarætlanini fyri fólkaskúlarnar, tí hon fer at geva skúlunum eina trygga og álítandi KT-loysn. Um somu tíð er umráðandi at fylgja væl við menningini av skipanini og tryggja, at KT-vørðurin fær góðar arbeiðsumstøður, so at hann fær tænt lærarum og næmingunum í skúlanum.

- Undirvísingarstýrið hevur ábyrgdina av KT-heildarætlanina, og Lærarafelagið var í byrjanini væl kunnað um ætlanirnar, men nú verða vit tíverri ikki kunnað um tíðandi lutir í Kervi+. Vit eru tó í jøvnum samskifti við eitt starvsfólk í Undirvísingarstýrinum um Skúlanet, men annars mugu vit toga kunning úr skipanini um ætlanina við Kevi+, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Tað eru nevniliga nógvir spurningar og nógv mál at fáa greiðu á. Eitt nú hvussu nógv vit skulu skráseta viðvíkjandi næminginum í skúlanum. Jacob Eli S. Olsen vísir á, at um lærarin skal skráseta meira, so tekur tað tíð frá samveruni við næmingar og frá undirvísingini.

- Tað vita vit er ein dáragerð, og tað siga politikararnir seg heldur ikki vilja. Eftir mínum tykki skulu vit bara skráseta tað neyðuga, so sum fráveru, men ikki meira enn tað neyðuga heldur. Hvør javnvágin er, mugu vit, sum eru fakfólk á økinum gera vart við. Í hesum arbeiði eiga vit øll eina ábyrgd, lærarar, skúlaleiðarar og nevndin í Lærarafelagnum.

Í stóra talgilda skiftinum, sum fer fram, mugu øll fylgja væl við í, hvørjar uppgávur ella hvørja skráseting Kervi+ fer at krevja av lærarum, sigur Jacob Eli S. Olsen.

- Vit eiga somuleiðis at vera á varðhaldi, tá ið talan er um, hvørjar fyrisitingarligar uppgávur skipanin leggur á skúlaleiðslurnar við t.d. talgildari journal, sum tekur longur tíð enn journal í pappíri. Skúlaleiðslurnar eiga at fáa meira tíð at røkja sínar uppgávur. Hetta hevur felagið saman við Skúlaleiðarafelagnum víst á í nøkur ár. Nú er gongd sett á arbeiðið, so at skúlaleiðslurnar fáa meira tíð til sínar leiðsluuppgávur.

Hóast nýggjar talgildar skipanir og kollveltandi talgilt skifti, so eigur KT-vørðurin framvegis dagligu KT-røktina í skúlanum, vísir formaðurin á.

- KT-vørðurin er álitið í fólkaskúlanum, tá ið tað kemur til talgild amboð og undirvísing. Soleiðis er og soleiðis vil eisini vera. Í sambandi við menningina av Skúlanetinum er umrøtt, hvør uppgávan hjá KT-vørðinum fer at verða í nýggju skipanini. KT-vørðurin hevur trygd fyri síni arbeiðstíð í Arbeiðstíðaravtaluni, og um broytingar skulu gerast í arbeiðstíðini, so verður tað eisini í semju millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Undirvísingarstýrið hevur trýst á at fáa skorið av tíðini, ið KT-vørðurin hevur til sítt arbeiði. Hesum ynski hevur felagið noktað at gingið á møti. Semja er um at fylgja royndunum við Skúlanetinum í teimum skúlum, ið eru farnir í gongd við Skúlanetið. Hvørjar uppgávurnar og hvør arbeiðstíðin hjá KT-vørðinum fara at vera, liggur næst fyri at finna fram til.

KT-heildarætlanin eigur at slóða fyri, at arbeiðsgevarin fer at veita lærarum arbeiðsamboð, heldur Lærarafelagið. Felagið heitir á lærarar um ikki at nýta egin tól til arbeiðið.

- Tá lærarin brúkar teldupost, teldu og telefon dagliga í starvinum, so eigur arbeiðsgevarin at útvega læraranum útgerðina til arbeiðið. Nógvir lærarar nýta sína egnu telefon í sínum arbeiði, m.a til at skráseta fráveru hjá næmingunum og til teldupost ella á Teams. Tað er til eina og hvørja tíð uppgávan hjá arbeiðsgevaranum at útvega læraranum amboðini, sum tørvur er á.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.