Tíðindi

Hvussu kann lærarin varnast tekin um vansorgan?

- Tað er trupult at skilmarka og eyðkenna, nær eitt barn er fyri ágangi ella vansorgan, tí tað finst eingin nágreining av, hvat eitt svikið barn er, sigur Oddbjørg Balle, leiðari fyri Barnaverndarstovu Føroya

15.06.2021

Lærarar eru vanliga millum teir fakbólkar, sum eru mest um børnini í gerandisdegnum. Tí hvílir stór ábyrgd á herðum lærarans – og skúlans – tá ið hugsað verður um at varnast og boða frá vansorgan.

Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og leiðari fyri Barnaverndarstovu Føroya, heldur tað vera umráðandi, at lærarin alla tíðina hevur fingurin á pulsinum og veit, hvussu støðan hjá tí einstaka næminginum er. Tí ræður um hjá læraranum at tosa og samskifta við barnið og lurta eftir tí, sum barnið hevur upp á hjarta. Á tann hátt kann lærarin alla tíðina gera sær eina støðumynd, eina fatan av, hvussu støðan hjá barninum er. Trívist barnið í skúlanum? Ella eru viðurskifti, sum ikki eru í lagi? Skyldast hesi viðurskifti umstøður heima ella í skúlanum? Tað eru nakrir av spurningunum, sum lærarin kann seta sær, heldur hon.

Men lærarin hevur eisini til uppgávu at undirvísa og læra frá sær, so barnið mennist fakliga. Tí er uppgávan sum lærari fleirstreingjað.

Oddbjørg Balle vísir á, at møtið hjá lærarum við eitt barn, sum hevur verið fyri vansorgan, kann vera krevjandi og møtimikið. Ofta er talan um børn, sum hava trupult við at falla til og hava álit á vaksnum fólki. Eisini kann talan vera um børn, sum meira enn eina ferð eru flutt úr einum skúla í annan. Viðurskiftini hjá hesum børnum eru tí mangan ógvuliga óstøðug og hanga í leysum lofti.

Tað er umráðandi, heldur Oddbjørg Balle, at lærarin fyrst og fremst skapar tryggleika, trivnað og álit, tí hetta eru teir grundarsteinar, sum øll innlæring hvílir á, heldur hon.

- Tað ber illa til hjá barninum at læra, um tað er ótrygt í flokkinum ella vantar álit á lærarunum, sigur hon.

Nógv tær flestu fráboðanirnar til barnaverndartænasturnar snúgva seg um mál um vanrøkt, serliga kensluliga vanrøkt.

Nýggjastu hagtølini hjá Barnavendarstovuni vísa, at í 2019 vóru barnaverndarmálini í Føroyum 920 í tali. Av hesum vóru 87 mál um børn og ung, sum eru umsorganaryvirtikin og sett til fosturs. Harafturat vóru okkurt um 20 børn sett á viðgerðarstovn hjá landinum. Í mun til fólkatalið er hetta á leið tað sama sum í okkara grannalondum, sigur Oddbjørg Balle.

Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at eitt mál verður fráboðað barnaverndartænastuni. Torført kann vera at meta um, nær eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi, men tekin um ágang og vansorgan kunnu vera av likamligum, sálarligum ella av kensluligum slagi.

- Tað er trupult at skilmarka og eyðkenna, nær eitt barn er fyri ágangi ella vansorgan, tí tað finst eingin nágreining av, hvat eitt svikið barn er. Tað veldst um so nógv og má metast um í hvørjum einstøkum føri. Tó kann sigast, at tá eitt barn ikki fær neyðuga umsorgan frá sínum umsorganarpersónum ella er fyri ágangi, er talan um vansorgan, sigur Oddbjørg Balle.

Skilt verður sostatt millum ágang og vansorgan. Ágangur er ein gjørd gerð móti barninum, sum kann skaða ella sannlíkt skaðar menningina hjá barninum. Til dømis kynsligur ágangur og likamligur og sálarligur harðskapur.

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.