Tíðindi

Hvussu er tað at vera koronanæmingur?

Næmingar í fólkaskúla og miðnámi sleppa til orðanna, nú tað verður kannað, hvussu tað er at vera næmingur, meðan korona leikar á

20. apríl 2020

Um miðjan mars 2020 var fráboðað frá landsins myndugleika, at skúlarnir, eins og nærum alt annað í samfelagnum, var latið aftur. Henda kollveltandi broyting hendi nærum frá degi til dags og kennir óivað ikki sínar líkar, hvørki søguliga, samfelagsliga ella á annan hátt.

Ikki minst eru broytingar hendar í okkara fólkaskúla. Fysiski skúlin er nú broyttur til ein virtuellan skúlan “overnight”. Í hesum virtuella skúlanum skulu børn/ung/næmingar vera og virka heima hjá familjuni, har øll skulu gera sítt til hesa stóru og knappligu broyting. Hvør familja hevur sítt at gera heima. Foreldrini hava kanska heimaarbeiði ella skulu út at arbeiða, systkini møguliga eisini sín virtuella skúla, plássið og møguleikarnir heima eru kanska skerdir summa staðni, meðan hetta aðrastaðni er rúmsátt og vælvirkandi.

Hesi viðurskifti hevur Námsvísindadeildin við Katrin av Kák sum verkætlanarleiðara sett sær fyri at kanna. Tey spurdu eru børn/ung/næmingar frá 13 ár og uppeftir í føroyska fólkaskúlanum og midnámsskúlanæmingar. Kanningin verður framd umvegis Facebook/Instagram/Twitter við spurnablaði og møguliga uppfylgjandi samrøðu. Kanningin brúkar heitið Koronaskúli um skúlan, sum er nú og Skúli, um tað, sum plagar at vera.

Kanningin kannar í høvuðsheitinum trý øki:

Hvussu er tað at vera koronanæmingur?

Evni: Hvørjar upplivingar og avbjóðingar eru við vinar- og skúlasambondum, læring og trivnaði?

Hvussu er koronaskúlin?

Evni: Hvørjir fyrimunir og vansar eru við hesum slagi av skúla. Avbjóðingar og góðar royndir, sum møguliga kunnu flytast á tann vanliga Skúlan

Hvørjar tankar hevur koronanæmingurin um vanliga Skúlan?

Evni: Hvussu verður vanligi Skúlin fataður úr einum barna- og ungdómsperspektivi og úr fjarstøðu? Er tað nakað vit kundu lært um vanliga Skúlan? Hvørjar tankar hava børn um Skúlan?

Snúningsásin í kanningini er barnið/tann ungi/næmingurin í Koronaskúlanum, og kanningin er býtt sundur í fýra høvuðskategoriir: Læring, trivnað, samband og annað.

Vitanin úr hesi kanning kann gagnnýtast til at styrkja um innlitið í barna- og ungdómsfatanina av, hvat gevur meining í teirra lívi. Hetta kann økja um sannlíkindini fyri at vit sum samfelag megna at skipa okkara skúla so viðkomandi, innihaldsríkan og meiningsgevandi sum gjørligt fyri okkara børn og ung. Henda knappliga íkomna broyting og fjarstøða kann vera viðvirkandi til at fáa eyga á og megna at hugsa skúlan av nýggjum og harvið hava møguleika at megna at gera neyðugar broytingar. Henda kanning kann – saman við t.d. kanningini um happing frá 2018 – vera slóðbrótandi í og við at hon vendir sær til næmingin.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.