Tíðindi

Hvussu er fíggjarstøðan hjá støkum lærara?

Í gjár setti Liljan Weihe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna-og mentamálum, skrivligan fyrispurning eftir grein 52a, um fíggjarstøðuna hjá lág- og miðalløntum.

15.12.2023

Løgtingskvinnan vil sita, hvussu fíggjarstøðan hjá støkum arbeiðara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn upp á 20.000 kr. er, hvussu fíggjarstøðan hjá støkum lærara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 38.524 kr., er, og hvussu fíggjarstøðan hjá støkum løgtingsfólki í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 42.875 kr., er. Harumframt vil hon vita, hvørjar almannaveitingar, hjálparpakkar v.m. hesir bólkar hava rætt til, og hvørjar upphæddirnar eru.

Í viðmerking til spurningarnar sigur hon, at tað er ongin ivi um, at inflatión og rentuhækkingar raka føroysku húskini – summi meira meint enn onnur.

- Hesum hava bæði undanfarna og verandi samgonga roynt at bast við oljuískoyti, hjálparískoyti, lønarlyftum, lønarhækkingum og skattalætta til lág- og miðallønt. Tað er tó nakað av iva um, hvussu fíggjarliga støðan er og ikki minst verður hjá ávísum bólkum í samfelagnum. Fyri at fáa greiðu á hesum og harvið eisini kunna hjálpa teimum, ið veruliga tørva hjálp, verða hesir spurningar settir.

Landsstýriskvinnan skal svar spurningunum í seinasta lagi 28. desember.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.