Tíðindi


Hvat vita vit um børn, sum duga at lesa, áðrenn tey fara í skúla?

Í øllum fyrstu flokkum sita børn, sum hava lært at lesa, áðrenn tey eru byrjað í skúla, og sum hava góða lesifatan. Teir hava lært tað heimanífrá, og altjóða gransking bendir á, at hesi børnini koma úr ymiskum heimum.

16. mars 2018

Í Danmark verður nógv granskað, men júst tað at duga at lesa áðrenn skúlaaldur er ikki nágreiniliga kannað; hyggja vit at altjóða og lutvíst søguligari gransking á hesum økinum, fáa vit ymiskt at vita, sum lýsir málið. Tað kemur eitt nú fram, at útbúgvingarstigið í familjuni ikki er avgerandi; hinvegin hevur hugburðurin til lesing og skúlagongd týdning.

Hvussu nógv duga at lesa fyri skúlaaldur?

Ein bólkur av granskarum kannaði fyrst í nítiárunum, hvussu nógv dugdu at lesa, áðrenn tey byrjaðu í skúla. Tá var mett, at 1-4 prosent duga at lesa, áðrenn tey koma á skúlabonk. Nýggjari kanning frá 2001 metir, at talið er størri, eini 15-20 prosent. Báðar kanningarnar taka støði í eftirminningum hjá vaksnum, sum lærdu at lesa, áðrenn tey byrjaðu í skúla. Vit vita sostatt ikki, hvussu nógv í dag duga at lesa, tá ið tey byrja í skúla. Umframt ger tað seg galdandi, at skúlabyrjan í dag er nakað heilt annað enn fyri nógvum árum síðan, tí nógv børn ganga í forskúla ella skúlabólki.

Hvørjar eru fortreytirnar fyri at duga at lesa tíðliga?

Í eini amerikanskari kanning frá sekstiárunum og eini skotskari frá sjeytiárunum eru kvalitativar kanningar av bólkum av fólki, sum lærdu at lesa tíðliga. Har kemur fram, at tað er einki í sosialu bakgrundini, sum er avgerandi fyri, hvørt tú lesur tíðliga ella ikki. Út frá einum nútímans sjónarhorni er tað hugvekjandi. Báðar kanningar vísa, at tað eru lesivanarnir í familjuni og hugburðurin til lesing og skúlagongd og ikki útbúgvingarstigið hjá foreldrunum, sum er avgerandi. Í kanningunum eru fleiri dømi um arbeiðarafamiljur, har tað verður lisið nógv; hesi geva lesigleðina víðari til børnini við at lesa saman við teimum.

Hesar gomlu kanningarnar vísa báðar á samband millum at duga væl at lesa tíðliga og intelligens. Tey, ið dugdu væl at lesa tíðliga, vóru eitt sindur intelligentari, mátað við eini standardkanning, enn flest fólk annars, men í bólkinum sjálvum var annars stórt fjølbroytni, so samanbandið er ikki so greitt. Hinvegin sær tað út til at vera ógvuliga avgerandi, at barnið er áhaldandi, dámar at gera ymiskt einsamalt, dámar at hugsavna seg um tað sama í longri tíð, dugir væl at skilja tað auditiva - og tað týdningarmesta: er nógv saman við vaksnum, sum sjálv lesa og vísa, at teimum dámar at lesa bløð, skaldskap, og sum lesa saman við børnunum út frá tørvinum hjá børnunum, tað vil siga lata tey velja tað, sum verður lisið, og ikki minst tosa um tað, sum verður lisið.

Hyggja vit nærri at, hvussu børnini í roynd og veru læra (seg) at lesa, er myndin ógvuliga marglitt. Nógv børn læra at lesa meiri og minni sjálv, og ofta kemur tað óvart á foreldrini. Foreldrini hava mangan ilt við at greiða frá, hví børnini hava lært at lesa, meðan granskararnir mangan peika á samlaða ’umhvørvið’ rundan um barnið, til dømis um tað eru lesandi systkin, barnasjónvarp, bókasavnsvitjan saman við foreldrum ella eldri systkjum.

Les meir um evnið: 

http://www.videnomlaesning.dk/aktuelt/forskerklummen/2018/tidlige-laesere-hvad-ved-vi-om-boern-der-kan-laese-inden-skolestart/

Savnsmynd

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.