Tíðindi

Hvat kunnu vit læra av skúlanum í Onglandi?

Líðandi yvirgongd, at seta borðini øðrvísi, eygleiðingar hjá skúlaleiðarum av lærarum, frítíðarskúlar og lítil námsfrøðilig einmansvirki til dagstovnar í Onglandi. Jóhannes Miðskarð, PhD og adjunktur í námsfrøðiligari leiðslu á Námsvísindadeildini, skrivar

28.03.2018

Eg havi júst verið á einari gevandi lestrarferð í London við lærara- og pedagoglesandi í linjufakinum námsfrøðilig leiðsla. Tú varnast altíð nógv spennandi við at vitja eina heilt aðra skúla- og dagstovnamentan enn okkara føroysku – bæði av góðum og ringum. Niðanfyri fari eg at lýsa, hvat eg serliga festi meg við í London á hesum sinni.  

Í Onglandi fara børn í forskúla 4 ára gomul, og so byrja tey í 1. flokki sum 5 ára gomul. Í einum skúla, vit vitjaðu, Manorfield Primary School, høvdu tey harafturat ein stovu fyri dagstovnabørn í aldrinum 3-4 ár. Tá eg spurdi skúlastjóran, hvussu nógv formlig læring var í fyrstu árunum, segði hann, at í dagstovnastovuni var formliga læringin áleið 5%. Í forskúlaflokkinum var formliga læringin áleið 40%, og í 1.-3. flokki var formliga læringin áleið 70 %. Restin av tíðini fór til ávikavist spæl og sjálvstýrda læring, ið oftast var eitt úrslit av, at starvsfólkini settu ymiskar lutir fram, sum høvdu eitt tema, har børnini sjálvboðið kunnu nýta tíðina. Samanberi eg við føroysk viðurskifti er yvirgongdin frá spæli og sjálvstýrdari læring í dagstovninum til formliga læring í skúlanum nógv harðari.

Eitt, sum eg altíð festi meg við, tá eg vitji flokshøli í primary schools í Onglandi, er, at eg so at siga ongantíð síggi borðini verða sett upp í røðum, ið venda ímóti læraranum og talvuni. Í skúlum í Føroyum síggi eg hinvegin rímiliga ofta, at borðini eru sett upp í røðum, ið venda ímóti læraranum og talvuni.

Skúlaleiðarin í Manorfield Primary School fortaldi, at hann og varaleiðararnir gjørdu tríggjar formligar eygleiðingar av hvørjum lærara hvørt skúlaár. Hesar eygleiðingar vóru altíð fylgdar upp av einum fundi við læraran, sum var eygleiddur. Harafturat gekk hann óformliga runt til allar lærarar í bara nakrar fáar minuttir umleið eina ferð um vikuna.

Eitt, sum er heilt øðrvísi  í Onglandi samanborið við í Føroyum, er, at tey ikki hava eina frítíðarskúlaskipan, har tú ert í frítíðarskúla allar dagarnar í vikuni. Í staðin eru tilboð til børnini um ymiskar klubbar í skúlanum (summir eru bara eina ferð um vikuna, og summir eru fleiri ferðir um vikuna). Klubbarnir í Manorfield Primary Schools eru m.a. ein fótbóltsklubbur, ein granskingarklubbur, ein lær-um-London-klubbur og ein ymiskur-ítróttur-klubbi.

Eg hefti meg eisini við, at í teimum dagstovnunum, ið vit vitjaðu, var stundum vitjan frá lítlum námsfrøðiligum virkjum, ið høvdu serligar og góðar námsfrøðiligar tilgongdir til børnini. Til dømis í einum av dagstovnunum, Wonderland Nursery, var eitt námsfrøðiligt virki inni, meðan vit vóru til staðar, sum hevði eina dramaverkstovu við børnunum. Eitt annað námsfrøðiligt virki var eisini regluliga inni í Wonderland Nursery, sum lærdu børnini um djór og lívfrøði.


Jóhannes Miðskarð, adjunktur í leiðslu á barna-, ungdóms- og serstovnaøkinum/Assistant professor in leadership in schools, early childhood settings and social care settings 
Skúlalærari, Cand. Ped. í námsfrøðiligari sálarfrøði og PhD /Trained teacher, Master in educational psychology and PhD 
Námsvísindadeildin/Department of Education
Fróðskaparsetur Føroya/University of the Faroe Islands

http://setur.fo/setrid/um-setrid/starvsfolk/employees/johannesm/

Listen to Jóhannes Miðskarð’s podcast “Research in Leadership in Schools, Early Childhood Settings and Social Care Settings”:

https://www.facebook.com/groups/166339847079023/

http://www.stitcher.com/podcast/johannes-midskard-12/research-in-leadership-in-schools-early-childhood-settings-and-2?refid=stpr

https://itunes.apple.com/dk/podcast/research-in-leadership-in/id1102905542


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.