Tíðindi

Hvat grunda næmingar val síni á, tá ið teir eru lidnir við fólkaskúlan?

Tað er rættiliga ymiskt, hvagar næmingar velja at fara eftir, at tey eru liðug í 9. flokki, og hvat tey grunda val síni á. Nógvir næmingar velja at fara beinleiðis á miðnám; tó eru tað framvegis nógvir, sum velja at fara í 10. flokk áðrenn. Eisini er vanligt at fara á eftirskúla í Danmark, sum skiftisnæmingur við AFS ella okkurt heilt annað.

12.09.2018

Skúlablaðið hevur tosað við tveir næmingar, ið ganga í 10. flokki í Havn (Nám X), og við tveir næmingar, ið fóru beinleiðis úr 9. flokki beinleiðis í studendaskúla á Glasir í Havn. Vit hava m.a. spurt tey, hví tey valdu júst so, hvat teimum dámar best við teirra vali, um tey umhugsaðu nakað annað heldur og so framvegis.

Mona Østerø valdi at fara í 10. flokk (Nám X) eftir 9. Flokk; hon sigur, at tað var millum annað tí, at hon hevði hoyrt nógv gott um Nám X, og tí at hon gjarna vildi hava eitt meira róligt ár, áðrenn hon fer víðari í student.

- Nám X er eitt gott stað at læra nýggj fólk at kenna, og mær dámar væl ymisku breytirnar, sum mann kann velja ímillum. Um mann nú dámar ítrótt væl, kann mann velja ítróttabreytinar, og tískil ber til at fáa eyka nógv burtur úr sínum áhugamálum, sigur Mona Østerø.

Mona hevur valt miðla- og vælverubreytina, tí henni dámar væl at taka myndir og at læra um alt møguligt viðvíkjandi myndatøku og myndatóli, og tí henni dámar vælveru sum heild. Í vælverubreytini lærir mann millum annað um smyrsl, klæði og heilsu. Tað, Monu dámar best við Nám X, eru breytirnar, tí at heldur enn næstan bara at sita í einari skúlastovu og arbeiða við eini bók dagin langan, so fer mann oftari út. Til dømis á miðlabreytini kann hon fáa uppgávu at fara út og taka myndir av onkrum ávísum. Mona umhugsaði eitt skifti at fara niður á eftirskúla, men m.a. orsakað av frítíðarítrivum sínum valdi hon at verða verandi í Føroyum. Hon er tískil sera glað fyri hendan møguleikan.

Selma Simonsen valdi eisini at fara í Nám X eftir 9. flokk.

- Eg haldi, at tað er gott at fara á Nám X um mann ætlar at bøta um sínar karakterir og fáa nakað burturúr, áðrenn mann fer í til dømis student, har mann fær nógv heimaarbeiði, og har tey leggja stóran dent á, at mann møtir upp og ger sítt arbeiði. Tað skal mann sjálvandi eisini í Nám X, men tað tykist bara ikki eins seriøst í mun til aðrastaðni. Tí velja fleiri at fara í Nám X fyri at hava eitt óseriøst ár, og tað eru fleiri, sum als ikki møta upp í skúla, sigur Selma Simonsen.

Selma gongur á lista- og á miðlabreytini og hevur eisini støddfrøði og føroyskt. Henni dámar væl allar flokkarnar hjá sær og heldur lærararnar og næmingarnar vera so fittar. Hon gekk frammanundan á Løgmannabreyt í einum stórum flokki, so tað er øðrvísi at koma í ein lítlan flokk, men henni dámar tað væl. Henni dámar eisini væl, at lærararnir leggja stóran dent á, at tey fáa okkurt burtur úr og læra okkurt.

Í 8. flokki byrjaði Selma at hugsa um, hvar hon vildi eftir 9. flokk. Í byrjanini dámdi mammu hennara ikki, at hon skuldi fara í Nám X, tí hon veit, hvussu óseriøst summir næmingar kunnu taka tíggjunda skúlaárið. Men Selma fortaldi henni, at hon ætlaði at fáa nógv burturúr, so mamman góðtók tað. Hon hevur eisini umhugsað at fara á eftirskúla, men tímdi betur á Nám X, millum annað tí at hon hevur tað gott í Føroyum og hevði saknað vinirnar nógv. Aftaná Nám X ætlar hon sær á student, og tað hevur verið ætlanin í fleiri ár. Skúlaárið í Nám X er júst byrjað, og hon heldur, at tað fer at verða eitt gott ár.

Ró Holm Magnadóttir fór beinleiðis úr 9. flokki í 1.g. í student. Hon sigur, at hon føldi seg klára til tað og valdi so serliga av fakligum orsøkum. Hon kendi longu nógv, ið eisini skuldu byrja í 1.g., og hon gleddi seg eisini at møta nýggjum fólki. Ró gongur á hugbreyt og valdi so, tí hon altíð hevur verið sera áhugað í teimum lærugreinunum, ið dentur verður lagdur á har.

- Tað hevur altíð ligið í kortunum at fara á miðnám aftan á 9. flokk. Tað er nakað, ið eg havi ætlað mær, síðan eg var lítil.

Tó hevur Ró eisini umhugsað at gerast skiftisnæmingur við AFS, tí tað hevði verið ein nýggj og spennandi uppliving, ella at fara á ein altjóða studentaskúla í Danmark. Hon sigur, at hon hevði ikki hug at fara á Nám X, tí at hon vildi hava aðrar avbjóðingar.

Felisia J. Helmsdal gongur á hugbreyt í 1.g; hon valdi eisini at fara beint í student eftir 9. flokk. Hon sigur, at hon valdi so fyri ikki at leingja óneyðuga um skúlaárini og fyri at sleppa uttanlands at lesa sum skjótast. Hon valdi ikki at fara í student, tí allir vinir hennara fóru, men kanska tí at bæði mamma hennara og beiggin fóru í student beint eftir 9. flokk, sigur hon. Men tó sigur hon, at eingin hevur vegleitt hana at velja so, men at hon valdi tað sjálv, og at hon hevur altíð viljað at fara beint í student.

Tekstur: Guðrið Egholm

Savnsmynd


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.