Tíðindi

Hvat fær barn títt mest brúk fyri í framtíðini: bókum ella talgildum miðlum?

Nógv børn halda uppat at lesa og fara í staðin at kjatta, spæla og hyggja at videobrotum á netinum. Á henda hátt missa tey tað, sum at lesa í bókum kann geva teimum, nevniliga ró, hugsavnan og empati, siga nakrir serfrøðingar. Onnur hefta seg við, at børnini liva í einum talgildum heimi, har tað at kunna lesa drúgvar tekstir ikki neyðturviliga er ein logiskur, brúkiligur og eftirspurdur førleiki.

31. mars 2021

”Bøkur fáa teg at reflektera; tað ger talgildi heimurin ikki”

Rachel Röst, cand. mag. í bókmentavísindum, stovnari og eigari av Læs for livet, rithøvundur og fyrilestrahaldari 

Øll útbúgvingarskipanin er framvegis bygd upp rundan um bøkur, so vilt tú hava positivar upplivingar og góð úrslit í skúlanum, eina útbúgving og eitt gott arbeiði seinni, so ert tú noyddur at kunna lesa bøkur. Tað hevur eisini týdning fyri hugsavnanina at kunna fylgja eini longri søgugongd við persónum og umhvørvi, eins og tað at lesa er umráðandi. Tað verður rættiliga trupult yvirhøvur at kunna hava eitt fast arbeiði, um tú hevur eitt blaktrandi uppmerksemi og ikki kanst fordjúpa teg og hugsavna teg.

Tú kennir empati av at lesa, tí meðan tú lesur, livir teg inn í persónarnar við at hava atgongd til teirra tankar og kenslur. Tú kemur eisini í eitt flow við at lesa, sum tú ikki gert á sama hátt, um tú ert á sosialu miðlunum, og tað hevur nógv at siga fyri, at barnið finnur friðin. Gransking vísir, at lesing minkar um strongd við upp til 68% og virkar avslappandi og sissandi bæði upp á vøddar og hjarta. Námsfrøðingar, sum arbeiða á stovnum við børnum, sum hava havt tað trupult, siga eisini, at børnini slappa meiri av og sova betur, tá ið tey lesa.

Lesing virkar ímóti eksistentielum einsemi

Vit kunnu øll hava kensluna viðhvørt, at tað bara eru vit, sum hava hesar ella hasar kenslurnar, men við at lesa nógv vita vit, at tað er ikki soleiðis. Serliga størri børn og ung vilja lesa ymiskt, sum tey kenna aftur úr sínum egna lívi; bøkur eru við til at geva teimum eitt mál fyri egnar kenslur. Børn, sum eru tikin frá foreldrum og sett út í fosturfamilju ella barnaheim, hava mangan eitt avmarkað orðfeingi, tí samskiftið í familjunum, har tey koma frá, hevur verið sera avmarkað. Við at læra orð sum “kedd” ella”melankolsk” gevur børnum atgongd til at reflektera yvir egið lívið, sum tað talgilda lívið ikki bjóðar teimum.

Vaksin hava ábyrgdina av lesihuginum hjá børnum

Nógv børn og ung seta bøkur í samband við skúlating og pensum, og um tú bara møtir gomlum fólkavísum og keðiligum skaldsøgum, køvir tú lesihugin. Tað er umráðandi at spyrja børnini, hvat tey hava hug at lesa, og at ganga meiri upp í, at tey lesa, heldur enn, hvat tey lesa. Vaksin mugu eisini lesa sjálv – vera fyrimyndir; um mamman og pápin bara sita við høvdinum niðri í einum skíggja ella við eini telefon, vinnur tað ikki frama, at tey siga við børnini, at tey skulu lesa. Og tað er í lagi at siga við børn heilt ítøkiliga, at tey mugu gerast góðir lesarar, um tey skulu hava eitt gott lív. Vit hava ongantíð áður verið umgird av so nógvum teksti sum nú, og børn hava brúk fyri góðum lesiførleikum, sama um tey skulu loysa eina uppgávu í støddfrøði ella skriva eina umsókn. Tað eigur ikki at verða lagt eitt ov stórt trýst á tey ungu, hinvegin er umráðandi at skapa eina innara motivatión.

Børn eru skilagóð, tá ið tey ikki vilja lesa langar tekstir í bókum

Í øllum førum, tá ið talan er um sjónligu krøvini, tey møta í talgilda heiminum. Talgildi heimurin á netinum er eyðkendur av skjótleika, grunnskygni og ófullkomileika. Bøkur eru eyðkendar av tí øvuta: at tað gongur seint fyri seg, av dýpd og fullkomileika. Ein prentað bók er liðug, tá ið hon kemur úr prentmaskinuni, meðan vitanin í talgilda heiminum alla tíðina flýtur. Nógv leggja smá brot av vitan út á netið, heldur enn at fordjúpa seg í einum teksti og miðla hann. Sama ger seg galdandi í útbúgvingarskipanini, har nýggir læringarhættir og vitanardeiling eisini tekur dik á seg.

Tað kann væl vera, at tú verður eitt betri menniskja av at lesa bøkur

Tað eru tað kanningar, sum vísa á, men strangt tikið verður minni tørvur á, at tú kanst lesa og handfara langar tekstin á pappíri. Við at læra børn at lesa langar tekstir, geva vit teimum førleikar, sum ikki beinleiðis gera tey før fyri at handfara krøvini, sum talgildi veruleikin setir. Ung halda, at tað er løgið at skulu lesa langar tekstir, og tað gongur onkursvegna ímóti tí, tey møta hvønn dag.

Á mangan hátt er hugdýping mótintuitiv

Fyrr var tað bæði menniskjasligt og útbúgvingarliga mennandi at kunna fordjúpa seg, hava tol og vera áhaldandi. Í talgilda heiminum, sum alla tíðina broytist, er tað beint øvut: alt gott hvørvur hjá tí, sum bíðar. So tá ið vit siga við børn, at tað er gott at kunna bíða, hugsavna seg og fordjúpa seg, so er vandi fyri, at tey halda, at tað er irrationelt og ótrygt.

Talgildi heimurin er nøgdsemi her og nú

Hóast tað kann virka barnsligt og forkelað at vilja hava nakað her og nú – til dømis undirhald – so gevur tað meining, tí annars hvørvur tað. Harvið ikki sagt, at vit skulu læra børn tað. Ung spyrja nógv eftir tí, tey hava hoyrt foreldur síni siga: fysiskar felagsskapir, hugdýping og so framvegis. Tað kundi týtt uppá, at tað er okkurt universelt menniskjaligt í tí. Men tað er trupult, tí tað neyðturviliga ikki er logiskt ella beinleiðis brúkiligt sum amboð og førleiki í talgilda heiminum.


Høvundur: Ulla Hinge Thomsen

Kelda: skoleboern.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.