Tíðindi

Hvat er tað grundleggjandi í fólkaskúlanum?

Tá ið tosað verður um fólkaskúlan, so verður víst til tað grundleggjandi, ið vit eiga at læra í fólkaskúlanum. Men hvør er tann grundleggjandi lærdómurin í fólkaskúlanum? Nógv vísa á, at í skúlanum skulu næmingarnir læra at lesa, skriva og rokna. Men kunnu vit siga hetta so einfalt, ella er grundleggjandi uppgávan hjá fólkaskúlanum meira samansett enn tað?

06-10-2021

Spyrja vit lærarar, so er greitt, at uppgávan hjá fólkaskúlanum er meira samansett enn sum so, og tann lærdómur, ið næmingarnir skulu ogna sær í fólkaskúlanum, er hareftir. Men skulu vit kóka lærdómin frá fólkaskúlatíðini niður í tað grundleggjandi, so er ilt at siga tað neyvt í fáum orðum.

Endamálsorðingin í fólkaskúlalógini má sigast at vera grundleggjandi fyri alt virksemi í fólkaskúlanum. Har eru víðar ásetingar, um andsfrælsi, tollyndi, javnvirði og fólkaræði. Næmingarnir eiga at nema sær kunnleika og arbeiðshættir og menna sína sannkenning, sítt hugflog og hug til at læra, og evni til sjálvstøðuga meting, støðutakan og at virka í felagsskapinum. Skúlin skal geva eina kristna og siðalagsliga uppaling, læra um føroyska mentan, geva eina fatan av øðrum mentanum og læra um samspæl við náttúruna. Aftrat hesum skulu næmingarnir búgvast til rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag.

Fakligar førleikar eru tað, ið nógv seta í samband við fólkaskúlan, og fólkaskúlalógin ásetur eisini, at allir næmingar skulu verða undirvístir í 18 ymiskum lærugreinum, umframt vallærugreinum. Innihaldið í lærugreinunum er neyvt lýst í rúgvismiklum námsætlanum. Sum dømi skulu næmingarnir í lívfrøði í 8. og 9. flokki náa 33 ávegis og 31 endaligum fakligum mál. So sambært lógini og námsætlanunum, so skulu næmingarnir í stóran mun mennast, tá ið talan er um faklig mál.

Fakligu eftirmetingarnar ella royndirnar í fólkaskúlanum eru blivnar fleiri, har bókligi førleikin hjá næmingunum í lesing, skriving, rokning og náttúruvísindum verður mettur; her eru lesiroyndir, landsroyndir, fráfaringarroynd og PISA-roynd. Tá tað eru fleiri faklig royndarúrslit, so styðjar tað upp undir, at fleiri meta tey fakligu málini at vera tað grundleggjandi í fólkaskúlanum.

Uttan at taka dagar ímillum í hvønn mun fólkaskúlin eigur at fáast við persónligu menningina ella fakligu førleikarnar, so eiga vit at kunnu vísa á, hvat er grundleggjandi í fólkaskúlanum. Men fólkaskúlin treingir til dagføringar; vit mugu bæði taka fólkaskúlalógina til klassingar og dagføra námsætlanirnar, so at lógarkarmar og innihaldið í fólkaskúlanum samsvarar við dagførda vitan um fólkaskúlan og samfelagið.

Samfelagið hevur flutt seg frá tí, at fólkaskúlalógin og námsætlanirnar vóru smíðaðar. Børn og ung í dag møta møguleikum og avbjóðingum, ið ikki vóru partur gerandisdegnum, tá grundskjølini vórðu gjørd; av tí sama er ikki samsvar ímillum ásetingar og veruleikan. Tá fólkaskúlalógin var smíðað í 1997, var tøknin ikki tann, hon er í dag, og orð sum burðardygd og veðurlagsavbjóðingar vóru ikki hugtøk, ið vóru fremst tá.

Vit eiga at vita, hvat tað grundleggjandi í fólkaskúlanum er, og tað grundleggjandi í fólkaskúlanum má samsvara við dagsins vitan og samfelag. Fólkaskúlin er ikki dagførdur samsvarandi broytingunum, og tí eiga vit at dagføra fólkaskúlalógina, námsætlanirnar og ymsu royndirnar. Um somu tíð eiga vit eisini at dagføra læraraútbúgvingina.

Oddagrein eftir Jacob Eli S. Olsen, formann Føroya Lærarafelags, í oddagrein í Skúlablaðnum, sum er komið í dag.

 

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.