Tíðindi

Hvørji børn eru talblind?

Danski barna- og undirvísingarráðharrin, Pernille Rosenkrantz-Theil, hevur sett skjøtil á eina verkætlan fyri at hjálpa børnum, sum eru talblind. Kanningin, sum ein granskingarbólkur hevur ment til næmingar í 4. flokki, verður nú roynd í trý ár, meðan granskarar fylgja gongdini

22. november 2019

Talblindakanningin, sum júst er ment, er ætlað at vera fyrsta stig á leiðini fram ímóti einum størri átaki at fáa eyga á børn í 4. flokki, sum eru talblind; tað sigur danska kenslumálaráðið í tíðindaskrivi.

Tað var í sambandi við nýskipanina av fólkaskúlanum í 2013, at politikarar gjørdu av, at kanningartilfar eigur at verða gjørt, soleiðis at funnið verður fram til tey børn, sum eru talblind; umframt skuldi vegleiðingartilfar gerast.

Í fýra ár hevur verið arbeitt við at gera nøkur amboð at finna fram til, hvørji børn eru talblind. Verkætlanin varð liðug í juli í ár, og granskararnir, sum hava staðið fyri verkætlanini, fara nú undir arbeiðið at royna kanningina í verki.

"Úrslitini av verkætlanini vísa tó, at tørvur framvegis er á at menna amboðini, áðrenn vit meiri neyvt kunnu siga, hvørji børn eru talblind,” sigur Kenslumálaráðið.

"Danmark skal ganga á odda at hjálpa børnum við talblindi. Royndirnar vísa tíverri, at vit framvegis ikki duga nóg væl at finna út av, hvørji børn stríðast við tøl. Eg seti tí skjøtil á enn eina verkætlan, sum hevur til endamáls at finna út av, hvussu vit betri kunnu hjálpa hesum børnum,” sigur Pernille Rosenkrantz-Theil.

Tá ið granskararnir handaðu kenslumálaráðnum kanningina, greiddu teir frá, at tað altjóða ikki er semja um, hvussu stórur partur av næmingunum av røttum kunnu sigast at vera talblindir. Eingin endalig mannagongd ella viðurkendur arbeiðsháttur er til at eyðmerkja teir næmingar, sum hava trupulleikar við tølum og kunnu metast at vera talblindir. Tí er kanningin, sum er gjørd, í fleiri stigum; hon er bæði kanning og samrøða fyri betur at kunna eyðmerkja næmingarnar. Og granskararnir leggja dent á, at tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at næmingar hava ilt við støddfrøði – sálarfrøðiligar, sosiologiskar, didaktiskar og neurologiskar orsøkir.

Talblindakanningin, sum danir hava ment, miðar eftir at eyðmerkja tey 1-2 prosentini av næmingum, sum kunnu metast at vera talblindir; hon vendir sær ikki ímóti teimum 15-17 prosentunum, sum fara úr fólkaskúlanum við skerdum førleikum í lesing og støddfrøði.

Granskararnir, sum hava verið partur av verkætlanini, eru Lena Lindenskov, Katrine Kirsted, Peter Allerup frá DPU, Aarhus Universitet, og Absalon Bent Lindhardt, lektari við Professionsháskúlan Umframt hava Michael Wahl Andersen, Pernille Pind og Lisser Rye Ejersbo verið við at gjørt kanningartilfarið.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.