Tíðindi

Hvør hevur ábyrgdina av, at framtíðin lesur?

Tann 11. september verður kjak og hoyring á Christiansborg um lesivanar ella vantandi lesivanar

30. august 2019

 Eins og aðrastaðni eru lesivanarnir hjá børnum sum vaksnum í Danmark undir stórum trýsti. Kanning eftir kanning staðfestir, at bæði børn og vaksin lesa minni, og at tey lesa minni av áhuga. Bara 20 prosent av donsku skúlanæmingunum dámar væl at lesa, samanborið við 43 prosent altjóða. Og donsku skúlanæmingarnir hava verri lesiførleika í dag samanborið við í 2011.
 
Tað hevur gingið skeiva vegin í nógv ár. Ein av orsøkunum er, at bókmentir eru í harðari kapping við nýggjastu røðina á Netflix, telduspøl, sum stjala nógva tíð, og vælumtókt sjónbandabrot á YouTube. Henda gongdin kemur hvørki óvart á ella er nýkomin, men kortini er hon ógvuliga umráðandi at varpa ljós á, tí avleiðingin er, at samfelagið gerst fátækari, um lesing bara verður ein viðfáningur í okkara mentan. Tí lesing er ógvuliga týdningarmikil; hon styrkir samleikan og kritiska sansin; hon mennir evnini at fokusera, at fordjúpa seg og ogna sær vitan, umframt sjálvandi grundleggjandi evnini at lesa og skriva.
 

Hetta er orsøkin til, at Danmarks Biblioteksforening er farið í gongd við eitt landsumfatandi lesiátak, eina lesistrategi, sum skal tryggja, at framtíðin lesur. Ein arbeiðsbólkur, sum er mannaður við fólki úr ymsum stovnum, leggur tí 11. september fram eina ætlan fyri nýggju donsku stjórnini, sum eitur: ”Ein sterk lesimentan hjá børnum og ungum: Upplegg til landsumfatandi lesistrategi.”

Tá ið ætlanin verður løgd fram, eru ráðharrar, politikarar, granskarar, vinnulívsfólk, undirvísarar, fólk úr mentanarlívinum og onnur hjástødd.

Kelda: www.db.dk


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.