Tíðindi

Hugburður til inklusjón ávirkar kensluna hjá næmingum av at vera inkluderað ella ekskluderað

Børn vilja ikki bara verða sædd sum børn við serligum tørvi; tey vilja ikki verða eyðmýkt og sett uttan fyri felagsskapin. Tað kemur eitt nú fram í stóru granskingini hjá Fridu Poulsen av inklusjón í fólkaskúlanum.

08.04.2024

Undir arbeiðinum at granska inklusjón í fólkaskúlanum hevur Frida Poulsen tosað við nógv børn, bæði børn í sertilboði og vanligum flokkum. Nógvir skúlar hava serstovur í skúlanum, har næmingurin við serligum tørvi eisini hoyrir til ein sokallaðan “vanligan flokk” ella “heimaflokk” og er har part av tíðini, og so eru onnur sertilboð, har næmingar burturav ganga í sertilboði.

- Tá ið eitt barn gongur í einum serflokki í einum vanligum skúla, er endamálið at hava tann lítla skúlan inni í stóra skúlanum, og hugsanin er, at barnið á tann hátt er inkluderað. Trupulleikin er tó ofta, at barnið ikki upplivir tað soleiðis. Hetta kemst m.a. av, at skipanirnar ikki síggja seg sum part av hvørji aðrari. Hetta kann viðføra eitt nú, at barnið fær kensluna av ikki at hoyra til í skúlanum; tað eru fleiri dømi um børn, sum siga, at tey kenna seg sum at vera gestur í flokkinum. Børn í serflokkum siga m.a., at tey ofta vera gloymt, til dømis tá ið onkur bjóðar í føðingardag, ella tá ið onnur felags tiltøk eru. Ósemjur millum starvsfólk, hvør hevur ábyrgdina av børnum, sum lutvíst ganga í serskiltum tilboðum, koma eisini ofta til sjóndar. Tað vil siga, hvør hevur ábygdina av næminginum, tá ið hann er ímillum “sertilboðið” og “vanliga flokkin”. Hesar tvístøður seta næmingar orð á, sigur Frida Poulsen.

Í heyst vardi Frida Poulsen ph.d.-ritgerð sína, “Inklusjón í føroyska fólkaskúlanum: Frá politiskari visjón til virkni í einum spenni millum almenna námsfrøði og sernámsfrøði”. Felags fyri børnini, sum Frida Poulsen hevur tosað við, er, at tey eru glað fyri at fáa hjálp fyri tað, tey stríðast við, men einki teirra brýggjar seg um at verða sett uttan fyri stóra felagsskapin og lítisgjørt.

- Barnið vil ikki bara verða sætt fyri at vera eitt barn við serligum tørvi; tað vil hava stuðul og hjálp í nøkrum lærings- og/ella menningarstøðum, men hóast serligan tørv í ávísum støðum, so vilja børn sum heild vera sædd sum øll onnur børn. Nógv børn við serligum tørvi siga seg verða eyðmýkt og sett uttan fyri felagsskapin. Til dømis nevna fleiri, at undirvísingartilfarið, sum tey fáa, ofta ikki leggur upp fyri, hvør tað er, og hvat tað hevur brúk fyri. Eitt nú vísa næmingar á, at tey ferð aftan á ferð fáa tilfar, sum er ætlað næmingum í fyrsta flokki, hóast tey ganga í nógv eldri flokkum. Haraftrat hava tey avmarkaðar møguleikar at velja vallærugreinir, í øllum førum hava tey ikki somu møguleikar sum næmingar í vanligum flokkum hava.

Sitat frá einum barni: “Eg læri ov lítið í serflokkinum, og eg vil gera og læra tað, sum mínir javnaldrar gera. Eg fái bøkur til fyrsta flokk. Tað er irriterandi og fær meg at føla meg býttan. Eg haldi ikki, at eg eri ynsktur í vanliga flokkinum, tey gloyma meg ofta. Tey gloyma enntá mín føðingardag.”

Einstakir skúlar hava inklusjón sum eina visjón og vilja arbeiða fram ímóti einum inkluderandi skúla. At seta tað sum mál kann vera fyrsta stigið, og er tað sjónligt, til dømis á heimasíðuni hjá skúlanum, so liggur onkursvegna ein binding í tí.

- Hava tey sett inkluderandi skúlan sum mál at arbeiða fram ímóti, er sera umráðandi, at tey stinga út eina kós og gera eina ætlan, tí gera tey ikki tað, er tað upp til einstaka starvsfólkið at allýsa, hvat inklusjón vil siga. Tað er ikki nóg gott, tí tað kemur eisini fram í granskingini hjá mær, at tá ið onki felags mál og stev er fyri menning av inkluderandi skúlaskapi, so verður tað hugburðir hjá skúlanum og starvsfólki, sum blívur “málið”, og tað hevur ávirkan á, hvussu næmingar verða inkluderaðir og ekskluderaðir. Børn sera sjálv orð á hetta við at siga, at tey vera ekskluderað av hugburðinum í skúlanum ella hjá einstaka starvsfólkinum.

Les alla greinina í Skúlablað nr 1, 2024.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.