Tíðindi

Hugagóður ungdómur

Tað er altíð spennandi at fylgja við, tá ungdómurin ger innrás í tingið, og tað er heldur ikki til fánýtis. Andrea á Rípuni, næstforkvinna Føroya Lærarafelags, skrivar

22-11-2021

Tann 18. novembur var freistin at senda uppskot inn til Ungómstingið, sum verður í Løgtinginum 7. og 8. februar 2022; tá kunnu næmingarnir royna seg sum løgtingslimir við orðaskifti í tingsalinum, viðgerð í nevndunum og atkvøða fyri ella ímóti uppskotum. Ungdómsting var á fyrsta sinni í 2006 og endamálið við Ungdómstinginum er:

at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
at læra næmingar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

Tað er altíð spennandi at fylgja við, tá ungdómurin ger innrás í tingið, og tað er heldur ikki til fánýtis. Soleiðis stendur í einum greinastubba á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum: Ungdómstingið hevur eisini víst sítt virði við at uppskot, ið fyrst vóru løgd fram í ungdómstinginum, seinni eru løgd fram og samtykt í løgtinginum, og næmingar, ið fyrst hava roynt seg sum ungdómstinglimir, seinni eru vorðin politisk virkin.

Hetta er sanniliga hugagóður lesnaður. Vit eiga fleiri ung, ið vilja gera sína ávirkan galdandi. Tað veri seg í politiskum arbeiði, sjálvbodnum arbeiði og vælgerandi arbeiði. Ungdómurin ger seg um seg, tá tað snýr seg um sálarheilsu, umhvørvi, skúlaviðurskifti o.a. Vit vaksnu eru ikki altíð samd við ungdóminum, hvørki í meiningum ella framferðarhátt, og tað er fínt. Tað er ein lærdómur í at duga at vera ósamd. Tey ungu mugu gera sær sínar egnu royndir fyri at gerast klókari. Tað er bara okkurt lívsjáttandi í virknum ungdómi.

Her ljóðar tað kanska sum um, at tað er bert tey, ið eru frammi í breddanum, sum eru virkin, men so er ikki. Vit hava eitt ótal av ungum, ið taka ábyrgd í tí stilla. Tá er umráðandi, at lærarin er árvakin og fær eyga á tað eisini.

Tað verður nú spennandi at fylgja, hvussu leikur fer, tá ungdómstingið 2022 fer av bakkastokki. Hvørji mál munnu standa fremst í teirra hugaheimi?

Eg fari at ynskja teimum og okkum gott og væl eydnað ungdómsting 2022.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.