Tíðindi

Hjálpin og stuðulin til børn, sum stríðast, eigur at verða betur samskipað

Tá ið ymiskar skipanir seta ymisk tiltøk í verk, uttan at øll hesi verða samskipað, ella uttan at tær vita av hvørjari aðrari, so arbeiða nógv í blindum heldur enn saman. Tað heldur Jacob Eli S. Olsen, formaður Føroya Lærarafelags

23.01.2024

Skipanirnar, sum hava til endamáls at hjálpa og stuðla børnum, sum stríðast við eitthvørt í gerandisdegnum ella í skúlanum, eru ikki nóg væl samskipaðar. Hetta kunnu vera tiltøk, sum Sernám, barnaverndartænastan og sosiala deildin í avvarðandi kommunu seta í verk, ella eyka stuðul, sum skúlin setir í verk. Allar skipanirnar eru undir ymiskum ráðum og kommunum, og tær hava ikki nóg stóran kunnleika um, hvat hvør skipan ger, og í flestu førum veit skúlin einki um hjálpina og stuðulin, sum barnið fær frá skipanum uttan fyri skúlan. Tí er hjálpin til barnið ikki nóg munadygg. Hetta er ein avbjóðing, sum hevur verið í nógv ár, men tað ber til at samskipa betur, heldur formaður Føroya Lærarafelags.

- Tá ið ymiskar skipanir seta ymisk tiltøk í verk uttan at øll hesi verða samskipað, ella uttan at tær vita av hvørjari aðrari, so arbeiða nógv í blindum heldur enn saman. Var øll hjálpin samskipað, so hevði barnið fingið betri og munadyggari hjálp. Tað er ikki nóg gott, at skúlin ella lærararnir ikki vita, hvørji átøk eru sett í verk at hjálpa einum barni, sum stríðast, tí tá fáa vit í skúlanum ikki veitt barninum neyðugu hjálpina og tænastuna.

Skal tað bera til at samskipa hjálp, stuðul og átøk betur, so er neyðugt, at foreldrini geva skipanunum loyvi til at bera upplýsingar millum skipanir og geirar. Formaður Føroya Lærarafelags ivast ikki í, at tað tænir barninum, um hetta verður fingið í lag.

- Verða hjálpin og átøkini til barnið betur samskipað enn vit síggja í dag, so lættir tað nógv um hjá barninum og foreldrunum, tí tá er tað ein skipan, sum hevur við alla hjálpina at gera, og ikki sum nú fleiri og ymiskar. Ein samskipan av átøkum krevur ein samskipara, og í skúlanum hevði tað natúrliga verið ein lærari, flokslærarin, heilsufrøðingurin ella ein námsfrøðiligur stuðul. Men so má arbeiðstíð eisini setast av til uppgávuna.

Á vitanarráðstevnuni um børn og ung, sum var í Norðurlandahúsinum síðsta heyst, var víst á skipanina í Íslandi. Har verður arbeitt við, at hjálpin til børn, ið stríðast við eitthvørt, savnað í ymsu ráðunum, og allar viðkomandi upplýsingar um barnið eru tøkar hjá teimum, sum hava við barnið at gera. Ein persónur samskipar alla hjálpina og hevur ábyrgdina, og tað er viðkomandi, sum eisini samskiftir við foreldrini. Tað ber til at seta líknandi skipan á stovn í Føroyum, heldur Jacob Eli S. Olsen.

- Tað ber til, um foreldrini geva loyvi, at upplýsingar kunnu flytast millum geirar. Tað verður longu gjørt í nøkrum skúlum í Føroyum, at foreldrini vátta, at skúlin kann samskifta um barnið við ávísar stovnar, so sum barnagarðin og almanna- og heilsugeiran.

Sum við øllum uppgávum í skúlanum skulu arbeiðstímar til. Skal flokslærarin ella ein annar lærari hava uppgávuna at samskipa alla hjálpina til næmingin millum geirarnar, so eigur viðkomandi at fáa tíð setta av til tað í virksemisætlanini.

- Flokslærarin hevur sum er alt ov nógvar uppgávur og ov lítla tíð at taka sær av einstaka næminginum, men hann kann fáa hesa uppgávuna, um hann fær tíð setta av til uppgávuna, tá hann er so tætt at næminginum. Alt botnar í arbeiðstíðini. Tað nyttar lítið at siga við lærararnar, at teir kunnu tosa saman um at hjálpa barninum, ella at teir skulu taka lut á fundi um eitt barn, ella skriva frágreiðing viðvíkjandi støðuni hjá einum barni, um teir ikki fáa tíð at hjálpa barninum. Tað er neyðugt at samskipa stuðulin betur til tey børnini sum hava hjálp fyri neyðini, men vit mugu eisini viðurkenna, at vit mugu raðfesta arbeiðstíð til hesa uppgávuna.

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.