Tíðindi

Hin talgildi skúlin

Sum støðan er í dag, so er skúlin sleptur upp á fjall, um so er, at man hevur ein telduvørð, ið telur tímar. Andrea á Rípuni, nevndarlimur Føroya Lærarafelags, skrivar

23.06.2017

Hvussu kann tað vera, at tey, ið varða av skúlanum, land og kommunur, vilja, at hann er talgildur, men ongin vil eiga rokningina? Tað eru nú nógv ár síðan, at talgild tól komu inn um skúlans gátt, og tey fara neyvan út aftur. Men sum ikki eina ferð, so er hetta vorðið ein kastibløka, hin mishátti dunnuungin, ið eingin vil vita av. Men vit vita øll, hvussu gongst unganum við røttum umstøðum, og hetta er eisini støðan hjá talgilda skúlanum. Við teimum røttu miðlunum, so verður hann eisini ein vakur svanur, tó tað sýnist at vera ein tungur burður.

Eingin vil eiga ungan, ið tey sjálv hava fostrað. Eg havi ofta undrast á, at man kann geva hvør øðrum skyldina. Tað eru kommunurnar, ið keypa nógva tøkni til skúlarnar, og tað er landið, ið tekur avgerð um, at royndir og tilfar er talgilt.

Men hvør ”eigur” tann týdningarmesta faktorin í hesi líkningini, ið er telduvørðurin? Nei, hann vil eingin eiga, tí hann kostar. Men samstundis er hann límið, ið heldur øllum saman. Landsstýriskvinnan hevur fyri kortum verið frammi í miðlunum um, at telduvørðurin skal hava tann námsfrøðiliga partin, sum í míni verð er at undirvísa næmingum og ráðgeva okkum lærarum í, hvussu vit kunnu brúka alla hesa útgerð, ið floymir yvir okkum. Men um tað er uppgávan hjá telduvørðinum, hvør skal so røkja tólini? Í mínum hugaheimi er tað ein sjálvsagdur lutur, at tað ger telduvørðurin; hann veit best og er á staðnum hvønn dag. Er talan um ein stóran skúla og nógv tól, so er kanska neyðugt við fleiri persónum. Er skúlin miðalstórur ella lítil, so er kanska bert neyðugt við einum telduvørði.

Sum støðan er í dag, so er skúlin sleptur upp á fjall, um so er, at man hevur ein telduvørð, ið telur tímar. Mín persónliga støða er tann, at tað eigur hann at gera, og so má skúlin sigla sín egna sjógv, ella má man fáa sera dýran serkunleika uttanífrá. Tað sýnist sum, at skulu avvarðandi myndugleikar geva hesum týdningarmikla starvi gætur, so er neyðugt við sterkum lúti. Hesin lútur má vera, at telduvørðir fara at telja tímar. Tað er einasta gongda leiðin til at gera trupulleikan sjónligan. Men vit síggja tíverri ofta tað, at telduvørðir ikki siga stopp, og tí koyrir skúlin, og tá er ringt at bera eyga við, hvør tørvurin er.

Tá landsstýriskvinnan sigur, at telduvørðurin skal taka sær av tí námsfrøðiliga partinum, hvør skal so taka sær av tí tøkniliga partinum? Skulu skúlarnir liggja lamnir í kanska fleiri dagar, tí at ongin hevur tíð at koma fyrr enn um tveir dagar? Tað ber ikki til, tí so dettur alt niðurfyri. Tað kann heldur ikki vera meiningin, at lærarar skulu hava tvær undirvísingarætlanir til hvønn tíma, eina talgilda og eina uttan talgild tól.

Tað sýnist sum, at á hvørjum ári valdar óvissa um tímajáttanina hjá telduvørðum. Í staðin fyri at bretta upp um armar og finna eina loysn, sum allir partar eru samdir um, so koyra vit í somu rillu sum altíð.

Ósemjan liggur millum land og kommunu, og eg skilji væl, at partarnir ikki vilja rinda fyri nakað, sum teir halda, at onkur annar varðar av. Men hevði tað ikki verið so nógv virðiligari fyri allar partar, um ein semja kundi fingist í lag? Ein semja, har skúlarnir eisini eru hoyrdir, tí tað eru teir, sum arbeiða eftir semjuni.

Talgildi skúlin fer ikki í søguna, so takið høvdið úr sandinum og viðurkennið, at ein loysn má finnast.

Sjónarmið í Skúlablaðnum, sum júst er komið.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.