Bloggur

Heyst

Ragnhild Olsen, læraralesandi á triðja ári á Námsvísindadeildini, bloggar

08.10.2019

Nú er heyst. Hesa tíðina munnu vera nógv, sum hava úr at gera. Eplini skulu takast upp, fjøllini skulu gangast, og slaktið fáast til høldar. Svartfuglur kann skjótast, og skjótt kemur harutíðin. Eitt serligt huglag er yvir øllum, og hóast nógv er at gera, so sæst gleði og áræði í eygnabráunum. Nógvir næmingar missa nakrar dagar í skúlanum, tí tey fara á fjall, og mangan síggja vit næmingar blóma, sum annars ikki eru so bókligir, nú eru tað teir, ið kunnu siga hinum frá, hvussu ymiskt skal gerast.

Onkursvegna er tað samanhaldið, sum eyðkennir alt hetta. Bæði samarbeiði og virðing millum menniskju, og millum menniskjað og náttúruna. Tað er sera avmarkað, hvat vit klára einsamøll, men saman kunnu vit klára nógv. Og samstundis mugu vit hava virðing fyri hvørjum øðrum og fyri náttúruni. Vit mugu ikki troyta náttúruríkidømið óneyðugt, tí tað fer at hava avleiðingar fyri ávøksturin seinni.

Heystveðrið er eisini komið. Alt tað, sum fyri stuttari tíð síðani stóð í fullum blóma, stendur nú nakið og bert. Vit hava havt nakrar dagar við stormi, og enntá onkrum heglingsæli, og áðrenn vit vita av, so skal bilurin skøðast til vetrarveðrið. Men hóast nógv er at gera, og veðrið mangan er illfýsið, so er hendan tíðin  hugnalig. Tað er deiligt at sita inni í sínum fjálga heimi, tá veðrið leikar í uttanfyri, og fleiri takast kanska við ymiskt handaligt.

Eitt slíkt heystkvøld fekk ein, eg kenni væl, einaferð eini boð á telefonina. Boðini vóru frá einum, sum viðkomandi ikki kendi so væl, men heilsaði uppá av og á. Boðini ljóðaðu so: “Eg haldi, at tú ert eitt fantastiskt menniskja, og eg dugi ikki at begrunda hví, tí eg kenni teg næstan ikki”. Bert hetta stóð í boðunum. Hon hugsaði seg um eina løtu. Hvat skuldi hon svara? Skuldi hon yvirhøvur svara? Løgin boð at fáa, ha? Mundi viðkomandi halda hana fyri gjøldur, ella mundi viðkomandi halda, at hon kanska hevði uppiborið at fáa eina slíka viðurkenning, tí hon veruliga var eitt fantastiskt menniskja? Hon valdi at trúgva upp á seinna møguleikan. Hon svaraði boðunum aftur, skrivaði bert “Takk”. Og hon meinti tað av øllum sínum hjarta, tí hetta gjørdi nakað við hana. Hon var júst tá í einari støðu í lívinum, har hon var farin at ivast í sær sjálvari, helt seg vera minni verda enn onnur, og hon hevði verið úti fyri órættvísi. Men hesi boðini góvu henni áræði til at halda fram við tí, sum hon var farin undir.

Hugsa tær, at onkur sigur soleiðis við teg? Hvussu hevði tú reagerað? Hevði tú dugað at tikið tað til tín og sagt takk? Ella hevði tú hugsað, at viðkomandi helst helt teg fyri gjøldur? Vit menniskju eru, tá alt kemur til alt, lítið ment einsamøll. Okkum tørvar viðurkenning, og vit hava tørv á at fáa at vita, at vit eru ókey og vird, júst sum vit eru. Og sum við øðrum viðurskiftum í okkara lívi, so kunnu vit klára nógv, um vit føla okkum at hoyra til og vera partur av einum felagsskapi. Onki er so drepandi fyri sjálvsálitið og áræðið, sum at vera hildin uttan fyri felagsskapin. Eins og vit ikki mugu troyta náttúruna, so kunnu vit ikki troyta menniskju. Ongin kann bara geva, tí til endans er ikki meira at geva av, eins og ongin bara kann taka frá øðrum menniskjum, uttan at geva nakað. Tá kemur ólag í javnvágina! Júst sum í søguni omanfyri, so kunnu vit øll geva einum øðrum menniskja lívsgleðina ella áræðið aftur. Um vit bert høvdu dugað betur at sagt við onnur, at tey eru virðismikil og viðurkent júst sum tey eru, so kann tað gera allan munin fyri hann ella hana. Tú kanst gera munin!


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.