Tíðindi

Hevur tú hug at taka lut á NFSP-ráðstevnu í Stockholm?

Í døgunum 16. og 17. septembur 2022 hevur NFSP – Nordiska Forbundet for Specialpedagogik – ráðstevnu í Stockholm.

09.06.2022

Føroya Lærarafelag letur stuðul til teirra, ið vilja fara. Stuðulin er eitt samstarv millum Undirvísingarstýrið og FL. Allir lærarar kunnu søkja, men tey, sum arbeiða á serøkinum, hava framíhjárætt. Hvør umsøkjari fær í mesta lagi 7000 kr í stuðli; tá ið stuðul verður latin, verður hugt at, hvaðani í landinum umsóknirnar koma, tí miðað verður eftir umboðan úr øllum landinum.

Freistin at søkja er 20. juni. Umsókn kann senda lararaf@lararafelag.fo og tú meldar teg til ráðstevnuna her: https://www.lararforbundet.se/artikelsidor/nfsp-specialpedagogisk-konferens-firar-100-aar?fbclid=IwAR1PEt1RY_2JYGL4ZrjeYqUkzji2lfcy_QtThhhDvlOJyjRokrvqlpsxgMk

Ráðstevnan verður hildin í Lärarnas hus på Stora Essingen. Fyrsta ráðstevnan varð hildin í Dalsæter í Noregi í 1922; síðani hevur hon verið hildin triðja hvørt ár, tó við nøkrum undantøkum. Sostatt eru tað 100 ár í ár síðan fyrstu ráðstevnuna.

Skráin verður fjølbroytt. Eitt nú fer Anna-Lind Pétursdóttir at hava ein fyrilestur, ið nevnist: Tillgodose olika behov av att lära sig läsa: Evidensbaserade undervisningsstrategier och individualisering. Onnur evni eru børn, ið hava foreldur, ið hava sálarligar avbjóðingar, trivnaður – er tað nokk við átaki móti happing? Hvussu skapa vit eitt atkomuligt læringarumhvørvi? Eins møguleikar krevja ymisk tiltøk.

Meiri kunning er á heimasíðuni hjá NFSP: www.nfsp.fo

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.