Tíðindi

Hevur skúlin skyldina?

Tað tykist viðhvørt sum ein gáta, hvat politiski myndugleikin vil við føroyska fólkaskúlanum. Onkuntíð er tað bara upp á kvamsvís, sær tað út til. Tórhallur við Gil, nevndarlimur Føroya Lærarafelags.

06-09-2021

So var skúlin aftur í miðdeplinum í miðlunum. Á einum av stóru portalunum var stór yvirskrift, sum ljóðaði soleiðis “Skúlin hevur ein part av skyldini”. Greinin snúði seg um stóra trotið á arbeiðsmegi í Føroyum, serliga trotið á handverkarum.

Har bleiv m.a. tosað um, hvussu trupult tað er hjá fyritøkum at fáa lærlingar, og at tað ikki bara er útlendingalógin, sum ger, at tað er torført at fáa arbeiðsmegi. Sagt varð, at tað var minst líka nógv útbúgvingarskipanin, sum tað var galið við, og lagt var afturat, at tað vóru ábendingar um “at fólkaskúlanæmingar vera ‘sendir' í Miðnám”. Altso at fólkaskúlanæmingar kanska verða eggjaðir at fara á Miðnám heldur enn at fara handaliga vegin. Eitt uppáhald, har tað hevði verið áhugavert at hoyrt grundgevingar, sum vóru eitt sindur neyvari, enn at tað eru ábendingar.

Eisini verður sagt í greinini, at støðan er batnað eitt sindur, og at tað er kortini heldur lættari at fáa lærlingar nú, tí at “tað tykist sum um, at fleiri lærarar kenna meira til handverkarafakini”. Hendan útsøgnin ljóðar nokk so løgin, tí tað er ikki upp á nakran máta hjá lærarunum, at hundurin er grivin. Allir pílarnir í hesum máli eiga at peika á játtanarmyndugleikan, sum hevur ábyrgd av skúlaskipanini.

Skúlarnir og lærararnir kring landið virka bara undir teimum kørmum og játtanum, teimum verður givið, og av tí sama eiga atfinningarnar um, at tær handaligu lærugreinarnar fylla ov lítið í skúlanum at verða stílaðar til politiska myndugleikan. Tí viðhvørt tykist tað sum ein gáta, hvat politiski myndugleikin vil við føroyska fólkaskúlanum. Onkuntíð er tað bara upp á kvamsvís, sær tað út til.

Taka vit til dømis tær handaligu lærugreinarnar, eru tær niðurpíndar og fáa yvirhøvur ikki ta rúmd, sum teir eiga. Flestøll munnu halda, at tað er skilagott, at næmingarnir sleppa at royna seg í handaligum lærugreinum. Skúlarnir royna eisini sum frægast at skipa eitt tilboð við tí pírnu játtan, sum er til taks, men í nógvum førum fáa teir als ikki bjóða tað tilboð, teir høvdu hugsað sær, tí játtanin er ov lítil. Og tað er m.a. her, at tað kann og má setast inn.

Vit hava óteljandi ferðir hoyrt politikarar tosa um, at skúlin átti at fingið bæði hetta og hetta, men tá ið tað kemur til skarpskeringar, er tað bara mjørkatos. Stór og føgur orð, men millum lítið og einki hendir.

Hvat vil politiski myndugleikin so við fólkaskúlanum? Veit nakar? Skulu møguligar broytingarnar bara gerast upp á sama máta sum tey seinastu árini, har hvørt einstakt landsstýrisfólk ger onkra hissini broyting her og har? Tað hevði kanska verið eitt hugskot at hugsað eitt sindur longur og givið fólkaskúlanum eina umfatandi og djúpa viðgerð, sum hann hevur uppiborið.

Tað frættist annars tíðliga í ár, at landsstýrismaðurin í skúlamálum hevði sett ein bólk at viðgera fólkaskúlalógina. Eitt stórt og týdningarmikið arbeiði og bíðað verður í spenningi eftir, hvat spyrst burtur úr tí.


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.