Tíðindi


Hetta eru sjónarmiðini hjá Bo Hejlskov Elvén, ikki míni

Rættleiðing til grein í Skúlablaðnum nr. 3, 2018: Skúlin tolir atferðartruplar næmingar, sum Jona Højsted hevur skrivað. Gitte Klein skrivar.

10. juni 2018

Eg vil fegin rætta upp á misskiljingina hjá Jonu, tí tað er givið, at Jona hevur misskilt mín leiklut í greinini: Skúlin eigur at tola atferðartruplar næmingar, sum eg skrivaði í Skúlablaðnum nr. 2, 2018.

Greinin hjá Jonu Højsted er aftursvar upp á greinina, sum eg skrivaði í samband við eina samrøðu, eg hevði við Bo Hejlskov Elvén, sum var í Føroyum og hevði skeið um atferðartruplar næmingar. Flestu luttakararnir á skeiðnum vóru námsfrøðingar, og Synergi skipar fyri enn einum skeiði í heyst - við somu yvirskrift. Eg luttók á skeiðnum við tí fyri eyga at skriva eina grein til Skúlablaðið um sjónarmiðini hjá Bo Hejlskov Elvén í mun til næmingar við atferðartrupulleikum; eg hitti hann til eina samrøðu eftir skeiðið, har eg spurdi inn til nøkur av teimum tingunum, hann hevði víst á. 

Jona Højsted skrivar í greinini, at hon harmast um, at eg, vísandi til Bo Hejlskov Elvén, m.a. skrivi, at lærarar ikki ynskja skúlan øðrvísi, enn hann var fyrr, og at lærarin skal syrgja fyri at skapa umstøður soleiðis, at næmingurin ikki hevur atferðartrupulleikar við øðrum orðum ábyrgdin fyri atferðina er hjá læraranum. Soleiðis sum eg lesi greinina hjá Jona, heldur hon, at eg havi hesi sjónarmið og undirbyggi tey við at vísa til Bo Hejlskov Elvén. Hetta er beinleiðis skeivt. Tað eri ikki eg, sum sigi hesi tingini, men eg beri sjónarmiðini hjá Bo Hejlskov Elvén fram. Men møguliga kom tað ikki nóg greitt fram í greinini, at hetta var ein samrøða og sostatt ikki ein hugleiðing hjá mær.

Tá eg skrivi eina grein út frá eini samrøðu við ein persón, er tað meiningin hjá persóninum, sum skal í ljósmála og sostatt ikki mín. Eg kann royna at spyrja inn til, sum eg eitt nú gjørdi í mun til, at ein einsamallur lærari við 24 næmingum hevur nógvar ymiskar uppgávur og atlit at taka, men svarini kann eg ikki broyta – líkamikið hvussu ósamd eg eri. Og har vóru mong viðurskifti, ið eg ikki kendi aftur frá okkara skúla, men sum eg má loyva honum at siga, tí hetta eru royndir, hann hevur gjørt sær í ymsu londunum, hann hevur virkað í. 

Var endamálið við greinini at koma fram við mínum sjónarmiðum, hevði eg ikki tikið útgangsstøði í einari keldu einans, men hevði nýtt fleiri ymiskar keldur og keldur, sum umboða ymisk sjónarmið. Alt annað hevði – eftir mínum tykki - verið óseriøst. Endamálið við greinini er ikki og hevur ongantíð verið at lýsa míni sjónarmið, men at lata Bo Hejlskov Elvén koma fram við sínum sjónarmiðum. Hesi sjónarmiðini kunnu vit so vera samd í ella ikki. Týdningarmikið er tó, at øll sjónarmið fáa rúm, tí bara við at verða opin um og forvitin eftir, hvussu veruleikin er hjá øðrum, kunnu vit mennast.

Eg havi  í mong ár arbeitt við atferðartruplum næmingum bæði sum lærari, akt-lærari og sum partur av leiðslu, so eg veit, hvussu stórt arbeiði lærarar gera, og hvussu teirra umstøður eru í mun til atferðartruplar næmingar. Hetta er nakað sum altíð hevur ligið mínum hjarta sera nær. Og eg veit, at hetta er ein sera samansett ella kompleks avbjóðing, og at læraraatferðin ongantíð kann verða alt SVARIÐ. 

Tað er sostatt sera umráðandi fyri meg at vísa á, at hansara sjónarmið sostatt ikki eru míni – og at ætlanin við greinini ongantíð var, at vísa á egin sjónarmið. Hetta er sera vanlig framferð, tá man skrivar greinir, ið taka støði í eini samrøðu. Haldi enntá at eg fyri nøkrum árum síðani gjørdi eina samrøðu við ein lærara, sum hálovaði fartelefonnýtslu í skúlanum, og heldur ikki tá, kom mín meining fram – hóast tað var sera trupult at verða uttanveltað, skal eg heilsa og siga😊)))

 


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.