Tíðindi

Herálvur takkar fyri seg sum formaður

Formaðurin í Føroya Lærarafelag seinastu 8 árini, Herálvur Jacobsen, stillar ikki upp aftur á komandi aðalfundi.

18.03.2019

Leygardagin 6. apríl verður aðalfundur í Føroya Lærarafelag; umframt val til nevndina er formansval á skránni. Eittans formansvalevni er, og tað er Jacob Eli S. Olsen, lærari í Eysturskúlanum og næstformaður í Lærarafelagnum. Sostatt er greitt, at Jacob Eli S. Olsen fer at standa á odda fyri felagnum komandi trý árini.

Føroya Lærarafelag er eitt virkið felag, og tað ger javnan vart við seg í almenna kjakinum. Herálvur Jacobsen harmast tó um, at kjakið í ov lítlan mun snýr seg um yvirskipaðan skúlapolitikk, og hvat vit vilja við fólkaskúlanum.

- Tað er tíverri ikki teir stóru skúlapolitisku tankarnir, sum mynda skúlapolitikkin í Føroyum. Vit reka við streyminum og gera so nøkulunda tað, sum tey gera aðrastaðni. Í nógv størri mun er tað fíggjarkarmarnir, sum mynda skúlapolitikkin. Hetta tíðarskeiðið, eg havi verið í nevndini, hava vit vart rættindi meiri enn, at vit hava vunnið rættindi, tí ágangurin á lærarayrkið er stórur. Tá ið eg tók við sum formaður í 2010, varð farið undir stórar sparingarnar á fólkaskúlaøkinum. Tá var fyri fyrstu ferð nevnt í fíggjarlógini, at bygnaðarbroytingar skuldu gerast í fólkaskúlanum. Bygnaðarbroytingarnar, sum hugsað var um, vóru at leggja smærru og miðalstóru skúlarnar niður og at leggja skúlar saman. Hesar skriviborðsætlanirnar fingu sum kunnugt ikki undirtøku í nærumhvørvinum, og bygnaðarbroytingarnar gingu ikki sum ætlað. Tí var farið aðrastaðni at leita eftir sparingum. Og so stóð arbeiðstíðin hjá lærarum fyri skotum. Við tepru tímajáttanini til skúlarnar hevur tað í ein ávísan mun eydnast Mentamálaráðnum at gera seg inn á arbeiðstíðaravtaluna hjá lærarum, tí lærarar í dag undirvísa størri part av samlaðu arbeiðstíðini, enn teir gjørdu áðrenn 2010. Tað mest óhepna hevur verið, at tíðin til lærarasamstarv, toymissamstarv, felags fyrireiking og skúlamenning er minkað niður í flest øllum skúlum, hóast øll gransking og nútímans skúlatankar vísa, at hetta eru sera týðandi lutir. Taka vit ikki annað skinn um bak, nærkast vit tíðini aftur, har lærarar undirvístu og einki annað. Eins og nógvir aðrir almennir stovnar er fólkaskúlin undirfíggjaður, tað hevur Lærarafelagið gjørt vart við í nógv ár, og hóast skúlastjórar treyðugt siga tað alment, so eru flestu teirra samdir um, at tímajáttanin ikki røkkur til, at vit kunnu hava ein so góðan skúla, sum vit áttu at havt.

Dagliga samskiftið við limir hevur fylt nógv í formansarbeiðinum, og tað hevur eisini verið gevandi, sigur Herálvur Jacobsen.

- Tað hevur verið gevandi, tí vit hava greitt nógvar ivaspurningar og vunnið nógvar ”smáar” sigrar, og tað hava limirnir verið takksamir fyri.

Hyggur Herálvur Jacobsen aftur á formansskeiðið, eru tað nøkur viðurskifti, felagið hevur stríðst fyri og fingið framt. Eitt er akkerslæraraskipanin, annað er eyka tíðin, sum flokslærarin í fyrsta flokki hevur fingið.

- Akkerslæraraskipanin er ein roynd at minka um hvøkkin, sum flestu nýútbúnu lærararnir uppliva, tá ið tey byrja í starvi. Nýútbúni lærarin fær ein royndan lærara knýttan at sær at vegleiða og ráðgeva um spurningar í dagliga lærarayrkinum. Hetta er ein neyðug og gagnlig skipan, sum hevur til endamáls at gera tað lættari hjá nýútbúna læraranum at fóta sær í lærarayrkinum. Eisini hevur flokslæraraarbeiðið í fyrsta flokki fingið ein tíma afturat, men har er langt frá komið á mál, tí lærarauppgávan í innskúlingini er áhaldandi vaksin.

Nýggja nevndin, sum tekur við eftir komandi aðalfund, fær úr at gera; lønarsamráðingar standa fyri durum, og tær verða torførar, metir fráfarandi formaðurin.

- Væntanirnar hjá lærarum um hægri løn eru skrúvaðar upp orsakað av at sjúkrarøktarfrøðingar og námsfrøðingar við verkføllunum í vetur fingu munandi lønarlyft, og lønarmunurin tí er minkaður millum fakbólkarnar. Hetta leggur trýst á felagið. Umframt hava vit ein truplan og óloystan spurning, sum er, at lærarar við ískoytisútbúgvingum ikki fáa førleikaviðbót ella løn samsvarandi ískoytisútbúgvingini. Hóast tað er bæði rætt og rímiligt, at tey fáa løn samsvarandi førleikum, so vita vit, at tað fer at skapa ónøgd millum limirnar, um so er at lærara verða ymiskt løntir.

Ein annar spurningur, sum er átrokandi at loysa, er at nágreina arbeiðsøkið hjá lærarunum í førleikastovunum.

- Av tí at lærarar í førleikastovunum onga arbeiðslýsing hava, so er trupult at avmarka arbeiðsuppgávuna, so hon svarar til tillutaðu tíðina. Tað ger, at lærarar eru undir stórum arbeiðstrýsti; teir skulu antin gera alt ella einki. Somuleiðis halda vit, at serlærarin, sum er leiðari í førleikastovuni, hevur leiðsluábyrgd og eigur at verða løntur samsvarandi.

Onnur mál, sum fara at mynda arbeiðið í nevndini komandi tíðina, verða óivað kt-økið og skúlabókasavnsøkið; tvey øki, ið hava fingið lítla og onga raðfesting frá almennari síðu.

- Samanbera vit okkum við grannalondini hava tey fyri langari tíð síðan sett í verk námsfrøðiliga tænastudepilin soleiðis, sum eisini okkara fólkaskúlalóg ásetir, og sum skúlabókasavnið eigur at vera. Vit raðfesta og hugsa framvegis skúlabókasavnið í siðbundnari merking, og tað er óskiljandi. Mentamálaráðið hevur heldur ikki, eins og onnur lond hava gjørt, orðað ein politikk, tá ið talan er um kt í fólkaskúlanum; vit kunnu ikki góðtaka í einum nútímans talgildum samfelag sum okkara, at vit soleiðis verða eftirbátur, tá ið talan er um kt í fólkaskúlanum. Nýggjar útbúgvingar av bóka- og kt-vørðum og kt-ráðgevum eru átrokandi.

Mynd: Ólavur Frederiksen


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.