Tíðindi

Heimsins besti flokkur

Tað elvdi til forvitni, at Rannveig Hovgaard, lærari í Hvalba, herfyri skrivaði, at hon hevur heimsins besta 6. flokk. Tí var tað av góðum grundum stuttligt at fáa at vita, hvat Rannveig so fegin vildi hava kunngjørt, og hetta er søgan hjá Rannveig og heimsins besta flokki

09.11.2017

Tað byrjaði alt við, at Rannveig gloymdi at logga seg av facebook, og fittu næmingar hennara í 6. flokki í Hvalba, skrivaðu hetta á vanga hennara:

”Sum eg eri heppin at sleppað at undirvísað bestað flokinum í heiminum, 6. fl. í Hvalbiðar skúla?”

Tað var eitt, tvey, trý, so høvdu flestu facebook-vinirnir hjá Rannveig sæð hetta uppslagið, fult í væl valdum stavivillum, og ein av teimum, Sonne Smith, vildi so fegin frætta eitt sindur meiri um heimsins besta flokk, so tí hava tey gjørt av at fortelja honum, hví tey halda seg ganga í ”heimsins besta flokki”.

Hetta er nakað av tí, tey siga:

•                             Okur skeldast illa, men dagin eftir eru okur vinir aftur

•                             Okur eru ofta úti saman aftan á skúlatíð

•                             Ein fyrrverandi landsliðsspælari í fótbólti lærir okum at rokna (Óli Johannesen)

•                             Okur hava listar yvir alt møguligt: Lesilista, mjólkarlista, ruddilista, so klandrast okur ikki, hvør eigur at vera fyrst.

•                             Okur elska harðan musikk og sleppa ofta at spæla í fríkorterunum

•                             Okur elska spurnakappingar um alt, hvat hendir runt í verðini, eisini um fløgg, høvuðsstaðir, søgu, kristni og landalæru

•                             Okur hava eitt ”hugnaborð” mitt í stovuni, og hvønn ónsdag gera okur okkurt hugnaligt t.d. fáa okur kakao ella okkurt annað. Okur samla saman, so tá ið trý hava fylt, fara okur í køkin at gera okkurt gott t.d. pitsasniglar.

•                             Okur eru við í spæliliðnum, so tá spæla okur við tey yngri. Okur arbeiða eisini saman við spæliliðnum á Tvøroyri viðhvørt

•                             Okur larma nokk so illa, men okur eru ”festlig”, kreativ og seriøs (viðhvørt, ið hvussu so er)

•                             Okur halda, at tað er stuttligt at arga tey stóru

•                             Okur skifta pláss eina ferð um vikuna, so okur skiftast at sita saman

•                             Okur arbeiða ofta í bólkum

•                             Annars hava okur gjørt nógv stuttligt, síðan okur komu í skúla. Seta epl niður hvørt ár, so gera okur shepherds pie og brúka okra egnu epl. Okur fara at gera ein jólabý í ár, tí tað ger 6. flokkur hvørt ár. Okur hava spælt sjónleik. Okur eru ofta í Havn og vitja t.d. á Sjósavninum, Fornminnissavninum, Pitsa  67, og so senda okur altíð fløskupost av Smyrli veg suður aftur og spæla krógva og leita umborð. Okur hava eisini sett eggjahvítar í vatn á kyndilsmessu, so kann mann síggja hvønn mann fær til mann ella konu seinni í lívinum. So okur gera nokk so nógv stuttligt

•                             Okur eiga ein jólamann, sum eitur Nissu-Pól. Hann hava okur havt síðan í fyrsta flokki. Hann skiftist at vitja okum í jólamánaðinum, og so fortelja okur fyri flokkinum, hvat hann hevur upplivað heima hjá okum

•                             Okur dámar væl at lesa, bestu bøkurnar hava verið tær um Petite, og so Brennivargurin, Teir horvnu Kirkjubøstólarnir, Seturskúlin (hon er eitt sindur flovislig)-

Myndin: Rannveig Hovgaard, lærari í Hvalbiar skúla, ein vakran dag í Havn saman við sínum heimsins besta flokki

Tekstur: Sonne Smith


Samband

Skúlablaðið

Pedda við Stein gøtu 9

100 Tórshavn

Tel. 23 57 73

Teldupostur: turid@bfl.fo ella skulabladid@lararafelag.fo


2015 © Bókadeildin. All rights reserved.